Skriva út
Sálmakvøld: - Kundi saktans sungið fleiri enskar sálmar
15.08.2017 Tíðindi
KLAKSVÍK: Tað er ikki á hvørjum degi, at kirkjufólk fáa møguleikan at syngja sálmar á tveimum ymiskum tungumálum undir somu gudstænastu.
Henda sjáldsama møguleikan fingu tey, sum týskvøldið í farnu viku – 8. august – fóru til eitt serstakt altjóða sálmakvøld í Christianskirkjuni.
Tiltakið var skipað í samband við Summarvikuna, sum var ein upptakt til stóra tónleikatiltakið ”Summarfestivalin 2017” í Klaksvík.
Hetta sálmakvøldið var, um ein kann siga tað so, ein upptakt til allan tann nógva og fjølbroytta føroyska og útlendska tónleikin, sum skuldi tóna út yvir býin teir komandi dagarnar.
Her í kirkjuni vóru tað sálmar á føroyskum og enskum máli sum vóru í hásæti, væl akkompagneraðir av urguleiki og hornblástri frá limum í Klaksvíkar Hornorkestri.
Liturgur var Marjun Lómaklett, sum hevði eina andakt á enskum máli móti endanum av kvøldinum. Aftaná beyð Kirkjuráðið øllum til ein góðan drekkamunn og prát í kjallaranum.
FJØLBROYTNI
Nógv kenna til tann góða og brúsandi sálmasangin, sum er at hoyra í ensku kirkjuni. Tað eru tó alt ov fá, sum hava møguleikan at kunna syngja hann.
Til hetta sálmakvøldið var eitt gott høvi at syngja fleiri av okkara góðu sálmum, men eisini nógvar av teimum kendu ensku sálmunum. Løtan endaði við at sálmurin ”Amazing Grace” varð sungin, meðan fólk reistust og sungu væl við.
Talan var jú um eitt sálmakvøld við altjóða dámi, og stuttligt var at síggja at fleiri útlendingar høvdu leitað sær til tiltakið – onkur av forvitni, og onkur annar meiri av tilvild, tí tey sóu at ljós var í kirkjuni og nógvir bilar uttanfyri.
Tað skiltist á fólki, at tey vóru sera fegin um hetta sálmakvøldið. Ja, onkur helt enntá, at hetta saktans kundi verið tikið uppaftur eina aðru ferð, her í Klaksvík ella í øðrum kirkjum kring oyggjarnar.
- Jú, tað er so sanniliga stuttligt eisini at syngja sálmar á enskum máli. Tað kundi ein saktans gjørt oftari. Tja, tað mátti kunnað borið til at sungið onkran enskan sálm til onkra gudstænastu, - bara soleiðis fyri at gera hana fjølbroyttari, segði eitt av kirkjufólkunum.
At hetta altjóða sálmakvøldið rakti plett sást ikki minst av góðu uppmøtingini í Christianskirkjuni hetta kvøldið. Prentaði vóru 200 sangørk – men tað gekk ikki long tíð, til einki var eftir!
Av sonnum var hetta ein góð upptakt til bæði Summarviku og Summarfestival.
Orð: Snorri Brend
Myndir: Dávur Winther
Onnur tíðindi