Skriva út

Røða landsstýrismansins allahalgannadag 1. november 2012

02.11.2012 Tíðindi
Røða landsstýrismansins allahalgannadag 1. november 2012

Minningardagur teirra sjólátnu

Í dag er allahalgannadagur – 1. november. Dagurin, tá Merkið kring alt landið er vundið á hálva stong.
Merkið, ið savnar tjóðina í gleði og sorg, vísir okkum, at dagurin í dag er ein álvarsdagur. Ein dagur, ið fær okkum at steðga á eina løtu.

Okkara lívsleið, starv og virksemi annars kunnu vera so ymisk.
Men kortini hava vit øll tað til felags, at vit sigla øll gjøgnum lívið móti tí ævigu havnini.

Summi fingu eina váta grøv, og tað bar ikki altíð til at hava eina jarðarferð, har tey avvarðandi kundu siga farvæl, sum vanligt er.

Hóast vit kunnu verða gávað við besta sjómansskapi, og okkara kønastu høvd og hendur stýra okkara skipum, so er ikki altíð, at boð berast í bý.

Tí er allahalgannadagur ein dagur, har vit minnast tey, sum fóru undan okkum. Tey, sum mynstraðu av áðrenn vit og vóru við til at mynda okkum sum land og fólk.

--

Tá 19. øld var farin at halla, broyttust Føroyar frá at vera eitt bóndasamfelag til eitt ídnaðarsamfelag.

Føroyingar keyptu sluppir, og starvið hjá flestu føroysku monnum kom at vera á sjónum. Hetta merkti vinnuligan framburð fyri landið.

Men tað hevði eisini ein prís, sum mangar føroyskar familjur máttu gjalda.

Serliga undir seinna heimsbardaga mistu føroyingar nógv fólk á sjónum.

Nýggjársdag í 1942, tvs. fyri 70 árum síðani, tók Jákup Joensen, próstur og seinni varabiskupur, stig til eina árliga afturvendandi guðstænastu í Havnar kirkju til minnis um tey sjólátnu. Nøvnini vórðu lisin upp, og síðani varð hetta gjørt á hvørjum ári.

Nýggjársdag 1943 prædikaði Jákup Joensen aftur. Talan var um eina kensluborna prædiku um allar teir, sum ikki bóru boð í bý, og eftir prædikuna vórðu nøvnini á ikki færri enn 60 sjómonnum, sum vóru deyðir á sjónum farna árið, lisin upp. Hetta er ivaleyst torført hjá teimum flestu at ímynda sær í dag!

Vert er eisini at leggja sær í minni, at í eini prædiku í september 1944 hjá sandoyarpresti, Blicher-Winther, varð hetta evnið umrøtt. Hann var bjartskygdur og væntaði, at kríggið fór at verða liðugt innan eitt ár.

Í prædikuni vórðu líðingarnar hjá norðmonnum og dønum undir týskum hervaldi nevndar. Men eisini tað fámenta føroyska fólkið hevði síni deyðu at minnast, minti hann á – og lutfalsliga høvdu føroyingar helst fleiri deyð at minnast enn nøkur onnur tjóð.

Eftir kríggið var orðaskifti um minningardag teirra sjólátnu.
Fleiri ymiskir dagar vórðu nevndir, men at enda var semja um at fara aftur til tann gamla minningardagin, 1. november, sum kirkjan í øldir hevði brúkt sum minningardag.
Í 1949 samtykti Løgtingið, at 1. november skuldi verða minningardagur teirra sjólátnu.

Hendan vakra siðin halda vit enn við virðing fyri okkara sjófólki, sum mangan setti sítt lív í váða fyri land og fólk.

Heldur ikki gloyma vit leiklutin, ið kvinnurnar ofta fingu undir hesum umstøðum, tá tær sum einkjur uppaldu børnini, tóku sær av húsi og heimi og øllum tí, sum er at gera á landi. Ofta hendi jú tað, at fleiri ættarlið av monnum gingu burtur.

--

Nú vit skriva 2012, eru 100 ár liðin síðan eina ta mest umrøddu skipsvanlukkuna í friðartíð, tá skipið Titanic sakk á veg yvir um Atlantshavið.
Hóast skipið var væl betur tryggjað enn trygdarkrøvini ásettu tá í tíðini, so ber til at siga í dag, at hendan hendingin varpaði ljós á, at alneyðugt er við varsemi og bestu trygdarútgerð á sjónum.

Í ár eru eisini liðin 80 ár síðan sluppirnar Immanuel og Laura gingu burtur við 38 monnum, og 70 ár síðan trolarin Nýggjaberg gekk burtur, tá 21 mans ikki komu afturíaftur. Og fyri minni enn eini viku síðan vóru 55 ár síðan Stella Argus fórst eftir at hava verið á sildaveiðu.
Ta ferðina fórust 22 mans.

Við hesi feigdarhending í 1957 í huganum og við myndini av søgnini um Kópakonuna yrkti skaldið Tummas Napoleon Djurhuus:


“Stormdunið inn yvir bygdirnar stendur
- burtur er sóltíð og gaman –
í briminum uttast við úthavsins strendur
taka sjólætnir hendurnar saman.
--
Og einaferð fara vit eisini sjálvi
- tá leiðin at enda er gingin –
við úthavsins strendur – í broti og gjálvi –
fara vit sjálv upp í ringin”.


Hóast kørg kor, hava føroyingar í øldir sett sítt álit á Hann, ið øllum valdar.

Vit syngja í einum av sálmum okkara, at

“Útróðrarbátarnir tóku ferð, vígdir av heilagum sangi”.

Latum okkum við hesum í huga, at teir gomlu - hóast ofta hættisligar umstøður - við áræði hugdu frameftir og til Hin alvalda sungu: Nú leiti eg til tína náði!

Vit koma saman á hesum minningardegi teirra sjólátnu fyri at minnast og virða tey, sum undan eru farin, við vón um styrk og ugga til okkara á vegnum fram.

Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava ein av tykkara kæru á sjónum.

Latið okkum reisast og við virðing og takksemi minnast tey, ið farin eru!

Síðani allahalgannadag í fjør eru hesir farnir á sjónum:

Jón Jallur Gaasedal, Klaksvík, 47 ár, druknaði á Filipininum 18. des. 2011

Jákup Andrias Hentze, Tórshavn, 44 ár, druknaði sunnan fyri Hvítanes 11. januar 2012

Arnfinn Niclasen, Tórshavn, 56 ár, deyður umborð á Juvel 2 í Grønlandi 4. september 2012


Tøgn 1 min....


Jacob Vestergaard
landsstýrismaður