Skriva út

Røða løgmans á Mandela minningarhaldið 30. des. 2013

01.01.2014 Tíðindi
Røða løgmans á Mandela minningarhaldið 30. des. 2013

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

Fyrst av øllum, stóra takk fyri høvið at siga nøkur orð her í kvøld. Hetta er ein ómetaliga stórur heiður fyri meg. Í øðrum lagi eiga fyriskipararnir stórt rós uppiborið fyri at taka stig til tiltakið. Stóra tøkk skulu tit hava fyri tað.

Tað góða sigraði.

Søgan um Nelson Mandela er stórsligna søgan um ein rættvísan, sterkan, men ongantíð hevndarhugaðan mann, sum ikki slepti vónini um, at rættvísið ein dag fór at sigra. Og tá avtornaði, sigraði tað góða.

Nelson Mandela er ein glógvandi fyrimynd og hetja. Arbeiði, hugsjónir og avrik hansara hava verið við at skapa og mynda heimssøguna.

Hann umboðar ódeyðiliga boðskapin um at stríðast fyri tí góða, sum mangan hevur trong kor í einum heimi fullum av líðing og neyð.

Lívið hjá Nelson Mandela var longri, hendingarríkari og meira pínufult enn hjá teimum flestu. Hvussu hann, eftir so nógv ár í varðhaldi, var førur fyri at vera uttan hevndarhug og beiskleika, er framvegis ein gáta.

Í ævisøgu síni, sigur Nelson Mandela, at tað býr ein kjarni av góðlyndi í hvørjum einasta menniskja, eisini í hjartanum á tí versta fangavørðinum.

Og hann veit, hvat hann tosar um. Tí í heili 27 ár sat hann í fangatippi hjá apartheidstýrinum, harav fleiri ár í tí tiltikna fongslinum á Robben Island uttan fyri Capetown.

Yvirskotið hjá Mandela sum menniskja, meðan hann er í varðhaldið, er óveruligt.

Í brævaskifti við konuna Winnie Mandela, skrivar hann, at fangatippið er eitt frálíkt stað at læra seg sjálvan at kenna.

Hann leggur afturat, at tá ið eitt menniskja vigar sín framburð sum einstaklingur, hyggja vit ofta eftir teimum ytru umstøðunum sum: Vælstand, útbúgving, ávirkan og hvørja sosiala støðu, tú hevur í samfelagnum.

Mandela ásannar í brævinum til konu sína, at ytru umstøðurnar gamaní hava týdning, men um vit bara hyggja at ytru umstøðunum, síggja vit einans ytru løgini í einum menniskja. Tá eru vit fátøk, tí tað eru teir innaru eginleikarnir, ið hava nógv størsta týdningin.

Nelson Mandela er persónliga ímyndin av, at órættvísi og óndskapur kann læra okkum grundleggjandi loyndardómar og sannleikar um, hvussu hitt illa verður vunnið við góðum, og hvørjar fortreytirnar eru fyri grøðing av so djúpum samfelagsligum og persónligum sárum.

Hann bardist fyri rættvísi – og ikki ímóti einum fígginda.

Hansara heimland, Suðurafrika, hevur hýst vakrastu og samstundis ræðuligastu eginleikunum hjá einum menniskja.

Frá 1948 til 1992 búleikaðist suðurafrikanska fólkið undir rasistisku og harðskapssinnaðu apartheid skipanini, og í kjalarvørrinum av hesi skipan, hevur heimurin verið vitni til, hvørjar ræðuleikar og hvønn óndskap menniskjan er før fyri at avrika.

Nelson Mandela megnaði at fáa tað góða fram í einum sundurskildum og særdum fólki, har allir partar vóru vorðnir offur fyri hatri, fremmandgering og fíggindagering.

Hann vildi fyrigeva.

Omanfyri høvuðsdyrnar á eini týningarlegu í Póllandi frá seinna heimsbardaga stendur:

"Vit vilja fyrigeva, men vit vilja ongantíð gloyma, tí tann, sum gloymir mistøkini úr fortíðini, er dømdur at endurtaka tey".

Hesi somu orðini nýtti Nelson Mandela í stórari talu fyri suðurafrikanska fólkinum stutt eftir, at F.W. de Klerk í 1990 hevði leyslatið Mandela.

Hann legði dent á, at fyrigeving og sáttargerð snýr seg ikki um at venda blinda eyganum og deyva oyranum ímóti órættvísini. Tvørturímóti.

Sanna sáttargerðin avdúkar og opinberar ræðuleikarnar, líðingina, eyðmýkingina, pínuna, misnýtsluna og sannleikan, og júst hetta er vegurin fram.

Fyrigeving er at siga frá sær rættindini at hevna, og hetta vísir seg at hava eina frígerandi og loysandi ávirkan á offrið.

Hjá Mandela var eingin framtíð uttan fyrigeving. Grundføstu prinsippinum í einum rættarsamfelag máttu víkja í avmarkað tíðarskeið fyri at forða einum blóðbaði í Suðurafrika.

Skuldi tjóðarbyggingin eydnast, var neyðugt at lekja sárini frá fortíðini. Revsing og hevndarhugur vórðu skift út við eina uppbyggjandi trúgv og vón á tað góða í menniskjanum.

Framferðarhátturin hjá Mandela varð frammanundan og av mongum spáddur ongantíð at kunna virka, tí hann einfalt fór út um øll menniskjalig mørk, men mótvegis øllum spádómum vísti fyrigeving, náði og sannleiki seg at sigra og stíga upp um alt vit. Leisturin hjá Mandela eydnaðist, tí skiftið frá apartheid til fólkaræði fór fram uttan borgarakríggj.

Nú er Madiba slóknaður. Ein kyndil er slóknaður. Nelson Mandela hevur sett varandi spor eftir seg. Hann nam við okkum øll.

Vit menniskju leita støðugt eftir fyrimyndum og hetjum. Tað kemur meira enn so fyri, at onkur verður róptur fyri eina stjørnu og alt ov brátt sløknar aftur.

Stjørnan hjá Mandela hvílur á tryggari grund. Hansara eftirmæli er meitlað fast í stein.

Takk fyri!