Skriva út

Sandoyarprestur: - Gleði meg at sleppa til arbeiðis

22.09.2014 Tíðindi
Sandoyarprestur: - Gleði meg at sleppa til arbeiðis

Eftir Snorra Brend

Leygardagin gjørdist greitt, at kirkjuráðini í teimum seks kirkjunum í Sandoyar prestagjaldi høvdu innstillað Havstein Klein sum komandi sóknarprest í sóknini.

Havstein avloysir Jákup Reinert Hansen, sum hevur verið prestur her síðani 1982.

Og hetta starvið gleðir hann seg til.

- Vit síggja fram til at seta okkum inn í viðurskiftini í Sandoyar prestagjaldi, sigur hann í stuttum práti við heimasíðuna.

Í sóknini eru seks kirkjur – Skopun, Sand, Skálavík, Húsavík, Dalur og í Skúvoy.


TRÚBOÐARI
Havstein er 37 ára gamal og virkar í løtuni sum avloysari fyri sóknarprestin í Fuglfjarðar prestagjaldi, Anne Mette Greve Klemensen.

Nevnast kann, at hann og konan, Beinta, hava áður verið í tænastu sum trúboðarar í afrikanska landinum, Tanzania.

Nú stendur ein nýggj avbjóðing fyri framman í Sandoynni – og sum Havstein sigur: - Nakrar siðvenjur, sum eg má seta meg inn í.

Havstein verður settur inn í kallið við eina gudstænastu í Sands kirkju 2. sunnudag í advent, sum er 7. desember.

Hóast Havstein enn ikki er settur inn í tænastuna millum kirkjufólkið í Sandoy, hevur hann sett sær nøkur mál í hesum sambandi.

- Tað eru nøkur viðurskifti, sum eg komi at leggja meg eftir, slær hann fast.

Hann ætlar sær millum annað at gera sítt til, at barna- og ungdómsarbeiðið í kirkjuni verður ment.

Og so ætlar hann sær eisini at vitja eldri fólk:

- Annars ætli eg mær at stuðla undir alt tað góða virksemið sum finst í prestagjaldinum, sigur altso Havstein Klein.