Samkirkjudagar settir og skráin fríggjadag 27. mai
Vit høvdu ein ótrúliga góðan dag í gjár, bæði guðstænastan, har leik og lærd samvirkaðu til eina sera serliga og góða guðstænastu við tónleiki, sangi og upplestri, sum riggaði sera væl og gjørdu løtuna heilt serliga.
Og framløgurnar ”Skapan og grøn hugsan”, pallborðið við Systir Mariu, Arna Zachariassen og Petur Steingrund”, sum eisini góvu okkum øllum nakað at hugsa um. Orðstýrarin Kári Sólstein, var framúr, dugdi so avbera væl at spyrja og fáa orð og hugsanir fram.
Listaframsýningin í Listastovuni og Bókaframsýningin í kirkjukjallaranum, vóru eisini væl vitjaðar. Konsertin við Suð og hugleiðingum við Eydnu Skaale, var einki minni enn fantastiskt! Eitt hitt besta tónleikaupplivilsi vit hava havt!
Í dag, fríggjadagin 27. mai, gleða vit okkum til aftur at bjóða tykkum at vera vælkomin á Samkirkjudagar í Miðvági. Í dag sær skráin soleiðis út:
- Kl. 16.00: letur Listastovan upp.
- Kl. 16.00: letur bókaframsýningin í kirkjukjallaranum upp - Jákup Reinert Hansen luttekur.
- Kl. 17.00: letur Sálmaverksmiðjan í Beitishúsinum upp, vælkomin at luttaka.
- Kl. 18.00: Matstovan í Bygdarhúsinum letur upp. Essan borðreiður í dag.
- Kl. 19.30: verður stórfingin konsert í Miðvágs kirkju við Teiti Lassen og Gøtu kirkju ungdómskór, vælkomin at lurta.
- Kl. 21.00: verður eitt stórt og festligt ungdómsmøti við ungum úr Eysturoynni, sum við talu, sangi og tónleiki leiða okkum gjøgnum kvøldið.
Matstovur: Smiðjan og Essan í Miðvágsi hava opið allar dagar, meðan Samkirkjudagar eru, sama hevur Fiskastykkið í Sandavági, so ongum nýtist at ganga svangur.