- Ronja skal kenna seg trygga í kirkjuni
”Kanska undirmeta vit tað sum børn okkara fáa við av øllum tí, sum gongur fyri seg rundan um tey. Eg vil tó siga, at tey fáa rættiliga nógv við, hóast tey kanska bert eru fáar mánaðir gomul!”
Millum pinkubørnini sum møta upp til Vøggusangin í Christianskirkjuni er lítla Ronja, sum er her saman við mammu síni, Maria.
Tær hava verið her nakrar ferðir, av teirri einfaldu orsøk at tiltakið er gott – og tí at tað gevur teimum báðum nakað heimaftur við sær.
- Tá eg gekk við Ronju sá eg, at tey í Christianskirkjuni lýstu við Vøggusangi, og tá hugsaði eg beinanvegin: Hetta tiltakið skulu vit báðar altso fara til, greiðir Maria Ziskason Nesá frá.
Her verða sungnir teir góðu og kendu barnasangirnir – so sum ”Her koma, Jesus tíni smá”, ”Minst til at biðja Faðirvár” og ”Gakk tú tryggur”.
- Tá Ronja varð doypt fekk hon Barnasálmabókina sum gávu frá kirkjuni. Vit hava onkutíð sungið úr henni heima við hús.
- Nú syngja vit so hesar og aðrar sangir í sjálvari kirkjuni, og tað dámar okkum báðum sera væl, leggur hon aftrat.
SØGAN FÓR RUNT
Sum vit áður hava nevnt her á hesi heimasíðuni eru tað longu liðin eini fimm ár, síðani at fólk í Christianskirkjuni – við urguleikaranum, Jóhannu Johannessen á odda – tóku stig til henda Vøggusangin.
Hetta tiltakið verður hildið í vetrarhálvuni, og er annanhvønn fríggjadag frá klokkan 10 og úteftir.
Ein av hesum døgunum í apríl mánaði skiftu vit orð við Mariu um hetta tiltakið, ið savnar millum 8 og 16 mammur við pinkubørnum teirra.
Líkt er til, at mammur í Klaksvík eru, og hava verið sera fegnar um tiltakið. Tær hava í øllum førum greitt frá hesum í sínum umhvørvi, og soleiðis er søgan um vøggusangin farin víðari – og kom at enda eisini til Mariu.
- Ja, eg hoyrdi um hetta tiltakið frá onkrari sum eg kenni. Og so havi eg eisini lisið um tað á Facebook, greiðir hon frá.
- Og jú, eg haldi, at hetta er eitt fínt tiltak.
TRYGG Í KIRKJUNI
Henda fríggjamorgunin í apríl mánáði vóru tær rættiliga væl mannaðar – 12 mammur við pinkubørnum sínum.
Sjálvar hava Maria og Ronja verið við til Vøggusangin tríggjar ferðir, tí sum Maria sigur: - Hetta er gott fyri dóttrina.
- Eg vil við hesum onkursvegna fáa Ronju inn í kirkjuna her í býnum. Hon er nakað lítil enn til at fara í sunnudagsskúla, men hetta er so ein góð byrjan, slær Maria fast.
Og hon leggur aftrat:
- Við einum slíkum tiltaki vóni eg eisini, at hon so líðandi fer at kenna seg trygga her í kirkjuni.
SYNGJA FYRI BARNINUM
Hóast Ronja bert er nakrar fáar mánaðir gomul, so heldur mamman, at henni dámar sera væl at lurta eftir tónleiki.
- Heima hjá okkum hava vit sungið nógv saman við henni, bæði nú, men eisini tá eg gekk við henni. Og ja, - eg haldi at hon tímir hetta, og lurtar ordiliga væl eftir sanginum.
- Her fær hon eisini nógvan og góðan sang, tónleik og rørslur. Og vit mugu heldur ikki gloyma tann sosiala partin, tá vit báðar soleiðis eru saman við øðrum mammum og pinkubørnum teirra, vísir Maria Ziskason Nesá á.
Fyri hana er eingin ivi um, at eitt slíkt tiltak hevur týdning fyri Ronju og øll hini børnini.
- Eg haldi so avgjørt, at tey fáa nakað burtur úr. Og sjálvandi, - skal eitt slíkt tiltak vera og halda fram, er neyðugt er vit onnur stuðla uppundir og møta upp.
(Hetta er triðja og seinasta greinin um Vøggusangin í Christianskirkjuni. Hinar báðar fyrru greinarnar stóðu at lesa her á heimasíðuni 3. og 9. mai 2019.)
Orð/mynd: Snorri Brend