Sátt og semja í hjúnaløgum og øðrum sambondum
Í vikuni fær Vesturkirkjan spennandi vitjan við dananum Peter Damgaard-Hansen. Hann er aut. psykolog og par-terapeutur.
Petur skrivar m.a.:
Skalt tú veruliga gera sátt krevst ein máttmikil og grøðandi tilgongdir, sum krevur arbeiði og økt sjálvsinnlit hjá báðum pørtum í ósemjuni. Eg leggi dent á sanna sáttargerð, og hvussu hetta kann gerast í roynd og veru.
Um Petur Damgaard-Hansen
Petur hevur arbeitt við menniskjum í fleiri enn 35 ár og er serfrøðingur í parterapi og sáttargerðar-arbeiði. Hansara fakliga tilgongd tekur støði í einum samspæli millum likamliga, sálarliga og andaliga heilsu.
Petur fer at hava hesar fyrilestrar í Vesturkirkjuni:
Mikukvøldið 22. mai kl. 19:30 – 21.30
Evnið: At gera sátt og semju í sambondum. Her verður hugsað um okkara relatiónir hvør við annan. Øll eru vælkomin.
Leygardagin 25. mai kl. 14:00 – 16:30
Evnið: Kynstrið at liva tað góða hjúnalagið. Her verður m.a. gjørt upp við skeivar væntanir, vit hava fyri hjúnalagið. Øll eru vælkomin.
Til ber at lesa meira um Peter Damgaard-Hansen á hesum heimasíðum:
http://www.integreretpsykologi.dk/baggrundkompetence/
http://www.docpeter.com
Heftið ”Forsoningens pris” eftir Peter fæst fyri kr. 50,- og fyri trý hefti er prísurin kr. 100,-.
Tiltøkini eru ókeypis. Til ber at lata eina gávu.
VESTURKIRKJAN