Skriva út

Sangirnir talaðu til okkum á ein øðrvísi hátt

06.10.2014 Tíðindi
Sangirnir talaðu til okkum á ein øðrvísi hátt

Ikki er tað á hvørjum degi, at ein sleppur til eina framførslu, har so ymiskir menn sum Mikkjal á Ryggi, Kingo og Niels Midjord verða savnaðir á einum og sama staði.

Týskvøldið var Hvannasunds kirkja karmur um eitt sangkvøld við kenda sangara okkara, Niels Midjord, sum í hesum føri sang sálmar úr Sálmabókini á sín hátt.
Fyri mong er hetta ikki so serstakt. Men løtan var kortini merkt av eini inniligari framførslu, tá hann sang røðina hjá skaldinum Mikkjal á Ryggi um bønina Faðir Vár.

LÆTT AT SYNGJA
Henda sálmarøðin er at finna í Sálmabókini, har ein syngur tey kendu løgini, tá sálmarnir verða sungnir í kirkjuni.
Nógv kirkjufólk kennast við fleiri av hesum sangunum, men tað eru kanska ikki øll ið eru varug við, at teir eru partur av eini røð.
Løgini eru kend og løtt at spæla hjá urguleikara og kirkjufólki at syngja. Men her í Hvannasunds Kirkju var øðrvísi – munandi øðrvísi:
Her hevur Marianne Clausen, sála gjørt eitt stórt uppsøkjandi arbeiði, og hevur verið á so ymiskum støðum sum Hoyvík, Glyvrum, Nólsoy, Funningi og Oyndarfirði, har ymiskar útgávur at hesum løgunum finnast.
Hann var eisini í nærumhvørvinum, í hesum føri í Norðdepli, grannabygd Hvannasunds, haðani hann sang eitt skjaldur sum Jóhan Adolf Petersen hevði smíðað saman.

11 SÁLMAR
Her í Hvannasunds kirkju vóru nú allir hesir sangirnir framførdir, við eini lítlari innføring um sangirnar, sum eru skrivaðir út frá bønunum í Faðir Vár.
Við eyðkenda guitarspæli sínum sang Niels Midjord ein sangin fyri og annan eftir, teir flestu við undirspæli, meðan aðrir vórðu sungnir í Kingo-stíli uttan guitara – allir uttan at hann so mikið sum hugdi í bók.
Eitt annað serstakt við framførsluni, ið vardi í góðan tíma, var at hann skifti frá einum sangi til tann næsta í sama sekundi.
Her var talan um 11 sálmar í Sálmabókini – frá nummar 394 til 404 - ið allir snúgva seg um bøn, og har fleiri teirra hava seks long ørindi.
Hóast henda veruleika, tóktist tað ikki at nerva garvaða sangaran, sum veruliga fekk lagt bæði lív og sál í hvørt einstakt ørindi.
- Tað var stuttligt og áhugavert at hoyra hesar kendu sálmarnar aftur, men í aðrari útgávu. Tað var at orðini nú kendust øðrvísi og lótu innihaldið upp, so at tað líkasum talaði til okkum á ein annan hátt, søgdu fleiri av áhoyrarunum aftaná konsertina.