Skriva út
Sandoyar prestagjald innstillað prest
15.09.2014 Tíðindi
Á felags kirkjuráðsfundi heima á Sandi leygardagin 13. september innstillaðu kirkjuráðini Havstein Klein sum komandi sóknarprest.
Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, Bjørn Kalsø, ið útnevnir og setir sóknarprestin í embætið.
Havstein avloysir Jákup Reinert Hansen í kallinum sum sóknarprestur hjá kirkjusóknum í Sandoynni og Skúvoynni. Talan er um 6 kirkjusóknir, og einki annað prestagjald við einum sóknarpresti hevur so nógvar kirkjusóknir.
Í løtuni røkir Havstein kallið í Fuglafjarðar prestagjaldi, nú Anne Mette Greve Klemensen er í barnsburðarfarloyvi.
Ætlanin er, um alt gongur til vildar, at Havstein Klein verður innsettur í kallið við gudstænastu í Sands kirkju 2. s. í advent, t.e. 7. desember 2014.
Frá 15. september til 30. november kemur Henning Bøgesvang at røkja kallið sum virkandi sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi. Henning hevur tvær ferðir áður røkt hetta kallið í nakrar mánaðir, so hann kennir kirkjusóknirnar og er kendur í økinum.
JF.
Onnur tíðindi