Skriva út

Rógvi Dam: - Dávid er eisini viðkomandi í dag

26.11.2014 Tíðindi
Rógvi Dam: - Dávid er eisini viðkomandi í dag

FUGLAFJØRÐUR: Henda dagin í november-myrkrinum fingu børnini í Fuglafirði eina heldur øðrvísi vitjan.

Tey vóru møtt upp, saman við foreldrum sínum í kirkjuni til tiltakið ”Góða nátt søgur”.
Hesaferð var tað Rógvi Dam av Argjum, og sum børnini kenna frá barnasendingunum í sjónvarpinum, ið var á vitjan.

Við sær hevði hann ikki hin kenda drekan sum hann upptraðkar við. Hann hevði ístaðin ein hóp av góðum bíbilskum søgum og tilhoyrandi klædnabúnum við sær– enntá eina søgu, sum Rógvi sjálvur hevði skrivað um Dávid og Goliat.

BRÚKA ØLL
Rógvi er ein kreativur persónur, og tá hann sigur frá søgum, kann hann ikki lata verða við at brúka stórar rørslur. Og tað varð eisini brúkt, tá Rógvi skuldi vísa, hvussu Goliat var.
Dávid varð eisini eftirlíknaður, út frá bestu hugsan hjá Rógva um, hvussu Dávid veruliga hevur verið.

Sum skilst úr Fuglafjarðar kirkju varð hetta gjørt á ein sera skemtiligan hátt, so at tað veruliga fangaði allar aldursbólkar.

Frásøgn hansara varð knýtt at nútíðini, tá ið Rógvi fortaldi um hvussu vit, enn tann dag í dag, kunnu gera sum Dávid, og líta á at Gud er við okkum, líkamikið hvussu torført alt tykist at verða.
Hann vísti somuleiðis eisini á, at Gud kann brúka eitt og hvørt menniskja, og at einum ikki nýtist at vera serliga stórur, ella at verða tann ið er best til okkurt, fyri at lata seg brúka av Honum.
- Gud kann brúka okkum øll, segði Rógvi, ið eisini fortaldi eina aðra søgu sum dukkuleik.

LURTA
Hetta tilkakið "Góða nátt søgur" verður hildið einaferð um mánaðin.

Byrjað verður við at eta eina góða máltíð í kirkjukjallaranum. Síðani verður farið niðan í kirkjuna at hoyra søgu, og hesaferð var tað so Rógvi sum átti kvøldið.

Sum oftast er tað sóknarpresturin sjálvur, Havstein Klein sum fortelur søgu, men hesa ferð slapp hann so at sita og lurta eins og hini.

Rógvi Dam greiðir frá, at børnini og tey vaksnu fylgdu óføra væl við – og dugdu sera væl at svara spurningunum aftaná.

- Hetta gjørdi eisini sítt til, at børnini sjálvi gjørdust partur av forteljingini, sigur Rógvi Dam.

Aftaná sluppu børnini, sum vera man, at heilsa uppá teirra sjónvarps-idol.


Eftir Snorra Brend