Skriva út

Samfallandi eind prestanna

20.01.2016 Tíðindi
Samfallandi eind prestanna

TAÐ ER NAKAÐ SERLIGT AT SÍGGJA ALLAR SÓKNARPRESTARNAR Í LANDINUM HALDA HENDUR OG STANDA Í RING, RÓSANDI HVØRJUM ØÐRUM FYRI TAÐ SERSTAKA JALIGA HJÁ HINUM.

DERHARD JÓGVANSSON, JANUAR 2016

Allir sóknarprestar landsins vóru týsdagin 19. januar savnaðir á Hotel Føroyum. Føroya Stiftsstjórn hevði boðið øllum á skeið. Tað er altíð spennandi at møta sínum starvsfeløgum og var hesin dagurin einki undantak. Tosað varð óført, meðan láturin rungaði av brosandi andlitum.

Tað var Willemoes ProConsult, sum førdi sóknarprestarnar ígjøgnum hetta skeiðið, sum byrjaði klokkan 9.00 og endaði klokkan 21.00. Hetta var samstundis byrjanin til eitt tíðarskeið, har sóknarprestarnir javnan hittast til fundir og skeið. Hetta fyri at geva íblástur, eggjan og amboð til starvið.

Hesin fyrsti dagurin setti sjóneykuna á einstaka sóknarprestin og ta skipan, hann/hon er partur av. At presturin, sum øll onnur, hava tríggjar síður, tá ið talan er um samleika: Tað privata, tað persónliga og tað professionella. Í gerandisdegnum kann tað vera torført - fyri ikki at siga til tíðir ógjørligt - at skilja hesar síður frá hvørjari aðrari. Og viðhvørt skulu tær ikki skiljast sundur, men vit lærdu, at tað kann vera til stóra hjálp at vera tilvitaður um hesar síður, soleiðis at ein betur kann handfara relatiónirnar við medmenniskjuni á ein sunnan og góðan hátt fyri allar partar.

Ein uppgáva, prestarnir fingu, var í fýra flokkum at tekna eina mynd, ið lýsti Fólkakirkjuna sum skepnu í mun til bygnað. Ein flokkur teknaði eitt DNA, ein eitt menniskja og tveir eitt træ. Prátið gekk óført, tá ið tosað var um, hví júst henda ella handa myndin lýsti Fólkakirkjuna so væl. Prestarnir fingu nógv burturúr.

Eftir fleiri fyrilestrar og ymiskar uppgávur í felag, í flokkum og í einingi, var tað ein serlig uppliving at standa í ring saman við starvsfeløgunum, haldandi hendur og siga hvørjum øðrum tað jaliga um hini.

Sóknarprestarnir eru ymiskir, men øll eru serstøk og hava nakað ávíst jaligt at geva heildini, sum henda dagin kendist sum ein samfallandi eind. Sera góður, lærandi og gevandi dagur.