Skriva út

Sálmabókaruppískoytið

16.12.2013 Tíðindi
Sálmabókaruppískoytið

Sálmarnir eru ein týðandi táttur í gudstænastuni, og í drúgva tíð hevur verið hildið, at vit hava ov fáar sálmar í Sálmabók Føroya Kirkju.

Fyri árum síðani tóku prestarnir í Eysturoynni stig til at økja um úrvalið av sálmum. Hans J. Joensen biskupur setti eina nevnd til tess at savna og skipa sálmar í eitt ískoyti til verandi sálmabók.

Nevndin var mannað við Meinhardi Bjartalíð, Jákupi Reinert Hansen, Oddvør Johansen, Oliviu Hansen og Edvardi í Skorðini Joensen.

Í formælinum verður sagt, at sálmarbókaruppískoytið er eitt ávegis verk. Talan er sostatt ikki um eina nýggja sálmabók, men eitt íkast frá okkara egnu tíð og ábending um, hvussu sálmasongurin kann verða endurnýggjaður.

Tað er Grunnurin Føroyskt Kirkjumál, ið stendur fyri útgávuni og skipar so fyri, at bókin verður til keyps í bókabúðunum. Kostnaðurin er 150,- krónur.

Týsdagin 17. desember 2013 verður so Sálmarbókaruppískoytið lagt alment fram í Glyvra kirkju kl. 19,30, har sungnir verða nakrir sálmar saman við Kór Glyvra Kirkju.

Leiðslan í Fólkakirkjuni fegnast um, at uppískoytið er komið. Vit takka øllum teimum, sum hava víst vælvild og beinasemi og havt ein virknan leiklut í hesum arbeiði. Vónandi verður Sálmarbókaruppískoytið til gleði og signingar fyri fólk og kirkju.

JF & UN