Skriva út

Røkka út í hvørja stovu við gleðiboðskapinum

07.01.2019 Tíðindi
Røkka út í hvørja stovu við gleðiboðskapinum

Desember mánaði er hann, tá nógv verður gjørt burtur úr at bjóða inn til konsertir og framførslur í føroysku kirkjunum.

Hesar vísa seg at vera sera vælegnaðar bæði til størri og smærri konsertir – og sjálvandi eisini til tað, sum tær eru ætlaðar til: At savna fólkið til gudstænastu at hoyra gleðiboðskapin um Jesus.

Vit hava sæð lýsingar og tíðindaskriv um eina konsert her og eina aðra konsert har, við eini skrá ið lutvíst ella heilt, hevur verið halgað jólahøgtíðini í orðum og tónum.

Kring oyggjarnar hava tær størru kirkjurnar staðið á odda í hesum sambandi. Men eisini tær smærru kirkjurnar hava valt at taka henda táttin upp við at skipa fyri tónlistarligum tiltøkum í og uttanfyri gudstænastuna.

Vit hava eisini sæð at kirkjur hava lýst við heilt øðrvísi tiltøkum, ið venda sær til ein ávísan aldursbólk. Millum hesar er Dómkirkjan sum seinnapartin nýggjársaftan bjóðaði inn til eina serstaka barnagudstænastu.

Og fyri at nevna eitt aftrat, so hava aðrar kirkjur dugað rættiliga væl at sett sín serliga dám á gudstænastur, ið hava verið vístar í Kringvarpi Føroya.

Her hava tey, ið ikki sjálvi kundu fara í kirkju hesar dagarnar, havt ein frálíkan møguleika at síggja, hvussu ein kirkja í lítlari sókn skipar sína gudstænastu.

NÝYRKTUR SANGUR
Fyri at taka gudstænasturnar í sjónvarpinum fyrst, so eru upptøkufólkini altíð fús, konsentreraði og hugagóð, tá tey vitja í kirkjum og samkomum kring oyggjarnar.

Desember mánaður í 2018 var einki undantak í so máta. Her vitjaðu upptøkufólkini viku um viku tvær av kirkjunum í sóknini Eystan Múla, sum Norðoya eystara prestagjald eisini verður nevnt.

Sunnudagin 16. desember tóku teir upp eina gudstænastu í kirkjuni á Viðareiði. Hetta var samstundis ein av fyrstu gudstænastunum, sum teir tóku upp við bestu tøkni, nú møguleiki er fingin at taka upp gudstænastur í høgari dygd (vanliga stytt: HD).

Til hesa gudstænastuna var eitt barnakór – ella eitt kór við skúlanæmingum – sum setti sín serliga dám á gudstænastuna. Tey sungu tveir jólasangir, harav annar teirra var nýyrktur av henni ið leiddi barnakórið.

Sunnudagin eftir – tollaksmessudag - var manningin í Hvannasunds kirkju og tók upp eina familjugudstænastu. Her hevði kirkjuráðið skipað fyri morgunmati áðrenn gudstænastuna í kirkjuhúsinum, ið er bygt beint við kirkjuna.

Undir familjugudstænastuni vóru vanligir sálmar sungnir, eins og sóknarpresturin hevði tekstin á einum lættari máli. Eitt annað øðrvísi við hesi gudstænastuni var, at kirkjufólkið slapp at syngja fýra sangir við guittara-undirspæli, eins og myndin vísir.

Men kanska var sjálv Nýggjársgudstænastan hon, ið breyt mest frá teirri vanligu gudstænastuni ein sunnumorgun. Hesaferð vóru upptøkurnar til gudstænastuna gjørdar í kirkjuni á Tvøroyri.

HAMRADUN Á TVØROYRI
Her í Tvøroyrar kirkju var alt lagt upp til eina spennandi skrá við sálmasangi, prædiku, bíbliulestri og fleiri ymiskum framførslum av tónleiki.

Tað serstaka hesaferð var, at Kringvarpið hevði avgjørt at henda gudstænastan skuldi ”forevigast” sum upptøka og sendast kring alt landið, beint eftir at vit vóru farin inn í nýggja árið.

Gudstænastan byrjaði sum allar aðrar gudstænastur í kirkjuni, men sum ein part av skránni hoyrdi vit bæði kór og einstaklingar syngja og spæla ymisk løg.

Hæddarpunktið á tí tónlistarliga økinum var uttan iva, tá bólkurin Hamradum við tí tunga tónleikinum slapp framat mikrofonum og ljóðførum.

Bólkurin hevði her valt at enda hesa frálíku gudstænastuna við sálminum ”Tað er ein stutt, ein stokkut løta” (nr. 441 í Sálmabókini).

Stillisliga og sannførandi framførdu teir henda sálmin, sum Mikkjal á Ryggi hevur skrivað. Tað var týðiligt og greitt, at kirkjufólkinum dámdu hesa framførsluna, tí øll sótu við stívum oyrum og eygum og lurtaðu eftir bólkinum.

Eitt heppið val at lata henda bólkin syngja henda álvarsama tekstin, sum eina góða inngongd til 2019.

INN Í HVØRJA STOVU
Hinvegin so er eisini hugaligt hjá hyggjarum úti um landið síggja eina vanliga gudstænastu í sjónvarpinum, um ein kann siga tað so.

Vit sóu eisini eina gudstænastu úr einum heldur serstakum staði – nevniliga missiónshúsinum í Æðuvík. Her var somuleiðis boðið til gudstænastu, har sóknarpresturin prædikaði í tí rættiliga fullsetta missiónshúsinum av bæði børnum og vaksnum.

Og nú sunnudagin var sent úr Dómkirkjuni í Havn. Kanska var kirkjufólkið ikki tað nógva, men her var kortini ein møguleiki hjá hyggarunum at fáa eina góða gudstænastu og prædiku við.

Her er bara nortið við nakrar av teim gudstænastum, sum hava verið varpaðar út í sjónvarpinum. Parturin hjá útvarpinum hevur als ikki ligið eftir í hesi sælu jólatíðini. Her hevur ein eisini verið víða úti um oyggjarnar við sendara teirra, og sent frá gudstænastum víða um.

Í sama andadrátti kann haraftrat verða nevnt tær mongu føstu sendingarnar, sum seta sín dám á skránna hjá útvarpinum í desember – Morgunlesturin, Hetta heilaga evangeliið skrivar, Credo og andaktirnar sunnukvøld.

Staðfestast kann tí, at Kringvarp Føroya aftur hesaferð gjørdi sítt til at fólk kring allar oyggjarnar, og í útlondum, kundu fáa Guds orð borið inn í stovurnar beinleiðis ella umvegis Internetið, ella hvar fólk nú einaferð vóru stødd.

Eingin ivi er um, at uttan hesa frálíku tænastuna frá Kringvarpi Føroya hevði adventin, jólini og ársskiftið verið munandi fátækari. Tøkk fái tey fyri teirra arbeiði.

(Meiri kann lesast um upptøkurnar til sjónvarpið í greinini : Jákup: - Vit kunnu ikki stýra móttøkuni av boðskapinum (22. desember 2018).

Orð: Snorri Brend
Mynd: Gudstænasta í Hvannasunds kirkju (kvf.fo)