Skriva út
Sandavágs kirkja 100 ár
24.04.2017 Tíðindi
Hátíðargudstænasta verður sunnudagin 30. apríl
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Leygardagin komandi eru liðin hundrað ár síðan kirkjan í Sandavági varð vígd. Kirkjan er bygd undir 1. veraldarbardaga. Arbeiðið byrjaði í 1914, og varð kirkjan vígd 3. sunnudag eftir páskir, 29. apríl í 1917. A. C. Evensen, settur próstur, vígdi kirkjuna.
Sandavágur er gomul kirkjubygd. Kirkjan hevur í gomlum døgum staðið niðri á bakkanum norðan fyri ta gomlu bygdina. Eingin veit at siga, hvussu nógvar kirkjur hava verið í bygdini.
Roknskaparbókin fyri Vága prestagjald byrjar 1691, og hon umtalar kirkju í Sandavági.
Annars varð kirkja bygd í 1716, 1741, 1805, 1863, og kirkjan, sum nú er í 1917. Vit vita sostatt um seks kirkjur í Sandavági hesi seinastu 325 árini.
Brimið hevði máað nógv burtur av kirkjugarðinum og lendið var sokkið nógv. Kirkja varð tí bygd norðuri á Oyruni 1741 og kirkjugarður gjørdur rundan um hana. Hinar tríggjar kirkjurnar, sum vórðu bygdar seinni, vórðu bygdar á somu grund.
Magnus Jacobsen – Magnus á Kamarinum í Havn – teknaði hesa kirkjuna, sum nú hevur hundrað ára vígsludag. Hann gjørdi eisini arbeiðsfrágreiðing.
Kirkjan er 19,70 m long og 9,60 m breið. Undir byggingini var Magnus á Kamarinum sjálvur byggimeistari og formaður. Fyri arbeiðinum stóð Jógvan Elias Thomsen, keypmaður í Sandavági.
Í arbeiði hevði hann Andreas Joensen úr Kvívík sum arbeiðsformann, og 9 smiðir úr Sandavági og Miðvági. Brøðurnir í Geil í Havn, Petur Alberg og Christin H. Isaksen, málaðu kirkjuna, bæði innan og uttan. Petur Alberg setti litirnir á. H. C. W. Tórgarð, byggimeistari, í Havn, hevði eftirlit við arbeiðinum.
10. august 1891 gav Thomas Thomassen (Tummas í Bartalsstovu) altartalvuna sum hongur í kirkjuni í dag. Frásagnir siga, at Lucie Ingemann (1792-1868), sum var kona B. S. Ingemanns, sálmaskald, hevur málað altartalvuna. Myndevnið er hirðarnir, sum tilbiðja Jesusbarnið í Betlehem. Talvan, sum varð umvæld í 1997, er mett at vera umleið 170 ára gomul.
Kristin í Geil hevur yvir altartalvuni – á kórbróstinum – málað myndir eftir gomlum kirkjumálningum. Jógvan Elias Thomsen hevur givið kirkjuni málningarnar.
Mikkjal á Ryggi hevur málað blomstrini, sum eru ímillum myndirnar, og blomstrini á prædikastólinum og doypifuntinum. Oman fyri myndirnar eru tvær liljur, sum eru telgdar úr træi.
Skipið sum hongur í kirkjuni hevur Ferdinand Heinesen í Sandavági gjørt og givið kirkjuni í 1952.
Urguna hevur Frobenius & Sønner gjørt í 1991.
Hendan kirkjan í Sandavági er rættiliga sermerkt í sniði og líkist ikki nakrari aðrari kirkju í Føroyum. Mikkjal á Ryggi segði Sandavágs kirkju vera ta vakrastu í Føroyum.
Nú Sandavágs kirkja verður 100 ár, verður hátíðargudstænasta sunnudagin 30. apríl.
Skráin er henda:
Præludium: Mattias Kapnas
Sálmur: Smáar aldur fjøru randa
Kollekt/lestur: Marjun í Kálvalíð
Vágakórið
Uni Næs dómpróstur
Sálmur: Frelsarin hirði mín góður er
Prædika: Inga Poulsen Dam
Solosangur: Katrin á Borg
Sálmur: For Harrans orð, ið sum ein sól
Vágakórið
Kollekt, signing
Sálmur: Tú alfagra land mítt
Postludium: Mattias Kapnas
Urga: Bjarki Johannesen
Trombon: Finnur Joen-Jacobsen
Eftir gudstænastuna verður døgurði í ítróttahøllini á Giljanesi. Um kvøldið kl. 18 verður konsert í kirkjuni.
Myndaframsýning um kirkjuna verður í ítróttahøllini á Giljanesi.
Onnur tíðindi