Skriva út

Samkirkjudagar

25.05.2022 Tíðindi
Skriftin Á Vegginum

Í hesum døgum fer Føroya fyrsti kirkjufestivalur av bakkastokki í Vága prestagjaldi. Heitið fyri samkirkjudagarnar er: “Skriftin á vegginum” !

Skriftin á vegginum vóru orðini: Mené, mené, tekel, ufarsin. Og týdningurin er “at verða vigaður og funnin ov lættur” !

Men hvat merkja hesi orð, og hvaðani stava tey?

Jú, tey koma úr Bíbliuni, har vit hava tey flestu orðatøkini, sum vit dag nýta.

Her eru nøkur dømi um orðatøk:

at nakað er ein oyðimarkaferð
at vera mettur av døgum
at vera einsamallur í Jerúsalem
forboðin frukt
vera so gamal sum Metusalem
at dansa um gullkálvin
sjey rak og sjey feit ár
at koma á ein Uriaspost
at fara í hundarnar
at fara gjøgnum eld og vatn
onki nýtt undir sólini
ramaskríggj
seta ljósið undir skeppumálið
at kasta perlur fyri svín
at elska næsta sín sum sjálvan seg
ongin kennir dagin ella tíman
at vaska hendurnar
vera ein Judas ella judaskossurin
alfa og omega
trúgv, vón og kærleiki.

“At síggja skriftina á vegginum” er at skilja støðuna, sum hon er ella verður, um mann ikki tekur annað skinn um bak. Skriftin á vegginum boðar frá nøkrum ófrættakendum.

Vit liva í eini tíð, har vit javnt og savnt verða virðismett. Vit evaluera, viga fyri og ímóti, skera frá og leggja afturat. Vit vera biðin um at finna bestu útgávuna av okkum sjálvum, og vit standa á høvdinum fyri at finna hana. Tað er um at gera at fáa viðurkenning, tí øll eru, meiri ella minni ”likes-junkies”. Vit sammeta okkum á almennum sosialum miðlum, um vit hava rættar stólar ella ferðast til tey lond, har tey flestu fara ella halda tað, sum tey flestu halda.

Ganga kanska ikki so nógv í kirkju og hava gloymt bíbliusøgur, sum bera so stórt ríkidømi av etikki og menniskjakunnleika í sær.

Men hóast tað, so eru vit andalig ella spirituel menniskju, og vit leita upp støð, sum kunnu geva okkum frið ella linna í strævnum degi.

Í dag hvílir alt á mínum herðum og reyða tráðin uppeftir havi eg klipt av, tí eg megni alt.

Men fleri rópa varskó og halda, at vit mugu aftur til røturnar, tí vit hava ikki sæð skriftina á vegginum, vit hava fyrilitarleyst tonsað avstað, so strongd og møði fær okkum at søkka í knæ. Í skjótt mong ár hava skilagóð fólk víst á umhvørvið og dálking, men flest okkara hava ypt øksl og hava ikki hildið tað vera so galið, til ein smágenta fór at ferðast runt lond og hartaði fólkavald og okkum jarðisku onnur. Tá hendi nakað og fólk lurtaðu og skiltu skriftina á vegginum, tá grimdarregn, stormar, áarføri og gløðandi hiti slógu okkum í nakkan.

Syndin er ikki, tað hon hevur verið. Í dag er tað synd at viga ov nógv ella ikki eta rættan kost. Tað er umráðandi, at hava sunt likam, men hvussu við tí sunnu sálini? Síggja vit skriftina á vegginum, sum skrivar til menniskjað í dag?

Lívstílssjúkur fáa vit, tí vit ikki hava sæð skriftina á vegginum, sigur onkur. Og kríggj herjar í Europa og vit øtast, men sagt verður, at europeisku londini sóu ikki skriftina á vegginum, fyrr enn ov seint var.

Men hvussu skulu vit skilja skriftina á vegginum í okkara samtíð? Skulu vit spæla stuttlig og sláa alt upp í glens og siga “at soleiðis er at liva í 2022, har mann verður vigaður og funnin ov lættur í eini tíð, sum bara ger statusuppdateringar, og har vit halda tað vera feitt at verða vigaður og funnin ov lættur”?

Møguliga skilja vit als ikki hesi orðini?

Men hvar standa hesi orðini?
Vit fara til Dánials bók í gamla testamenti til tíðina um ár 630 fyri Kristi føðing. Tá livdi ein kongur, sum nevndist Nebukanesar 2. Hann fór úr máttmikla Babylón og hersetti Judea og Jerúsalem. Hann var maðurin, sum oyðilegði heilaga og virðismikla Templið hjá Kong Sálomon, rændi tað og tók við sær sum herfong, gullføt og kør og enntá Sáttmálaørkina, sigst. So hetta verður mett at vera ultimativa skemdargerðin.

Kongur legði dent á, at vakrir og klókir ungir menn, sum kongur kann fáa gagn av, skuldu takast. Hesi ungu menninir vóru fluttir til vakra Babylón, við teimum hangandi havunum.

Millum allar teir túsundtals fangar, sum Nebukanesar tók við til Babyón, var Dánjal, hvørs navn merkir ”Guð er dómari”, og vinmenninir Hananja, Misjael og Asarja.

Á kongsborgini í Babylón vóru nógv fólk í starvi hjá Nebukadnesari kongi. Eisini nakrar vísmenn, sum vórðu nevndir kaldearar og sum vóru kønir í at vegleiða, taka varsil, og skilja stjørnurnar. Har var eisini ein hirðstjóri hjá kongi, sum var ein eunukkur. Eunukkar vóru dreingir, sum vóru geldir, tí teir skuldu ansa hareminum hjá kongi. Vanliga vóru teir kastreraðir um tíggju ára aldur. Eunukkur merkir hann, sum ansar eftir songini. Teir høvdu vald, tí teir stóðu tætt kongi og fleiri teirra vóru væl lærdir.

Nebukanesar bað eunukkin finna nakrar skilagóðar menn millum jødarnar. Hesir skuldu so upplærast í babylónskari mentan og siðvenju í trý ár, so teir kundu gera tænastu hjá kongi. Og hann fann so Dánjal og vinmennirnar. Teir fingu babylónsk nøvn. Dánial fekk navnið Beltasar, sum merkir “hann sum verjir kongin” og hinir vóru nevndir Sadrak, Mesak og Abed-Nego. Teir skuldu leggja av teirra jødisku mentan og siðvenju og verða til rættar babylónskar menn, sum skulu verða kongsins studnastavar.

Tað var ikki hvørjum manni beskorið at eta við kongsins borð, men kongur gav boðini, at Dánjal og vinmenninir skuldu sleppa at eta krásir frá tí kongaliga borðinum og drekka hansara søta vín.

Men tað vildu teir ikki, ti jødar høvdu aðrar matsiðir, so hetta beyð teimum ímóti. Dánial og teir vildu hava frukt, grønmeti og vatn. Eunukkurin helt, at hetta var ikki nóg góður matur, og at teir fóru at vikna ov nógv av at eta kál. Men Dánjal bað tey lova teimum at royna í tíggju dagar. og tá síggja, um teir vóru væl fyri. So teir sluppu at liva av frukt, grønt og vatni. Tá dagarnir vóru farnir, kundi eunukkurin staðfesta, at teimum bagdi onki, og teir sluppu at eta tann kost teimum lysti.

Tá nøkur ár vóru umliðin, vóru teir fult vandir og brynjaðir at fara í kongsins tænastu.

So eina náttina droymdi kongur, og hann rópti allar sínar vísmenn til sín og bað teir siga sær, hvat tað var, sum hann hevði droymt, og hvat dreymurin hevði at týða.

Vísmenninir vistu av góðum grundum als ikki, hvat kongur hevði droymt. Men kongurin insisteraraði, at teir skuldu siga honum dreymin. Men tað megnaðu teir ikki.

Dreymurin hevði loypt ekka á kongin, so hann gav boð um, at hesir vísmenninir skuldu drepast, tí teir dugdu ikki nakað til.

Í hesum vísmannahópi vóru Dánjal og vinmenninir eisini. Tá kongsins hermenn komu og skuldu taka teir av døgum, spurdi Dánial, um hann kundi fáa eina freist á nakrar dagar. Fekk hann tað, so skuldi hann siga, hvat kongur hevði droymt, og hvat dreymurin hevði at týða.

Tað varð játtað. Dánial og teir bóðu til Guð at vísa teimum dreymin, og somu nátt so droymdi Dánial júst sama dreym, sum Nebudkanesar kongur hevði droymt.

Um morgunin fór Dánjal inn fyri kong og segði, at nú visti hann, hvat kongur hevði droymt. Í dreyminum var ein risa standmynd við gullhøvdi, men so niður eftir standmyndini minkar hon í virði, fer frá gulli til silvur og endar at standa á leirfótum. Tá kemur steinur, sum sorlar høvdið á standmyndini. Høvdið var ríkið hjá Nebudkaneser kongi og hini løgini í standmyndini symboliseraðu ríki, sum fóru at koma, men tey fóru at verða soraði og hvørva, segði Dánjal við kong.

Kongur varð imponeraður, tí Dánjal kendi dreymin, og hann helt, at tann Guð, sum Dánjal bað til, var ein stórur Guð.

Tíðin gongur og kongur droymdi aftur. Hann droymdi um eitt stórt træ, sum varð felt. Í og undir trænum funnu fuglar og djór lívd og føði, men so varð tað felt. Dánjal visti, hvat deymurin hevði at siga, men torir ikki at siga kongi týdningin, men hann slapp ikki undan og mátti siga kongi, hvat dreymurin hevði at týða.

Og tað var ikki hissinni. Tí kongur var træið, men hann hevði als ikki verið ein eyðmjúkur maður. Hann trúði ikki á Guðin hjá Dánjali, sum gevur og tekur lívsandan frá menniskjanum.

Kongur var træið, men nú var alt broytt. Kongurin hevði ikki sæð alt, sum hann hevði fingið, men ístaðin fyri trúnna á eina og sanna Guð hjá Dánjali, so hevði kongur bygt sær avgudar. Dánjal segði, at kongur fór at missa vitið, hann fór at vera sum eitt annað djór og ganga í skóginum og eta gras og urtir. Hetta fór at henda, tí kongur skuldi læra eyðmýkt í eyðmýktini.

Og tað hendi. Kongur gekk sum eitt óløgi við síðum hári og neglum og át sum djórini. Dagarnir gingu og smátt um smátt, so rann vitið á hann aftur, og hann sannaði tá orðini, sum Dánjal segði við hann, og hann helt, at øll skuldu trúgva á tann Guð, sum Dánial bað til.

So var alt aftur, sum tað var, men tó ikki, tí Dánjal segði við hann, at kongur fór at missa ríkið, og so lesa vit, at Nebudkanesar kongur doyði.

Og so var hansara tíð av!

Sonur Nebudkanesar tók við aftaná pápan, og hesin æt Belthassar. Ein dagin helt hann eina risa veitslu og um túsund fólk vóru boðin. Sum veitslan gekk, so vórða tey drukkin og við eitt rópti Belthassar kongur á tænararnar og bað teir koma við øllum gull og silvur kørunum, sum teir rændu úr templinum hjá kong Sálomoni í Jerúsalem. Teir skonktu upp vín og allir gestirnir drukku, allar konur og hjákonur og allir hirðstjórar og teir, sum vóru í starvi hjá kongi. Og hetta var stór vanhalgan !

Men so við eitt, so broyttist alt og veitslan fekk heilt aðra vend, tí við eitt skrivaði ein livandi menniskjahond á stóra kálkvegginum í veitsluhøllini. Øll sóu tað, og kongur bliknaði og varð ræðslusligin og um at hokna.

Hondin skrivaði: “Mene, mene, tekel ufarsin!"

Øll vórðu ræðslusligin av hondini, sum skrivaði. Veitslan brásteðgaði, og tey hugdu at hvørjum øðrum, um nakar visti, men ongin visti, hvat hetta var. Tey vistu heldur ikki, hvønn tey skulu spyrja, ella hvør hugsandi kundi týða orðini. Kongur, sum var illa staddur, bað síni fólk finna onkran, sum kundi hjálpa teimum, og hann legði afturat, at tann sum kundi týða orðini, skuldi verða triðmætasti maður í landinum. Allir vísmnninir komu innar, teir sóu orðini, men ongin dugdi at lesa ella greina orðini.

Í veitslulagnum var drotningamamman, sum var einkjan hjá kong Nebudkanesari, og hon kendi Dánjal og visti, at hann kundi hjálp, tí hann týddi dreymar hjá kongi. Hon segði hetta við sonin og so varð Dánjal róptur innar í veitsluhøllina og hann las hart upp, tað sum hondin hevði skrivað á kálkveggin. Orðini vóru á arameiskum, sum er jødisk dialekt, sum Jesus eisini tosaði.

Og Dánjal las tað, sum hondin hevði skrivað : “Mene, mene, tekel ufarsin!"

Og hetta høvdu orðini at týða:
Mene merkti: Guð hevur talt ríkisár tíni og leitt tey at enda.
Tekel merkti: Tú ert vigaður á vágskál, men funnin ov lættur.
Peres merkti: Ríkið títt er sundurskift og givið Medum og Persum.

Dánjal greinaði, at “orðini siga, at kongur er vigaður, taldur og deildur – tú ert vigaður á vektini og funnin ov lættur. Guð hevur talt dagarnar í tínum ríki og hevur gjørt ein enda á teimum, tí tú ert vigaður og funnin ov lættur og títt ríki er lutað millum tínar fíggindar."

Dánjal sigur, at kongur virðismetir gull og silvur fram um alvalda Guð, sum hevur lívsandan hjá øllum í sínum hondum. Kongur er vigaður og funnin ov lættur, hansara ríkisár eru komin at enda, ríkið verður givið medum og persum.

Belshazzar kongur vildi heiðra Dánjali, tí hann bæði kundi lesa og týða orðini fyri kongi, men longu somu nátt kom Darius úr Medalandi og tók við valdinum, lesa vit.

Tá Dánjals bók er komin at enda, hvørvur Dánjal. Vit vita so at siga onki um hansara uppruna ella enda, bara hansara ovurstóra týdning í kongsborgini í Babylón. Hann gjørdi ongar neyðloysnir, hann fór ikki á kompromis við sín jødiska uppruna og trúgv. Hann var óræddur maður, sum helt fast við sín uppruna og himmalska kong í mun til jarðisku kongarnar, sum hann arbeiddi fyri í Babylón,hesir, sum í vankunnu fullu, tí teir vóru vigaðir og funnir ov lættir, tí teir ikki vóru førir fyri at skilja skriftina á vegginum.

Slíkar dagar sum hesir samkirkjudagar í dag, skulu fáa okkum at steðga á og vita, um nakað verður skrivað á okkara vegg, bæði heima og úti í heimi, og um vit duga at skyna á, áðrenn ov seint verður.

Orð: Armgarð Arge.