Skriva út

Sálmakvøld í Sandavágs kirkju

22.02.2022 Tíðindi
Kirkjan í myrkri.jpg

Mikukvøldið annan mars kl. 19.30 – øskudag – fara vit at syngja sálmar í Sandavágs kirkju.

Inga Poulsen Dam, prestur, innleiðir.

Hóast føstan er byrjað, verða kortini ikki bara føstusálmar sungnir, men eisini lættir klassikarar, og fleiri sálmar úr Sálmabókarískoytinum, sum við tíðini eisini eru vorðnir kendir.

Fyrsta mars fara koronatilmælini úr gildi, og við teimum hvørva eisini avmarkingarnar í kirkjuni, og hvør einasti stólur er tøkur.

Verið hjartaliga vælkomin til felags sálmasang í Sandavágs kirkju.