Skriva út
Sálmar í tempo
16.11.2018 Tíðindi
Norðurlendska tíðarritið Hymnologi hevði í juni í ár eina grein um tempo í sálmasangi í Danmark: “Salmetempo i Danmark fra Ruder Konge til i dag”. Orgulprofessarin Ulrik Spang-Hanssen, sum hevur gjørt kanningina kemur til ta niðurstøðu, at ávísir sálmar í dag verða sungnir upp til sjey ferðir skjótari enn fyri 300 árum síðani. Men hvussu man vera í Føroyum?
Leif Hansen
“Í øldir hevur verið sagt, at nútíðar kirkjutónleikur og –sangur er keðiligur, seinur og at hann ikki er fólksligur.” Danski orgulprofessarin Ulrik Spang-Hanssen spyr eisini, um eitt fólksligt sálmatempo er til,- hava kirkjuliðini eitt grundtempo, sum tey reagera negativt uppá, um vikið verður frá tí?
Ein tendensur var í barokktíðini (umleið 1600-1750) at kirkjutónleikurin hevði eitt hóvligari tempo enn tann vertsligi tónleikurin. Eftirklangstíðin í teimum stóru kirkjunum og tey fleirræddaðu polyfonsku kórverkini talaðu ofta fyri einum lágum tempo. Týskar keldur úr hesum tíðarskeiðnum nevna, at til tíðir er tempoið í sálmasangi so seint, at fólk ofta bara syngja ein tóna í hvørjum andadrátti og at fólk ikki syngja, men heldur rópa tónanar út. Eisini verður sagt, at hetta tempoið ger, at kirkjuliðini ofta broyta og “prýða” løgini eftir førimuni.
Longu stutt eftir, at reformatiónin varð sett í gildi í Danmark, eru røddir frammi um, at sálmasangurin í Danmark er rættiliga kaotiskur. Sálmabókamaðurin Hans Thomissøn, sum stóð fyri fyrstu almennu donsku sálmabókini í 1569 og Niels Jesperssøn, sum gjørdi gradualið (nótabókina) til somu sálmabók, skriva um sálmasangin í Danmark, at hann er: “forfengelig skraal og mundklammer udi kirken”.
Fyrstu øldinar eftir reformatiónina var tað umsyngingarsangurin, sum myndaði sálmasangin kring allan tann Lutherska heimin og eisini í Føroyum. Prestar ella deknar lærdu kirkjuliðini løgini, sum stóðu uppskrivað í sálmabókunum, og so vóru tey sungin so væl, sum fólk mintust. Danski sangsøgufrøðingurin Kirsten Sass Bak metir, at sálmasangurin heima við hús eisini hevur havt eina ávirkan á tempoið. Hon metir, at hvør familja kann hava havt sín variant ella sín máta at syngja sálmin uppá. Tá so øll møtast til felagssálm í kirkjuni, kundi tað ofta tykjast rættiliga kaotiskt. Hesin sálmasangurin hevur ivaleyst eisini gjørt, at sangtempoið hevur verið lágt, tí man ofta hevur bíðað eftir hvørjum øðrum, so at siga.
Í Danmark
Týska tónaskaldið J.A.P Schulz fekk í 1787 starv í Keypmannahavn sum kapelmeistari á Det kgl. Teater. Meðan hann búleikaðist í Danmark, fekk hann stóran áhuga fyri donskum viðurskiftum og fekk stóra ávirkan á danskt tónleikalív, serliga á skúla- og fólkasangin. Í greinini “Tanker om Musikens Virkning” er Schulz inni á hesum sama, sum Thomissøn og Jesperssøn skrivaðu um danskan sang góð 200 ár frammanundan. Schulz skrivar m.a.: “Endog den almindelige Choralsang i Kirkerne er endnu et raat Skrig uden reen Intonation og Sammenstemning”. Uttanfyri stóru býinar var umsyngingarsangurin uttan iva tann mest vanligi sálmasangurin í Danmark um hetta mundið. Eins og tað var í reformatiónstíðini so hava tey tónleikaligu lærdu heldur ikki dámt hendan sangin 200 ár seinni. Í Føroyum plaga vit ofta at endurgeva týska ornitologin C. J. Graba fyri at siga nakað tað sama um føroyskan sálmasang.
Í 1798 fingu danir nýggja sálmabók Evangelisk-Kristelig Psalmebog og til hesa sálmabók varð litið týsktfødda H.O.C Zinck upp í hendur at fáa til vega eina koralbók til sálmabókina. Sálmaløg vóru tá vanliga noterað eftir teirri isometrisku koraltraditiónini, sum merkti, at løgini oftast vóru noterað við hálv- og heilnótum. Skemtandi hevur eftirtíðin skírt hesar koralbøkur “eitt statsfongsul av hálvnótum”. Hendan sálmabók, sum eftirtíðin hevur kallað bæði óevangeliska og ókristeliga, kom ongantíð í brúk um allar Føroyar. Men í Havnar kirkju sigst hon at hava avloyst Kingo-sálmabókina einaferð í fyrru helvt av 1800-talinum. Tá Kgl. sanginspektørurin A.P Berggreen í 1853 útgevur eina nýggja koralbók, er hon framvegis í somu isometrisku traditión, men áhugavert er, at hann til hvønn einstakan sálm skrivar tempo sum metronomtal. Metronomurin er frá 1816, og var tí rímiliga nýggjur tá. Metronomurin sigur, hvussu nógv sløg eru um minuttin, tvs at mentonomtal 60 er ájavnt við sekundini í einari klokku og 120 tað dubulta.
Tó at tempoið hjá Berggreen í okkara eygum er sera lágt, so metir Spang-Hannsen ikki, at hetta skal síggjast sum status quo, men heldur eitt greitt kvikari tempo, enn vanligt var áðrenn.
Sum dømi um tempo hjá Berggreen kann eg nevna, nú jólini nærkast, at lagið til sálmanar “Her kommer Jesus dine smaa”, skal syngjast við metronomtalið ¼ = 50 og “Julen har bragt velsignet Bud” við metronomtalið 1/8 = 60.
Havnar kirkja
Jógvan Waagstein, tónaskald og organistur í Havnar kirkju, verður endurgivin í bókini hjá Tage Wind “Joen Waagstein”, sum kom út í 1952, fyri at siga, at Havnar kirkja í 1824 fekk orgul (harmonium) og at koralbókin hjá áðurnevnda Zinck varð tikin í brúk. Tá bleiv tann “Modernaða Homofoniin”, sum Waagstein kallar isometrisku koralinar hjá Zinck, grundarlagið undir sálmasanginum í Havnar kirkju, og hann sigur eisini, at hetta hendi uttan mótstøðu. Hinvegin var mótstøðan stór mótvegis nýggja sálmasanginum uttanfyri høvuðsstaðin. Einki er at ivast í, at koralbøkurnar, sum í 1800-talinum komu út í Danmark, eisini hava verið nýttar í Havnar kirkju, soleiðis eisini Berggreensa. Hinvegin eru mær vitandi ongar keldur, sum siga nakað um hvussu sálmasasangurin ljóðaði í Havnar kirkju, ella hvussu tempoið hevur verið í seinni helvt av 1800-talinum. Waagstein sat við orglið í Havnar kirkju í fyrru helvt av 1900-talinum og hevur ivaleyst tikið ta tá nýggju koralbókina hjá Viggo Bielefeld (1899) í brúk. Í henni eru eingin metronomtøl, og hyggja vit í tær nótaútgávur, sum Waagstein sjálvur gevur út, so brúkar hann í “Songløg” (1934) tær italiensku tempomarkeringanar, men í “Gomul føroysk sálmaløg” (1931 og 1946) verður einki skrivað um tempo. Í skúlasangbókunum (1906 og 1930), sum hann lat úr hondum, verður tempo bara skriva við ávísar sálmar og sangir og tey eru væl skjótari enn tey hjá Berggreen. Einasta sálmalagið, sum Waagstein sjálvur skrivaði, “Tiðin rennur sum streymur í á” hevur tempomarkeringina Moderato, sum vanliga hevur metronomtal 108-120. Samanlíkna vit lagið við áðurnevnda “Julen har bragt”, sum eins og “Tíðin rennur” gongur í 6/8-takt, so er tempoið hjá Waagstein nærum dubult so skjótt, sum Berggreen metti verða passandi í Danmark í 1820’inum.
Tó skal sigast at útgávan “Songløg” hjá Waagstein á mangan hátt er íblást av donsk/týsku romansutraditiónini, sum hevur solosang við fylgispæli sum ideali. C.E.F Weyse (1774-1842) skrivaði síni sera kendu løg til yrkingarnar “Morgensange” hjá B. S Ingemann og har síggja vit, at Weyse skrivar nógv hægri tempo til síni løg, enn Berggrenn ger til somu løg í koralbókini. Tí er ikki vist, at tá Waagstein skrivar Moderato til “Tíðin rennur”, er tað eitt dømi um tempo í sálmasangi í Føroyum um aldarskifti, men heldur er tað hugsað sum solosangur.
Sálmatempo í Føroyum
Broytingar í gomlu sálmasangstraditiónin í Føroyum byrja, sum áðurnevnt longu í 1820’inum og tá komið er um aldarmótið, er sálmasangur við orgulfylgispæli tað mest vanliga. Tó varð stórt innsavningararbeiðið av gomlu sangtraditiónini gjørt kring landið frá byrjanini av 20. øld og frameftir við arbeiðnum hjá Marionnu Clausen, sum tað mest umfatandi. Tí kunna vit við upptøkum og nótauppskriftum fáa eina týðiliga ábending um, hvussu hesin sangur hevur ljóðað. Um tempo sigur Marianne í bókini Andlig vísuløg í Føroyum, at serliga løg við teksti úr Kingosálmabókini: “Ofta hevur grundslagið, sum er eins við hvørt stavilsi, eitt metronomtal uppá 35-45 ella minni”. Tó sigur hon eisini, at tað ikki altíð hevur verið gjørligt at seta eitt metronomtal á, tí at tempoið broytist bæði frá ørindi til ørindi og í sjálvum ørindum. Eitt, ið eisini skal havast í huga, tá um tempo í Kingosangi umræður er, at stórur partur av upptøkum og uppskriftum eru grundaðar á einstakar informantar, og sjáldan á felagssang. Hugsast kann, at felagssangur kann hava eitt lægri tempo enn solosangur, jf. úttalilsi hjá Kirsten Sass Bakk omanfyri.
Hvussu yvirgongdin frá Kingo-sangi til sálmasang við orgulfylgispæli hevur gingið, er torført at siga nakað yvirornað um. Gransking innan hetta øki hevur nærum altíð havt eina tjóðskaparromantiska tilgongd og eina varveitandi missión, og fakfólk hava tí sæð nýggja felagssangin sum orsøk til, at aldargamla kingotraditiónin varð gloymd. Tí hevur áhugi ongantíð verið fyri hesum luti í sálmasangi okkara. Er nøkur umrøða av sálmasangur við orgulfylgispæli, so er hon oftast negativ. Tað er tí ógjørligt at siga nakað um tempo í sálmasanginum fyrstu árini eftir, at orglini komu í kirkjunar. Men givið er, at teknisku førleikanir hjá organistunum, stødd av orglum og ymisk kirkjurúm kring landið hava gjørt, at sálmatempo hevur varierað nógv frá bygd til bygd.
Elsta upptøkan við sálmasangi við orgulfylgispæli, sum eg havi funnið, er á Ólavsøku 1948 úr Havnar kirkju. Danmarks Radio gjørdi tað árið sending frá ólavsøkuni í samband við, at Heimastýrislógin kom í gildi. Tíverri verður einki sagt um, hvør situr við orglið hendan dagin. Tó at Jógvan Waagstein í 1930-inum av heilsuáðum so smátt byrjaði at rigga av sum organistur, so trúgvi eg, eftir at hava spurt meg fyri hjá avvarandi og fólki, sum minnast, at tað er Waagstein, sum er organistur hendan dagin.
Dótturin Mia byrjaði tó longu síðst í 1920-inum at avloysa pápan, men var við barn í 1948 og komin langt á ólavsøku og hevur neyvan spælt tað arið. Seinni fór maður hennara Johan Johansen eisini at røkja starvið sum organistur í Havnar kirkju. Sungin verður millum aðrar sálmur nr. 255 í sálmabókini “Vár Guð er føst og hallgóð borg”. Tempoið er á leið ¼ = 50. Tað ljóðar seint í okkara oyrum, men er væl skjótari enn Berggreen skrivaði í sínari koralbók, har hann sigur ¼ = 33. Spang-Hanssen nevnir eina plátuupptøku við hesum sálminum (Vor Gud han er så fast en borg) frá 1924 við Paul Hansen, sum liggur um sama tempo sum í Havnar kirkju. At samanbera við kann nevnast at sami sálmur í 2017 í Havnar kirkju varð sungin við tempo ¼ = ca 78. Eisini hoyra vit á upptøkuni frá 1948 fyrsta ørindi úr nr. 346 í sálmabókini “Lov og tøkk og allan heiður”. Hann verður sungin við tempo ½ = ca 48. Sami sálmur varð í 2017 sungin í Vesturkirkjuni við tempo ½ = ca 63.
Sálmatempo í dag
Tankin um, at eitt kirkjulið ella ein samkoma hava eitt natúrligt grundtempo í sínum sálmasangi, er neyvan rættur. Áðurnevndi orgulprofessari metir úr frá sínari gransking, at talan heldur er um, at hvørt tíðarskeið hevur sítt sálmatempo.
Út frá skriftligum keldum og frá upptøkum seinastu 100 árini, kann hann siga, at ávís løg, serliga isometrisku koralinar, summastaðni í dag verða sungnar upp til sjey ferðir so skjótt sum á Zincksa døgum. Hann nevndir dømi um, at “Vár Guð er føst og halgóð borg” ídag verður sungin við ¼ = 100, akkurát dubult so skjótt sum í Havnar kirkju í 1948 og væl skjótari enn upptøka úr somu kirkju í 2017.
Eisini nevnir hann sálmin “Tín miskunn, o Guð”, har eitt vanligt tempo nú liggur um ¼ = 115, skjótast eystanfyri Stórabelt. Í savninum hjá Kringvarpinum verður sami sálmur sungin við tempo ca 66. Eina kanning sum hesa, ið Spang-Hanssen hevur gjørt í Danmark, kunna vit ikki gera í Føroyum, og tó at koralbókin hjá Zinck kom í brúk í Havnar kirkju í 1820-inum, so vita vit einki um í hvørjum tempo hesar koralir hava verið sungnar. Eisini er tað at siga, at tað ganga áleið 130 ár frá tí at Havnar kirkja fær orgul til at kingosangurin verður avlagdur í Tjørnuvíkar kirkju. Tí kann sálmasangur í Føroyum hetta tíðarskeiðið ikki skerast yvir ein kamb. Sjálvt um Marianne Clausen nevnir metronomtøl í samband við Kingosang, sum ikki liggur so langt frá teimum, sum vit síggja hjá A.P. Berggreen í 1850’inum, so meti eg, at illa ber til at samanbera hendan sangin við nýggjari sang við fylgispæli. Í sínari nattúru eru hesi bæði sløgini av sálmasangi alt ov ymisk til samanberingar. Men eyðvitað er, at sálmasangurin hevur tikið væl longri tíð tá, enn hann kom at gera eftir, at orglini vóru komin í kirkjunar. At sálmasangur í føroyskum kirkjum er væl skjótari í dag, enn tann vit hoyra á upptøkuni frá 1948, er ivaleyst. Men verður Havnar kirkja tikin sum dømi, so er hugsandi, at longu ættarliðið av organistum eftir Waagstein hevur spælt sálmar í væl kvikari tempo, enn hann gjørdi. Hetta kann sigast við vissu, tí at sálmasangur, við ættarliðnum eftir Waagstein á orgulbeinkinum, er sera væl dokumenteraður. Versonur Waagsteins, Johan Johansen, var í 1960 organistur á hópin av upptøkum, sum Útvarpið gjørdi av sálmasangi tey árini, og sum vit enn hoyra í samband við Morgunlestrar í útvarpinum. Hesar elstu sálmasangsupptøkurnar hjá Kringvarpinum bera boð um, at tempoið er nakað lægri enn tað vit hoyra í dag, men er væl hægri enn upptøkan frá 1948 ber boð um.
Eins og Ulrik Spang-Hanssen sigur í sínari grein, so er ikki lætt at koma til nakra eintýdda niðurstøðu hesum evnið viðvíkjandi. Spang-Hanssen metir tó, at tempo hevur verið alsamt hækkandi seinastu 300 árini, og metir at tað seinastu 50 árini hevur gjørt eitt stórt lop uppeftir. Hann heldur enntá, at markið helst er nátt fyri, hvussu skjótur felagssangur kann vera.
Eitt slíkt tempolop seinastu 50 árini kann ikki staðfestast í Føroyum. Sálmasangur í Føroyum í dag liggur langt undir teimum tempi, sum Spang-Hanssen sigur, at danskur sálmasangur hevur í dag. Hinvegin kann staðfestast, at vit í flestu kirkjum syngja væl skjótari enn vanligt var fyri 100 árum síðani.
Dømi
Sálmasangur verður sjálvdan stýrdur av metronomtølum, men av organistum og kirkjufólki við sera ymiskari tónleikaligari bakgrund. Í stóran mun er tað kirkjuliðið einsamalt, sum syngur sálmanar, uttan hjálp frá kórum ella vandum sangarum.
Hvussu ymiskur sálmasangur í føroysku kirkjuni er á okkara døgum, kann síggjast av teimum trimum dømunum, sum eg havi tikið fram úr savninum hjá Kringvarpinum.
Nummar 328 í sálmabókini “Hesin er dagurin, Guð hevur sett”
Húsavíkar kirkja, 2018, ¼ = 76
Havnar kirkja 2013 ¼ = 96
Christianskirkjan 2015, ¼ = 102
Nólsoyar kirkja, 2018, ¼ = 108
Vesturkirkjan 2014, ¼ = 122
Savnið hjá KvF ¼ = 86
Nummar 82 í sálmabókini “Ver vælkomið Harrans ár”
Kollafjarða kirkja 2012 ½ = 58
Kunoyar kirkja 2017 ½ = 64
Nes Kirkja 2013 ½= 66
Bønhúsið í Øravík 2016 ½ = 66
Vágs kirkja 2017 ½ = 68
Hoyvíkar kirkja 2014 ½ = 70
Vestmanna kirkja 2013 ½ = 76
Fríðriskkirkjan 2014 ½ = 78
Savnið hjá Kvf ½ = 78
Nummar 541 í sálmabókini “ Nú hvítna tindar”
Skála kirkja 2011 ¼ = 78
Mikladals kirkja 2013 ¼ = 80
Miðvágs kirkja 2014 ¼ = 84
Rituvíkar kirkja 2015 ¼ = 96
Kirkjubøar kirkja 2018 ¼ = 96
Hvalvíkar kirkja 2012 ¼ = 98
Christianskirkjan 2012 ¼ = 100
Kunoyar kirkja 2017 ¼ = 100
Glyvra kirkja 2014 ¼ = 102
Gøtu kirkja 2012 ¼ = 102
Viðareiðis kirkja 2016 ¼ = 106
Onnur tíðindi