Rósan signaða og ljósa
Um jólasálmar Brorsons, við serstøkum atliti til sálmin »Hin vænasta rósan er funnin«.
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í dølum rósan grør
og fram við bláan fjørð,
hon er er tað tekin bjarta,
ið vermir sál og hjarta –
vár Jesus er vár rósa
hin signaða og ljósa.
‒ H. A. Djurhuus
Av donskum skaldskapi í gamlari tíð er valla nakað so væl kent í Føroyum sum kempu- og fólkavísurnar, tráddar á gólvi vetrarkvøld í dansi. Í andliga lívinum eru tað sálmar Kingos.
Úr Týsklandi kom pietistiska vekingarrørslan til Norðurlond um Suðurjútland, har Hans Adolf Brorson (1694-1764) var ein av høvuðsvegarunum. Hetta sæst væl í mongu sálmum hansara, ið fólk tóku til sín sum dýrar andligar gripir. Liðin eru 325 ár síðan Brorson var borin í heim í Randrup í Suðurjútlandi, har hann var prestur í átta ár; síðan í Tønder eisini í eini átta ár. Árini 1736-41 var hann stiftspróstur í Ribe, og frá 1741 til deyðadags 1764 biskupur í Ribe.
Eitt av mætastu skaldaverkum Brorsons er »Trúargripurin rári« (1739). Seinni kom eisini út (eftir deyða Brorsons) dygdarverkið »Svanasongur« (1765) við fleiri av bestu sálmum hansara. Nú ið stundar til jóla skulu vit her umrøða jólasálmaskaldskap hansara við serstøkum atliti til »Hin vænasta rósan er funnin«.
Hesir jólasálmar hava verið sungnir í kirkjum okkara, men serstakliga er tað síðan jólatræið kom í kalla hvørt heim í landi okkara. Ein serstaka nógv sungin sálmur um træið er »Her koma, Jesus, tíni smá« í týðing eftir Emil Joensen (1891-1975):
Tú okkum smáu drag til tín,
o, góði sálarvinur mín,
at hvør av okkum svá
í trúnni fast teg fevna má.
Brorson livdi dastið av seytjandu øld. Hetta er tann tíðin, pietisman er algongd í luthersku kirkjuni í Norðurlondum. Ein kirkjulig trúarstevna, ikki ólík heimamissiónini, sum tók seg upp øldina aftaná.
Á døgum Brorsons var eisini kendi sjónleikahøvundurin Ludvig Holberg í vælmaktini. Og í hesum viðfangi skal nevnast, at Holberg noyddist at gevast at skriva sjónleikir eftir at Christian VI kongur hevði sett forboð ímóti at fara á leikpall leygarkvøld og sunnukvøld. Kongur var sjálvur pietistur og forboð hansara var í gildi so leingi hann ráddi. Heldur enn at stuttleika sær áttu fólk at fara í kirkju at hoyra mergjaðar og andbornar prædikur.
Hvussu jólahaldið annars var í Danmark í hesum tíðum fáa vit eina mynd av við at lesa »Jólastovu« Holbergs. Ikki øll týggjaðu sær væl á jólum og vitjaðu javnan hesar jólastovur, sum vit nú á døgum kalla barrir, skonkistøð ella ølstovur. Har var nógvur ólevnaður av drykkjuskapi og nógvir av jólasiðunum høvdu røtur í fyrikristnari tíð.
Eftir trúbótina hevði kirkjan áhaldandi roynt at rudda burtur allan hendan óskikkin. Á umreisum sínum prædikaðu biskuparnir staðiliga um at leggja av allar slíkar óvanar. Í 1683 verður ásett við lóg forboð »mod al forargelig legen om julen«.
TAÐ ER SUM PRESTUR í Tønder, at Brorson í 1732 letur fyrstu jólasálmar sínar prenta. Har í býnum var talimálið bæði danskt og týskt. Hámessa og kvøldgudstænasta vóru á týskum. Brorson fekk loyvi at hava danska prædiku í morgungudstænastuni fyri dønum, men sálmarnir vóru týskir.
Brorson setti sær fyri at bøta um hetta trotið. Til jóla 1732 letur hann prenta eitt lítið hefti við jólasálmum. Á permuni stendur: »Nogle Jule-Psalmer, Gud til Ære og Christne Sjæle, især siin elskelige Meenighed, til Opmuntring til den forestaaende glædelige Jule-Fest. Eenfoldig og i Hast sammenskrevne af H. A. B.«.
Í hesum bóklingi vóru tíggju sálmar, av teimum átti Brorson níggju; hin eini var týddur. Hesir sálmar geva okkum eina mynd av, hvussu Brorson ætlar at læra fólk at halda jól. Hann minnir tey á at leggja av alt verðsligt sinni við hesum orðum:
Bort Syndens Natteveje,
som vi tilforne gik!
Hver hjælpe at udfeje
den gamle Juleskik.
At danse og at stime
i Verdens syndig Id,
hvor kunde det sig rime
med Jesu Fødsels Tid?
Syndalevnaðurin má fáa ein enda, tí
Skal Julefesten være
til Jesu Lov og Pris,
saa lad ham faa sin Ære
paa lovlig Kristenvis.
Hereftir komu smá sálmahefti til hvørji jól, men ongantíð stígur Brorson so treystliga fram sum yrkjari enn í hesum fyrsta heftinum í 1732. Seinni er yvirhøvur talan um týðingar.
Í tí fyrsta heftinum finnast slíkir dýrgripir sum t.d. »I denne søde juletid«, »Den yndigste rose er funden« og barnasálmurin »Her komme dine arme smaa«.
Tann fyrsti jólasálmurin í hesum hefti er »Bort, verdens juleglæde« og er eitt beinleiðis álop á jólastovugildini, sum hann heitir á fólk um at halda seg burtur frá og heldur gleðast um náði Guds í Jesusi Kristi.
Annar sálmurin í hesum heftinum hjá Brorson er »I denne søde juletid tør man sig ret fornøje«, sum Jákup Dahl, próstur, týddi í 1927, »Í hesi sælu jólatíð vit glað øll skulu vera«. Hesin sálmurin er ikki einans ein digur og reystur jólasálmur, men skarar sum sálmur framúr í síni heild.
So bergtikin, Brorson er av náði Krists, eigur takkarsongurin ikki bert at ljóða um allan heim, men ljóma við so miklum mátti, at foldin skal ganga kyk og helheimur skal ógvast við.
Í triðja ørindi samanber Brorson frelsaran, sum borin var í heim, við sáttmálaørkina, ið flutt var úr Silo til herbúðirnar hjá ísraelsmonnum, so at teir kundu vinna sigur á fíggindanum:
Ein lovsong vit frambera tá,
um fátt vit kunnu bjóða,
hosianna og halleluja
skal allar staðir ljóða;
Guðs ørk er send í váran her,
tí syngja vit um sigursferð,
har áður vón var eingin;
vit syngja um hin sæla frið,
so helviti skal ógvast við
at hoyra einglasongin.
Í sætta ørindi tekur skaldið við tey, sum hava sorg og trega. Hetta sama árið, Brorson gav út jólasálmar sínar, doyði móðir hansara, og elsti sonur hansara var fongdur av eini ólekjandi sjúku. Við hesum royndu lutum í huga yrkir hann:
Og syrgin hjørtu skilja best,
hvat henda stóra fagnarfest
av gleði letur bjóða.
Sjeynda og síðsta ørindið var ikki við í sálminum í fyrstuni. Brorson skoytti tað uppí seinni til tess at leggja dent á, at uttan mun hvussu illa veit við hjá okkum mannabørnum, so eigur gleðin um Guds son at bera okkum vónina um, at tá dagar okkara her á fold eru taldir, fara vit við honum inn í ríki Guds:
Halleluja, nú endað stríð,
hvør er tann, sum nú klagar!
Hvør gongur stúrin sorgum í
nú hesar sælu dagar!
Guðs kirkjufólk, syng hátt í ský:
Halleluja, vár gleði ný
er sæl, so ei finst líki!
Halleluja, halleluja!
Guðs son eg á, eg fari herfrá
við honum til Guðs ríki!
At hesir sálmar ikki bert vóru ætlaðir at syngja í kirkjuni í Tønder jólamorgun 1732, fáa vit at vita av egnu orðum Brorsons um, at teir mega »klinge i hver Mands Hus og Bo«. Og hetta ynski hansara varð sanniliga uppfylt. Sálmarnir rinu við fólkið sum døgg á turran hógv.
HANS ANDREAS DJURHUUS (1883-1951) er okkara ljósi og fólkakæri tjóðaryrkjari. Hann skrivaði eina ørgrynnu av sangum, har hann lýsti náttúruna, fólkalív og, sum tíðin beyð, tjóðskaparliga sjálvskenslu.
Men tað er ein partur av skaldskapi Hans Andriasar, ið rein serstakliga við føroysku fólkasálina. Sum lærari og yrkjari var tað honum sjálvsagt eisini at skriva barnasangir. Í jólasanginum »Á barnaárum ungu« minnist H. A. Djurhuus aftur á barndómsins jól, tá hann sat og spældi sær við jólaljósini. Hann tendraði tey og sløkti, meðan hann bíðaði eftir at kirkjuklokkurnar skuldu ringja jólini inn. Tá klokkurnar fóru at ringja, tendraði hann tey øll, og í glæmuni ímyndaði hann sær tann lítla kongasonin, ið bar ljós og vón til heimin.
Og ár tey eru runnin.
Nú spæla onnur børn sum eg.
Tá jólaljósið tendrast,
tá vitja minni meg.
Bæði á bundnum og óbundnum máli hevði Hans Andr. Djurhuus framúr góð ímyndingarevni. Dømi um hetta er søgan »Hin vænasta rósan« (Jólaboð 1940), um hvussu hesin jólasálmur Brorsons við sama navni er vorðin til.
Í einari mynd hjá danska listamálaranum Christian Bang (1929) finna vit sálmayrkjaran í skrúðrúminum í gomlu kirkjuni í Tønder, sitandi við skriviborðið, lítandi at einari frostrósu í klakaða gluggarútinum. Og hó! Hásongurin kemur honum til hugs: »Eg eri Sárons rósa, liljan í dølunum« (Hás. 2,1). Hann fær hugskotið til sálmin »Den yndigste rose er funden«, yrktur til lag eftir Joseph Klug fra 1542.
Og eisini her finnur Hans Andrias Djurhuus sálmayrkjaran. Í søguni »Hin vænasta rósan« leiðir hann okkum ein gongutúr í mjáu gøtunum í Tønder tvey hundrað ár aftur í tíðina og inn í gomlu kirkjuna.
TAÐ KAVAR Í TØNDER BÝI – og hevur kavað á øllum ættum. Ikki hevur verið farandi út fyri dyr. Kavin liggur langt upp at veggjunum, næstan upp ímóti stovuhæddini. Inni er grátt og skýmligt, úti er hvítt og deytt. Eingin gongur úti í slíkum veðri. Fólk hava eisini nógv at takast við innanhýsis, tí tað eru bert átta dagar eftir til jóla.
Eitt kvøldið slítur í, og tá fer at frysta. Eysturættin hevur ment seg so mikið, at hon hevur sópað kavaskýggini út yvir havið. Har standa tey so sum ein gráhvítur múrur úti í havsbrúnni, tí har tekur vesturættin við.
Hetta kvøldið glógva stjørnurnar á himmalinum yvir Tønder, og menn eru farnir út at ganga. Summir fara at vitja skyldfólk og kenningar. Aðrir – og tað eru teir flestu – leita sær oman í vertshúskjallararnar at fáa sær nakað at drekka av tí sterka slagnum, sum fær teir stutt bil at gloyma kuldan og veturin.
Her ljóða bæði kátar og ljótar vísur, tí nú eru jólini komin – og jól og øl og brennivín, tey hoyra saman. Tað halda fólk flest – og sjálvandi eisini íbúgvararnir í Tønder.
Hin ungi presturin, Hans Adolf Brorson, er eisini farin út at ganga. Friðurin í honum er so djúpur, at hann í kvøld ikki gevur sær far um tær vísur, hann hoyrir. Hann er heilt burtur í øðrum heimi, har hann gongur.
Hann heldur leiðina niðan móti kirkjuni, tí gomlu kirkjuni í Tønder, ið hevur so nógvar vakrar myndir frá teirri katólsku tíðini. Hann hevur ofta staðið innari í kóri og hugt at hesum myndum, sum mangan hava fingið hann at hugsa um, at verðin gongur undir – og at alt, sum í henni er, skal følna sum blóman um heystið. Alt lívið er sum ein skuggi, ein dreymur, men tann, sum gongur Guds vegir, hann hevur lív um aldur og ævi.
Meðan hann er í hesum tonkum, er hann komin inn í kirkjugarðin. Har eru eingir krossar at síggja, allir eru undirkavaðir. Men hann sær tað ikki, fyri honum eru krossarnir har – og undir teimum sova tey, sum einaferð skulu vakna, tá ið lúðurin fer at ljóða á síðsta sinni. Sælur er hann, sum er sovnaður í Harrans hondum, hugsar hann, meðan hann gongur niðan at kirkjudurunum – hann fær at síggja hin æviga morgunroðan – men hini ...
Her rennur annað hugskot fram fyri hann. Hann líkasum sær fyri sær ein stóran skara í hvítum klæðum – sum túsund fjøll við kava á. Tey vera mong, sum fara at síggja Gud andlit til andlits. Á tann gleði, ið tá verður.
Hann er komin inn í kirkjuna og fer inn í kórið, sum skyggir ímóti honum. Mánin er komin upp og lýsir ígjøgnum tey høgu, bogaðu kirkjuvindeyguni. Her er hann heilt burtur í heimi. Verðin hvørvur og alt, sum í henni er. Hon er honum als ikki í huga. Her fatar hann sum onga aðrastaðni tey, sum gingu syngjandi í deyðan. Hitt snjóhvíta liðið – sum túsund fjøll við kava á.
Innari í kóri bregður hann sær úteftir. Vindeyguni eru fryst, men nú – sum mánin lýsir ígjøgnum tey – er tað fyri honum sum tað grógva rósur á hvørjum rúti. Vakrar og reinar, hvítar rósur, hvørs angi minnir um dóp, ferming, brúdleyp – og deyða. Alt lívið á einum rósublað. Men tann fagrasta rósan er tó hon, sum spratt av Guds kærleika. Tí kærleika, sum ber alt og tolir alt – sum ikki søkir sítt egna eins og menniskjans kærleiki ger.
»Skikka okkum soleiðis, góði Gud, at tú kanst brúka okkum sum amboð í tínum hondum,« sigur Hans Adolf Brorson og fer inn í sakristiið. Her hevur hann sitið mangt kvøldið og manga náttina, bæði á sumri og vetri. Og ofta hevur hann kent hitt veldiga suðið av anda yvir sær, so veldigt, at hann hevur skolvið.
Í kvøld er ikki soleiðis. Nú kennir hann seg vera komnan hægri upp. Setir seg við borðið framman fyri vindeyganum og situr og hyggur at rútunum – teim smáu blýfestu rútunum. Eisini har eru hvítar rósur. Tá er tað sum veturin er burtur og sólin skínur og øll verðin er fyri honum sum ein rósugarður. Men tað, sum hevur gjørt verðina alla so vakra – tað er Jesus, sprottin av Guds kærleika. Hann var hin fagrasta rósan, sum øll menniskju áttu at tikið ímóti – við gleði. Ikki minst hann sjálvur, sum kanska var veikastur av øllum. Hann situr soleiðis eina góða løtu, kveikir ljósið og skrivar niður hugsan sína. Og hon verður til vers – hin fagrasti sálmur, »Hin vænasta rósan er funnin«.
Tá ið hann reisir seg og fer heim, er náttin komin. Men tað er ein lýggj nátt, við boði um vár og gævastu grøði. Vesturættin er komin. Hann kennir kavan kreyma undir fótum.
HVØR HEVUR TÝTT til føroyskt »Den yndigste rose er funden«? Henda spurning seta mong, tá tey hava blaðað fram sálmin »Hin vænasta rósan er funnin«, sum er nr. 130 í Sálmabók Føroya Kirkju, og har síggja, at týðarin er ókendur.
Fyrsta føroyska týðing av hesum sálminum stendur í Búreisingi, sum Sandoyar prestur A. C. Evensen (1874-1917) gav út í 1902. Har er týðarin ikki nevndur, og henda týðing tykist ikki at hava verið í brúki nakrantíð í kirkju okkara.
Í Føroyum hava vit kent sálmin frá teirri fyrstu útgávuni av Ungdómssangbókini, sum Emil Joensen, prestur, legði til rættis og Hitt Føroyska Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn gav út í 1929. Í hesari bókini og seinni útgávum av henni (1939 og 1947) stóð týðingin, sum Emil Joensen hevði gjørt, »Hin fagrasta rósan er funnin«. Hon varð brúkt til 1960, tá føroyska sálmabókin kom út við broyttari týðing, »Hin vænasta rósan er funnin«. Ókendur var týðarin tá og ókendur er hann enn í nýggju sálmabók okkara (1990/2019).
Jólasálm siga vit »Hina vænastu rósuna« vera. Jú, men hann er eisini ein vekingar- og umvendingarsálmur. Ein so staðilig tala, sum tað yvirhøvur letur seg gera í einum eyðkendum Brorson-sálmi. Sálarsyrgjarin átalar fólk, sum sjálvan jólaaftan heldur setast við drykkjuborðið enn at fara í kirkjuna at syngja Gudi lovsong. Í fimta ørindi sigur hann:
Tit harðvunnu tistlar og dáar,
hví halda tit tykkum so háar?
Hví standa tit altíð so reystir
í spillandi stórlæti festir?
Í sjeynda ørindi leggur Brorson sítt jólaynski fram fyri Jesus:
Tær eitrandi lystir tú oyðir,
til kross tín meg blídliga leiðir.
Ikki eru tær søgurnar fáar um fólk, sum á deyðastrá hava havt áttanda og seinasta ørindið á munni:
Lat verøld meg háða og aga,
lat tornirnar stinga og naga,
lat lakið tey yvir meg breiða,
eg rósuna altíð vil eiga.
AT BRORSON HEVUR YRKT aðrar sálmar enn jólasálmar, tað vita øll, sum ganga í kirkju ella á møti. Hvør kennir ikki megnarsálmin »Op al den ting, som Gud har gjort« (1734), sum Chr. Matras meistarliga hevur týtt til føroyskt, »Upp alt, ið Harrin hevur gjørt« (1920).
Sagt verður, at Chr. kongur VI fagnaði hesum sálmi so mikið, at hann beint aftaná læt Brorson fáa biskupsembætið í Ribe. Kristian varð nevndur »hin gudrøkni kongurin«, ið sá Harrans minsta skaparverk vera stórt og soleiðis ásannaði orðini í 2. sálmaørindi:
Og gingu kongar fram á rað
og vístu megi mesta,
teir megnaðu ei minsta blað
á notulegg at festa.
Umframt at gera eitt støðugt vekingararbeiði og at skipa fyri ymiskum kristiligum sosialum arbeiði, so eru sálmar Brorsons størsta gávan, ið pietisman hevur lagt eftir seg sum kirkjulig rørsla.
Mangir av hesum sálmum verða framvegis brúktir sum kirkjusálmar. »Teir eru ikki bara dýrgripir við sínum bíbilska og kristiliga innihaldi, men eisini í bókmentaheiminum verða teir mettir sum mætastu skaldaverk,« sigur Jóhs. Andr. Næs í bók sínari »Varðar á kirkjugøtuni« (Heimamissiónsforlagið 2004).
Í donsku sálmabókini (2003), sum hevur 791 sálmar, eru 116 hjá Brorson; av teimum hevur hann yrkt 56 og týtt úr øðrum málum 60. Í Sálmabók Føroya Kirkju eru 592 sálmar; av teimum eru 27 eftir Brorson.
Eins og Kingo fevnir Brorson víða í sínum sálmaskaldskapi. Og verður blaðað í føroysku sálmabókini, so síggja vit, at sálmar hansara eru í øllum deildum. Køn bókmentafólk siga Brorson sum sálmayrkjara teljast millum mætastu donsku lýrikararnar.
Sálmarnir bera í sær kall til umvending, trúarstríð og avnoktan. Alt í áliti á, at náði Guds og kærleiki eru ótømandi. At ein undir hansara verndarhond altíð kann kenna seg tryggan og glaðan.
Hans Adolf Brorson (1694-1764). Í skrúðrúminum í gomlu Tønder kirkju. Lítandi at klakaða rútinum framman fyri skriviborðið, sær Brorson eina frostrósu, ið fær hann at hugsa um »Sárons rósu, liljuna í dølunum« (Hás. 2,1). Mangt bendir á, at her er hugskotið komið til jólasálmin »Hin vænasta rósan er funnin«.
Málningur: Chr. Bang. Kgl. Bókasavnið, Kphvn.
Jólasálmur Brorsons »Her koma, Jesus, tíni smá« verður nógv sungin um jólatræið.
Savnsmynd
Hans Andr. Djurhuus (1883-1951). Lærari og skald. Í søguni »Hin vænasta rósan« gevur hann eina skaldsliga mynd av hvussu Brorson yrkti jólasálmin við sama heiti sum søgan.
Málningur: S. J.-Mikines (1934). Listasavnið
Kavi í gongugøtuni við Torgið í Tønder. Her var Brorson prestur í átta ár eftir onnur átta í føðibýnum Randrup. Seinni var hann stiftspróstur í Ribe, síðan biskupur har.
Mynd: Jyllandsposten
Funningskirkja. Her eins og í øðrum kirkjum í Føroyum verða sálmar Brorsons sungnir í týðingum eftir m.a. Jákup Dahl, Emil Joensen og Chr. Matras.
Savnsmynd