Skriva út
Røða hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í sambandi við bíbliuhandan.
19.11.2012 Tíðindi
Eg fari fyrst av øllum at takka fyri, at eg sum landsstýrismaður eri boðin við til hesa stóru løtu – og så vil jeg også byde vor danske gæst hjertelig velkommen.
Kristnin, og við henni Bíblian, hevur á so mangan hátt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið í dag, eins og hon á mangan hátt hevur havt sín avgerandi leiklut her í undanfarnum øldum – ja kanska heilt síðani fyrsta landnámið, bendir granskingin nú á.
Ikki minni týdning hevur bíblian á føroyskum havt fyri menningina í føroyska málinum og fyri menningina í føroyska samleikanum.
Í dag kann tí vera ilt at fata tær umstøður, ið gjørdu, at bíblian ikki varð umsett nógv fyrr, og vit kunnu bert fegnast um, at ognarrætturin til løggildu bíbliuumsetingina loksins kemur á føroyskar hendur. Bíblian er sum sagt ikki bara ein átrúnaðarligur gripur, men so sanniliga eisini ein málsligur og mentanarligur gripur, og eisini sæð úr hesum sjónarhorni er tað kærkomið, at ognarrætturin til løggildu bíbliuumsetingina nú er á føroyskum hondum.
Júst í hesum førinum gevur tað veruliga meining, at eg – umframt fólkakirkjuna og onnur trúarsamfeløg – eisini havi undirvísingarmál og mentamál sum málsøki. Her rennur veruliga saman.
Vit eiga ikki annað, enn at fegnast um, og takka fyri, at danska bíbliufelagið á sinni tók uppá seg ábyrgdina at geva løggildu føroysku bíbliuumsetingina út, tá tað vísti seg, at ikki bar til at fáa útgávuna í lag í føroyskum høpi, og eisini er tað at gleðast um, at felagið trúliga hevur røkt hesa uppgávu í so mong ár.
Vit kunnu eisini fegnast um góða samstarvið, sum hevur verið millum føroyingar og danir á bíbliufelagsøkinum, og at hetta samstarv nú verður lyft upp á eitt hægri, javnbjóðis støði, nú føroyingar – sum natúrligt er hjá tjóð við egnum máli – hava valt at taka hesa ábyrgd uppá seg, og arbeiða miðvíst fram móti at verða fullgildur limur í altjóða samtakinum av bíbliufeløgum.
Ikki minst er hetta seinasta at fegnast um, tí tað ber bert til at vera limur í altjóða samtakinum av bíbliufeløgum, tá breið undirtøka er millum samkomurnar í landinum um at virka saman um hetta stóra endamál – og tað er mín vón og sannføring, at felagið sum frá líður fer at røkka enn longur við hesum parti av setninginum eisini.
At enda fari eg at ynskja unga, sjálvstøðuga føroyska bíbliufelagnum blíðan byr og Guds signing við arbeiðinum, okkum øllum og kristnini at frama.
Onnur tíðindi