Skriva út

SAKEUS OG SIMBA

30.01.2014 Tíðindi
SAKEUS OG SIMBA

SUNNUDAGIN 19. JANUAR VAR BARNAGUDSTÆNASTA Í VESTURKIRKJUNI, HAR SAKEUS OG SIMBA VÓRU VIÐ. SAKEUS FRÁ EVANGELIINUM OG DUKKULEYVAN SIMBA.

ORÐ: DERHARD JÓGVANSSON, 24. JANUAR 2014


Tað er sunnumorgun klokkan ellivu. Kirkjuklokkurnar ringja og seinastu fólkini eru á veg inn frá forkirkjuni inn í Vesturkirkjuna, har barnagudstænasta er. Nógv børn eru komin við foreldrunum í kirkju henda morgunin. Flestu børnini seta seg frammi í kirkjuni. Fremstu benkurnir eru upptiknir. Børnini vilja fegin síggja og hoyra væl. Deknurin gongur fram til kórsgáttina og lesur inngangsbønina. Gudstænastan er byrjað.

SAKEUS

Eftir fyrsta sálmin úr sálmabókini, heilsanina, kollektina, epistulin og trúarjáttanina, verður sungið úr uppískoytinum til sálmabókina: Bókin um Jesus er bók fyri meg, har møtir Gud mær og vísir mær veg. Bíblian hóskar til stór og til smá, øll, sum tað vilja, har hjálp kunnu fá. Ein sálmur sera væl egnaður til barnagudstænastur. Børnini syngja væl við.

Úr Bíbliuni verður so dagsins evangelium lisið. Børnini reisast saman við øllum hinum og lurta væl eftir. Síðani hoyra tey um yvirtollaran Sakeus. Hesin lítli maðurin, sum fegin vildi fáa at síggja Jesus. Kleiv í eitt træ, tí hann var so lítil og sá ikki fyri mannamúgvuni. Sakeus fekk Jesus at síggja, men tað, sum størri er, Jesus sá Sakeus! Børnini eru minni á vøkstri enn tey vaksnu. Men eingin er so lítil, at Jesus ikki sær hann ella hana. Jesus vil fegin síggja okkum øll, uttan mun til, hvussu lítil vit kenna okkum. Hann vil vera okkum nær og vil gista hjá okkum. Við trúnni síggja vit Jesus, sum í hvørji okkara støðu er nær. Vit eru ongantíð einsamøll. Jesus er við okkum í øllum, vit uppliva. Vit kunnu í trúnni hvíla trygt í vissuni um, at Jesus er við okkum og hjá okkum.

SIMBA

Eftir prædiku, kirkjubøn, ápostólsku signingina og kórsvar hoyrdu vit eina samtalu ímillum Rógva og Simba. Simba er ein honddukka, sum líkist einari leyvu. Hetta er nýggja myndin fyri barnaarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Simba hevði nógvar spurningar og var ein stuttlig leyva, tí hon segði ymiskt, sum vit kanska ikki altíð sjálv tora at siga, men kortini hugsa. Úr samtaluni lærdu vit, at vit altíð kunnu venda okkum til Guds. Tá ið vit hava gjørt okkurt, sum vit ikki áttu at hava gjørt, so veit Gud tað longu frammanundan. Hann vil vegin hava, at vit kortini koma til sín og siga við okkara egnu orðum, hvat vit hava gjørt. Gud lurtar altíð og hoyrir altíð. Hann elskar okkum og fyrigevur okkum, tá ið vit biðja um fyrigeving. Hetta lærdi Simba og lærdu vit onnur eisini henda dagin í Vesturkirkjuni.

BARNAGUDSTÆNASTUR Í VESTURKIRKJUNI

Síðani varð aftur ein sálmur úr uppískoytinum sungin: Eg eri Jesu lítla lamb. Eftir henda var kollekt og Áronitiska signingin. Seinasti sálmur varð sungin, deknurin las útgangsbøn og øll bóðu Faðirvár saman, áðrenn biðisløgini ljóðaðu. Gudstænastan var liðug og børnini og foreldur teirra fóru væl hýrd heim aftur til húsa.

Soleiðis var henda barnagudstænastan í Vesturkirkjuni. Hvørt árið eru vanliga tríggjar barnagudstænastur. Í januar mánaði, august mánaði og 1. sunnudag í atvent. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni í Vesturkirkjuni, tó ikki tá ið skúlarnir hava frí. Men tá ið so skúlarnir byrja aftur eftir jólafrítíð og summarfríðtíð, byrjar sunnudagsskúlin eisini aftur. Tá verður fyrsta ferðin markerað við einari barnagudstænastu.

Øll eru vælkomin til hesar barnagudstænasturnar og sjálvandi hinar gudstænasturnar eisini.