Skriva út

Rúgvumikil føstuskrá í Norðstreymoy

12.02.2013 Tíðindi
Rúgvumikil føstuskrá í Norðstreymoy

Í Norðstreymoyar prestagjaldi eru átta kirkjur, og har verður skipað fyri nógvum tiltøkum í føstuni í ár. Umframt tær siðbundnu føstuguðstænasturnar, skipar prestagjaldið fyri fleiri øðrum mentanarligum tiltøkum.

Í skránni siga prestarnir, Bergtórur H. Bjarkhamar og Theodor E. D. Olsen m.a., at føstan er ein tíð við djúpsýni. Tí skipa tey m.a. fyri filmssýningum, einmansleikum, tónleikakvøldum og fyrilestrum.

Í fjør skipaðu tey í prestagjaldinum fyri sokallaðum Kirkjubio við góðum úrsliti. Í ár verða ikki bara filmir vístir. M.a. fer Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, at framføra tríggjar nýggjar einmansleikir í Kollafjarðar kirkju, sum Marjun Bæk, prestur, hevur skrivað. Talan er um bíbilskar persónar, sum allir á hvør sín hátt lýsa ymisk viðurskifti. Leikirnir verða nevndir “Salome”, “Jákup” og “Sebedeus”.

Eisini fara tey trý, Leif Hansen, cand. mag., og prestarnir Bergtórur Bjarkhamar og Maria J. Niclasen at halda fyrilestrar um ymisk evni.

Harumframt fer Theodor E. D. Olsen at halda fyrilestur um onkrar av filmunum, ið vístir verða, og bókmentafrøðingurin, Bergur D. Hansen fer at røða um fyrrverandi prestin í Norðstreymoy og skaldið K.O. Viderø.

Í Kvívík verður forvitnislig konsert við sangum hjá Leonard Cohen. Talan er um fólk sum Edvard Nyholm Debess, Petra Iversen, Hanus G. Johansen, Kim Hansen og Anna Maria Olsen, ið fara at tulka sangir hjá Leonard Cohen. Theodor E. D. Olsen fer at greiða frá um skaldskap hansara.