Skriva út

Sálmafagnaður í Klaksvík.

02.06.2014 Tíðindi
Sálmafagnaður í Klaksvík.

Í dag, Norðurstevnudag 1. juni, var Norðurlendsk hátíðargudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hendan guðstænastan varð sjónvarpað av Kringvarpinum og send í almennu sjónvarpsrásunum í øllum norðurlondum.

Hetta sum partur av sámlafagnaðinum, sum verið hevur, har 425 sangarar úr 33 kórum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum, hava luttikið í kórfestivalinum ella sálmafagnaðinum, sum byrjaði Kristi Himmalferðardag.

Til guðstænastuna vóru umframt dómpróstin, Una Næs, átta prestar.

Býráðið við Jógvani Skorheim, borgarstjóra við borgarstjóraketu, sat á fremstu brík og eisini landsstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø við frú.

Fyrireikararnir hava lagt eina víttfevnda skrá til rættis, har luttakararnir bæði hava sungið egið tilfar, lært nýggjar kórsatsir, eins og luttikið í felags framførslum.

Til kirkjukórfestivalin varð umbiðið eitt kórverk - ein Norðurlendsk Messa, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað og sum varð framførd av einum samansettum kóri saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.

Føroyar hava í ár verið vertur fyri einum stórum norðurlendskum festivali, sálmafagnaði, fyri kirkjukór og kirkjusangarum, sum byrjaði Kristi Himmalferðardag. Hetta er tann fjórði norðurlendski kirkjusangsfestivalurin, sum á fyrsta sinni hevur verið hildin í Føroyum.

Sum frættist frá fyrireikarunum og sangarum annars, lata øll væl at, at alt hevur gingið sera væl. Tá ið Guðstænastan var liðug fór borgarstjórin fram á kórgáttina og takkaði gestunum fyri frálíka sangin og at tey altíð vóru vælkomin higar aftur sum gestir, og tá kundu tey hava betri stundir at hyggja seg um.

Fyrireikararnir av hesum stóra norðurlendska sálmafagnaði hava stórt rós uppiborið.

Orð og myndir: Dávur Winther

Sí fleiri myndir: