Skriva út
Roðar nú páskasól um fjøll
17.03.2016 Tíðindi
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Føstan er nú runnin. Komandi sunnudagur er pálmasunnudagur og vit standa við inngongdina til dymbuldagavikuna og páskahalguna.
Føstan er fyrireikingartíðin til hesa komandi vikuna, ið eisini verður nevnd hin stilla vikan. Ein tíð, vit í kirkju okkara royna at minna okkum á, at tað var ikki við lítlum og løttum, vit vóru endurloyst frá syndini, deyðanum og Satans valdi, men at tað var Guds egni sonur, ið gav sítt heilaga likam og blóð okkum til sálarbót.
Hesum hava vit gott av at minna okkum á. Og tað átti at verið ein sjálvsagdur lutur, at vit mintu okkum á hetta hvønn einasta dag. Men hesin heimur, vit liva í, er nú einaferð soleiðis vorðin, at hann dregur og lokkar okkum at sær – eisini tey, ið hava frímóð at kalla seg Guds børn. Tað vit av røttum áttu at minst til, hava vit so lætt við at gloyma burtur. Tessvegna kann tað bert vera við kraftarverki Heilaga Andans, at vit í føstuni fram um aðra tíð, skulu minnast Jesu frelsuverk. Og hetta hevur ivaleyst verið gjørt í flestu føroysku heimum soleiðis sum Jóannes Patursson (1866-1946) minnir okkum á í føstusálmi sínum:
Legg nú niður verðsligt sinni,
búgv nú væl títt hjarta til,
lat ei eiga pláss har inni
tað, sum spilla av sær vil;
rudda út og ger tað bjart,
birt har ljós, sum fyrr var svart,
at so frítt har í kann verða,
so Guðs bílæt tú kann bera.
Hetta er kanska ikki so vanligt á okkara døgum. Vit liva í eini tíð, har mangt av tí gamla verður sjúgvað til viks. Tó eiga vit at geva bønarhaldinum tann serstaka dám, henda tíð krevur av okkum.
Mariumessa – dagurin, ið er vígdur boðan Mariu um at hon skal føða heimsins frelsara, fellur í ár saman við langafríggjadegi – degnum, ið sami frelsari leið krossdeyðan. Tað lív, sum tók við á boðanardegnum, endar í páskahalgu okkara í ár á sama degi. Men vónin og uppreisnardagurin eru fyri framman.
Altartalvan í Hests kirkju lýsir Mariu við Jesusbarninum og hirðunum kring seg. Sven Havsteen-Mikkelsen hevur málað hesa altarmynd, ið letur upp fyri tulkingarmøguleikum. Umframt fjósið og krubbuna í Betlehem sjálva jólanátt, tá heimsins frelsari var borin í heim, finna vit í myndini tvær aðrar høvuðshendingar í kristindóminum. Bitar og sperrur umskarast soleiðis, at tey mynda krossar, og her hava vit Golgata og krossdeyðan langafríggjadag. Og ljómin úr krubbuni ímyndar sigurssólina tá Jesus reis upp úr grøv páskamorgun.
Deyði, hvar er nú broddur tín?
Helviti, hvar er tín sigur?
Risin er aftur frelsari mín,
áður í grøv lagdur niður.
Roðar nú páskasól um fjøll,
vermir og og gleðir hjørtu øll!
Tøkk havi Guð fyri lívið.
Tað hvílir av sonnum ein sigursæla yvir hesum páskasálminum. Eyðsýnt er, at skaldið Fríðrikur Petersen (1853-1917) hevur valt sær skriftorðini úr 1. Kor. 15,55: »Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?«
Í skaldskapi sínum var Fríðrikur Petersen, próstur, einfaldur í hugmyndum, men fastur og sterkur í orðalagi. Hetta síggja vit bæði í sálmum og fosturlandssangum hansara. Tað er ár 1900, hann yrkiti sálmin um deyðans yvirmann, ið reis úr grøv páskamorgun; sama ár sum hann tekur við embætinum sum Føroya próstur, við bústaði á Nesi í Eysturoy.
Hesin sigursongur birtir í okkum lívsvónina, tí dymbildagavikan hevur allar tíðir borið ein lagnutungan dám yvir sær. Tað er líðingarsøgu Jesu, vit hoyra. Men í sálmi sínum minnir Fríðrikur Petersen okkum á, at tað júst var lagnutunga gongdin út á Golgata, ið leiða skuldi mannaættina fram til gleði og vón. Tað var við deyða sínum á krossinum og uppreisn síni, at Jesus fullgjørdi frelsugerningin og vann okkum ævigt lív. Tí halda vit páskir.
Við ljósaru tíðunum á árinum koma páskirnar – um várið, í stundan okkara móti sumri, og tær eru eitt framhald av tí ljósi, sum birtist í okkum myrkastu háverturstíð, á jólum, tá vit minnast føðing hansara, ið deyðan leið á krossinum.
Gleðiligar páskir.
Onnur tíðindi