Skriva út

Sands kirkja 175 ár

22.09.2014 Tíðindi
Sands kirkja 175 ár

Hin 8. september vóru liðin 175 ár síðan henda kirkjan á Sandi varð vígd. Hetta er sætta kirkjan á somu grund, sum vit vita um. Í sambandi við 175 ára vígsludagin var hátíðargudstænasta í Sands kirkju seinasta sunnudag (21. sept.)

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Í 1969 varð farið undir at umvæla kirkjuna, og tá ið gólvið varð tikið upp og gravað varð fyri styttum undir gólvinum, varð komið niður á beinagrindir.
Arbeiðið varð steðgað og fornfrøðingar boðsendir. Danski fornfrøðingurin Knud J. Krogh (seinni stjóri á Tjóðminnissavninum í Keypmannahavn) var beint tá staddur í Føroyum við einari framsýning um Eirik Reyða og Grønland. Hann fór til Sands og fekk beinanvegin so stóran áhuga fyri kirkjuni, at hann gjørdi av saman við Føroya Fornminnissavni at fara undir forngrevstur.
Úrslitið varð, at hann undir núverandi kirkju fann leivdir av fimm eldri kirkjum, hvør oman á aðrari. Tann elsta ein stavkirkja, sum helst er evnað til í Noregi og førd til Føroya.
Í Mondli nr. 2-1975 hevur Krogh skrivað grein um tey úrslit, sum útgrevsturin gav. Tær seks kirkjurnar á Sandi hava verið:

1. kirkjan frá uml. 1000-1100
2. kirkjan frá uml. 1200
3. kirkjan frá uml. 1550
4. kirkjan frá 1712
5. kirkjan frá 1763
6. kirkjan frá 1839

Kirkjan, ið stóð undan núverandi kirkju var bert 76 ára gomul, so neyvan hevur hon verið í so ringum standi, at neyðugt hevur verið at taka hana niður. Orsøkin man heldur vera tann, at hon hevur verið ov lítil. Eftir støddini at døma (13 m × 4,9 m) hevur hon neyvan rúmað meira enn 80 fólkum, og í 1839 var manntalið í sóknini (Sandur og Skopun) uml. 250.
Eisini tað, at nógvar nýggjar kirkjur longu tá vóru bygdar kring landið, hevur helst skundað undir hesa bygging.

Skjótt gekk at byggja

Á sumri 1839 verður gamla kirkjan tikin niður og farið undir at byggja nýggja. Í grein í Kirkjutíðindum nr. 3-4-1989 um Sands kirkju sigur Ólavur Clementsen, at fyrsta takið var at fáa flutt tilfar suður til Sands.
Vegna heimansandsmenn fekk Jógvan bóndi Michelsen í Beiti í avtalu í lag við eigararnar av skonnartini »Nolsøe« um at flyta tilfarið úr Havn og til Sands fyri 120 rbd. Avtalan er undirskrivað av 22 heimansandsmonnum 5. juni 1839.
»Nolsøe« hevur so gjørt minst tveir túrar til Sands, tí tá ið teir høvdu verið ein túr við tilfari, ætlaðu eigararnir at senda hana ein túr til Hetlands, men hesum noktaðu heimansandsmenn fyri, tí so kom kirkjubyggingin at falla saman við hoynini.
Henda nýggja kirkjan var út við tvær ferðir so stór í vídd sum hin gamla og rúmar eini 230 fólkum. Í roknskapargerðabókini sæst, hvørjir teir vóru, sum stóðu fyri teimum ymisku arbeiðunum.
Timburarbeiðið varð soleiðis leitt av seks arbeiðsformonnum. Hesir fingu allir løn, men ikki eins løn. Høvuðsformaður hevur verið áðurnevndi Jógvan í Beiti, tí hann fekk hægstu dagsløn. Roknskapurin vísir hetta útgjald:

1. Jógvan Michelsen í Beiti 72 dagar à 3½ gyllin
2. Mads Andr. Winther 61 dagar à 3 gyllin
3. Magnus Olesen í Koytu 74 dagar à 3 gyllin
4. Jóhan Hendrik Poulsen í Skopun 57 dagar à 3 gyllin
5. Petur Poulsen í Kirkjugerði (Skálavík) 63 dagar à 2½ gyllin
6. Óli Zachariasen í Búðini 76 dagar à 2½ gyllin

Tilsamans var smíðilønin 195 rbd 88 sk (1 rbd = 6 gyllin).
Snikkaraarbeiðinum stóð Niels Kristoffur Winther fyri (faðir M. A. Winther), men súlurnar millum kór og skip og innan fyri knæfallið gjørdi Dreygarin, Kristoffur Nyholm Debes. Altar og prædikustól klæddi Jens Wenningsted, skraddari. Spír og annað jarnsmíð gjørdi Jóhannes Michelsen úr Smiðustovu (búði í Mettustovu). Hesir fýra vóru allir úr Havn.
Jens Wenningsted stóð eisini fyri flutningi av tilfari úr Havn til Skopunar, men gjald fyri flutning úr Havn og til Kirkjubøar er goldið Poul Michelsen í Borgarastovu og Óla Tausen á Lava, so hesir báðir hava ivaleyst reitt tilfar úr Havn til Kirkjubøar. Hetta gjaldið fyri flutning er so lítið, at meginparturin er fluttur suður við »Nolsøe«.
Umframt hesar nevndu menn hava allir arbeiðsførir menn í sóknini arbeitt pliktarbeiði uttan løn. Teir hava flutt tilfar og annars verið við í øllum arbeiðinum at byggja kirkjuna.
Og væl hevur gingist, tí longu 8. september hetta árið varð kirkjan vígd. Vígsluna hevði Christian Benedictus Garde, próstur.
Tilfarið úr gomlu kirkjuni, ið ikki varð nýtt aftur, varð selt á uppboði fyri 101 rbd.

Tey fyrstu

Hin 22. oktober 1839 hevði Fr. Chr. Schouw prestur fyrsta barnadópin í nýggju kirkju. Hetta var ein drongur, Poul, sonur Jógvan og Sunnivu í Búðini á Sandi.
Fyrsta konfirmatión var á vári 1840, tá ið Andreas Chr. Pontoppidan var komin til Sands sum prestur. Tá vóru bert várkonfirmatiónir, og fyrsti sunnudagur eftir páskir var fastur konfirmatiónsdagur. Tey, sum fingu prestsins hond á høvdið henda dag vóru:

Dreingir:
Tummas Danielsen í Klingruni
Mikkjal Michaelsen á Reyni
Jógvan Danielsen á Oyruni, Skálavík
Óli Hansen niðri í Búð, Skúvoy
Jógvan Hendriksen í Garðinum, Skúvoy
Óli Niclasen í Geil, Skálavík
Jákup Hansen í Lítlustovu, Húsavík
Jákup Jacobsen í Skála, Skálavík
Johan Erik Jensen, Skúvoy
Kristian Simonsen í Damminum, Dali
Lukas Joensen, Húsavík

Gentur:
Julianna Joensdatter í Beitinum, Sandi
Marin K. Johannesdatter í Dalsgarði, Skálavík
Marin Kristina Pedersdatter á Klettum, Sandi
Anna Henrikka Mikkelsdatter í Stertinum, Sandi
Marin Danielsdatter á Oyruni, Skálavík
Kristin Olesdatter í Króki, Sandi
Julianna Johannesdatter í Skála, Sandi
Súsanna Johannesdatter í Skála, Sandi
Sunniva Danielsdatter á Oyruni, Skálavík
Anna Johannesdatter úti í Húsi, Skálavík
Elsebeth Katrina Dionedatter úr Havn

Konfirmatiónirnar vóru næstan altíð á Sandi, og fyrsta eftir 1840, sum ikki var á Sandi, var í Skálavík 1856. Tá ið prestaskifti var, hendi seg, at ár fóru burtur ímillum við ongari konfirmatión. Soleiðis var í 1880, tá ið Ludvig Th. Bruun prestur var farin og Fríðrikur Petersen kom. Í 1881 vóru ikki færri enn 37 konfirmatiónir.
»Abbi mín, Óli á Klettum var ein teirra, og hann segði frá, at ein av konfirmantunum, Jóhan í Gomlustovu á Skarvanesi, hevði stórt skegg,« sigur Ólavur Clementsen.
Fyrsta jarðarferðin var 25. mars 1840. Tað var fyrrverandi sýslumaður, Johan Michael Hentze, ið fór til gravar henda dag. Hann datt oman í Líðini 19. mars og varð funnin annan dagin eftir.
Fyrsta brúðarvígslan var 19. august 1841. Tey ið giftust vóru skúlalærarin Sámal Jensen undir Brekkuni á Sandi og Marin (Meya) Jensdatter úr Lofti í Húsavík.

Sekstan prestar

Hesi 175 árini hava sekstan sóknarprestar verið í Sandoyar prestagjaldi síðan kirkjan varð vígd. Tann seytjandi, Havstein Klein, tekur skjótt við starvi eftir at Jákup Reinert Hansen hevur tikið við sum lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya.
Longst hevur Blicher Winther verið í kallinum, tilsamans 40 ár. Síðan Jákup Reinert Hansen 32 ár, A. C. Evensen 15 ár og Hans J. J. Sørensen 13 ár.

1. Frederik Christian Schouw 1838-1839
2. Andreas Christian Pontoppidan 1840-1847
3. Hans Jørgen Jacob Sørensen 1847-1860
4. Anton Christian Hansen 1861-1870
5. Hans Rudolf Lorentzen Jensen 1870-1874
6. Ludvig Theobald Bruun 1874-1879
7. Frederik Petersen 1880-1885
8. Jørgen Christian Falk Rønne 1889-1895
9. Hans Christian Pedersen 1896-1902
10. Andreas Christian Evensen 1902-1917
11. Knud Matthias Ottosen 1918-1924
12. Herluf Jensen Aagaard 1924-1929
13. Povel Høy Blicher-Winther 1930-1970
14. Frímann Símunarson á Brúnni 1970-1976
15. Bergur Jacobsen 1977-1982
16. Jákup Reinert Hansen 1982-2014
17. Havstein Klein 2014-

Í tíðarbilum, frá tí at ein prestur er farin, til annar er komin í hansara stað, hava prestar úr øðrum prestagjaldum røkt embætið.
Á felags kirkjuráðsfundi á Sandi leygardagin 13. september innstillaðu kirkjuráðini í Sandoyar prestagjaldi einmælt Havstein Klein sum komandi sóknarprest. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, sum útnevnir og setir sóknarprestin í embætið.
Presturin í Sandoyar prestagjaldi er sóknarprestur hjá kirkjusóknum í Sandoynni og Skúvoynni. Talan er um seks kirkjusóknir, og einki annað prestagjald við einum sóknarpresti hevur so nógvar kirkjusóknir.
Í løtuni røkir Havstein Klein kallið í Fuglafjarðar prestagjaldi, nú Anne Mette Greve Klemensen er í farloyvi.
Ætlanin er, at Havstein Klein verður innsettur í kallið við gudstænastu í Sands kirkju 2. s. í advent, t.e. 7. desember 2014.
Síðan 15. september hevur Henning Bøgesvang røkt kallið sum virkandi sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi, og tað ger hann til 30. november.
Nú kirkjan á Sandi er vorðin 175 ár var hátíðargudstænasta seinasta sunnudag (21. sept.) við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, Henningi Bøgesavang, settum sóknarpresti, og Jákupi Reinert Hansen, fyrrverandi sóknarpresti.

Dýrur klumpur

Hin 19. mars 1863 fór Jákup Kristian undir Skarði á Sandi til gravar. Meðan grøvin henda dag varð grivin, kom sýslumaðurin M. A. Winther framvið, og fann hann tá ein klump í moldini.
Hetta vísti seg at vera gamlir myntir, sum sýslumaðurin beinanvegin sendi myndugleikunum í Havn. Teir vórðu síðan sendir til mynt- og medaljusavnið á tjóðgripagoymsluni í Keypmannahavn.
Hesin sonevndi skattafinningur er sera virðismikil og roknaður sum »danafæ«. Tilsamans vórðu funnir 98 silvurmyntir og eitt brot av einum silvurbandi.
Myntirnir eru frá uml. ár 1000 til uml. 1080-90 og stava frá ymiskum europeiskum londum, Írlandi, Onglandi, Týsklandi, Ungarn, Noregi og Danmark. Myntirnir eru sera sjaldsamir, og teirra millum slíkir, ið eingi onnur eintøk eru av.
Undir útgrevstrinum 1969-70 vórðu eisini funnir fleiri myntir; teir flestu norskir. Teir elstu eru frá døgum Hákunar kongs Hákunarson, tað er at siga frá uml. 1220-60.

Ymiskir kirkjulutir

Flestu lutir í kirkjuni eru yngri enn kirkjan sjálv. Tveir messingljósastakar á altarinum og messingdoypifatið eru tó eldri.
Í 1853 hevur Jógvan Mortansson í Trøðum givið disk og kalik úr silvuri.
Í 1872 var innsavning til eina standmynd av Thomas Kingo, sum stendur í Odense. Í hesum sambandi gav Rudolf Jensen, prestur, kirkjuni eina lítla mynd av sálmaskaldinum.
Theodor Sørensen, próstur, ið føddur var á Sandi, gav kirkjuni sjeyarmaðan ljósastaka úr bronsu.
Í 1929 góvu eftirkomarar Hentze prósts eina minnistalvu um hann. Listamálarin Gudmund Hentze hevur evnað hana.
Í 1933 gav »gamli sýslumaður«, Niels Kristoffur Winther, eina ljósakrúnu. Tað var hildið meira hóskiligt við tveimum, og tí varð stutt eftir savnaður inn peningur til eina aðra.
Óli Olsen í Klingrutagarði hevur gjørt og givið eina modellslupp, og Kristian hjá Óla hevur givið ein borðbát (áttamannafar), ið Jóhan niðri í Stovu í Skúvoy hevur gjørt.
Gamla kirkjuklokkan varð umstoytt í 1846, og helst er tað sama klokkan, sum varð umstoytt í 1712. Í sambandi við stóru umvælingina av kirkjuni varð nýggj klokka hongd upp, givin av Hansinu og Mouritsi Mohr. Á klokkuni stendur hetta ørindi, ið Frímann á Brúnni, prestur, hevur yrkt:

Við málmsins rødd eg lati kalla
í kirkju fólkið alt um stund,
at sessast um Guðs náði alla,
sum hon er til á lívsins grund,
tað Jesu orð – við dóp og borð –
at frelsan fullgjørd er.

Í forkirkjuni hongur ein talva við nógvum sjáldsomum smásteinum. Givið hevur Martin Hentze (hjá Vilhelmi), búsitandi í Suðurafrika.
Kirkjan fekk orgul, ið Verland Johansen, orgulsmiður, gjørdi.
Í forkirkjuni varð í 1979 sett upp yvirlit yvir leiðini í kirkjugarðinum. Ólavur Clementsen gjørdi yvirlitið eftir frásøgn frá Marionnu Olsen í Klingrutagarði.