Skriva út

Sálmurin riggaði væl til tann harða tónleikin

25.01.2019 Tíðindi
Sálmurin riggaði væl til tann harða tónleikin

Ein partur av nýggjárshaldinum hjá mongum er at hyggja eftir teimum mongu og áhugaverdu sendingunum, sum Kringvarpið hevur at bjóða teir dagarnar.

Her verður hugt aftur á farna árið, og eftir, hvat tað nýggja árið man bjóða, væl krúddrað við tónleiki og øðrum skemtiligum innsløgum.

Tvær av sendingunum, sum vóru á skránni hetta ársskiftið vóru sendingarnar við felagssangi úr Kollafirði, og so tann nógv umrødda, og sera væl gjøgnumførda nýggjársgudstænastan úr Tvøroyrar kirkju.

Henda gudstænastan, sum var fyrsta sendingin í 2019, gjørdi uttan iva sítt til, at mong hvukku eitt sindur við, tá tey frættu, hvat skuldi fara fram undir hesi gudstænastuni, har Jónsvein Bech, sóknarprestur prædikaði.

Gudstænastan var í mangar mátar sum ein vanlig gudstænasta, men hevði haraftrat fleiri framførslur av tónleiki og kórsangi. Tað var kanska serliga eitt, sum vakti undran – og helst eisini forvitni – hjá mongum: Fólka/rokk tónleikabólkurin Hamradun skuldi nevniliga framføra eitt lag.

Vit, sum sóu gudstænastuna, vórðu her vitni til eina framúr góða og inniliga framførslu, tá forsangarin, Pól Arni Holm og bólkur hansara framførdi, tað til løtuna sera viðkomandi lagið ”Tað er ein stutt og stokkut løta”.

- Eg haldi sjálvur – og tað halda hinir í bólkinum eisini – at tað riggaði sera væl at framføra henda sangin í Tvøroryar kirkju, sigur Pól Arni, tá vit spyrja hann um hesa serligu framførsluna.


HÁBÆRSLIGT YVIR SÆR
Gudstænastan var, sum nevnt skipað sum ein vanlig gudstænasta í Kringvarpinum, og varð tikin upp nakrar dagar frammanundan

Gudstænastan endaði við at Hamradun setti alla sína tøkniligu útgerð upp, og framførdi kenda sálmin, sum vit finna sum nummar 441 í Sálmabókini ”Tað er ein stutt og stokkut løta” eftir Mikkjal á Ryggi.

Frammanundan hesi framførsluni hava teir sjálvandi hugsað um, hvønn sálm teir skuldu velja til hetta serstaka høvið – ikki minst tí, tá ein veit at tað eru mong sum hyggja eftir eini slíkari gudstænastu.

Spurningurin, sum mong seta sær er helst hesin: Hví mundi Hamradun júst venlja henda sálmin? Tað vil siga: Hann stendur jú undir sálmabólkinum ”Jarðarferð” í Sálmabókini, men hóskar eisini sera væl til eitt ársskifti.

- Eg vil siga, at fyri tað fyrsta er hesin sálmurin sera vakur. Haraftrat riggar kompositiónin sera væl til harðan tónleik, tí úttrykkið er sera sterkt saman við tekstinum.

- Eg veit væl, at hann mest verður brúktur til jarðarferðir. Men sálmurin hevur nakað hábærsligt yvir sær, og er haraftrat væl skrivaður, greiðir Pól Arni Holm frá.

VÆL MÓTTIKIN
Fyri limirnar í bólkinum var tað uttan iva ein serlig uppliving og haraftrat ein avbjóðing at syngja ein sálm í fullsettari kirkju og frammanfyri rullandi upptøkutólum.

Sjálvur hevur Pól Arni ikki roynt at framføra soleiðis í eini kirkju áður, men ein av limunum í bólkinum John Áki Egholm hevur tó roynt hetta í bólkinum Hamferð.

- Men, at framføra soleiðis í Tvøroyri kirkju haldi eg riggaði sera væl. Og okur vóru eisini sera væl móttiknir, greiðir Pól Arni frá.

Og hann leggur aftrat:

- Tey, ið vóru í kirkjuni, vóru sera positiv og glað fyri framførsluna. Og vit hava ikki bert hoyrt tað sama frá teimum, sum vóru til staðar hetta kvøldið, men eisini aðrastaðni frá, nú sendingin bleiv víst í KVF.

RAMASTI ÁLVARI
Pól Arni Holm hevur drúgvar royndir sum sangari, men fyri hann hevur tað kortini alt at siga, at ein er væl fyrireikaður, tá ein skal framføra eitt lag.

Sangurin byrjaði við at urguleikan spældi undir fyrsta ørindið í sálminum, áðrenn bólkurin tók yvir og spældi á sín serstaka hátt.

- Ja, ein skal nokk hugsa um, at tað sum man ger, er tann ramasti álvari, hvat so enn man leggur í tað, slær hann fast.

Sjálvur sá Pól Arni sendingina í Kringvarpinum nýggjársdag. Og hann sigur soleiðis um alla sendingina.

- Sendingin riggaði sera væl, bæði gudstænastan og øll innsløgini ið eisini vóru har.

(Nýggjársgudstænastan hevur verið endursend nakrar ferðir í sjónvarpinum fyrr í mánaðinum. Hevur tú ikki sæð hana enn, so er møguleiki at síggja hana við at kopiera hesa leinkjuna: http://kvf.fo/sending/nyggjarsgudstaenastur-i-sjonvarpinum?sid=89463)

Orð: Snorri Brend
Mynd: Kringvarp Føroya