Ríki Krists
Ein tann týðiligasti vitnisburðurin um, hvussu rætt og álítandi, Bíblian greiðir frá, eru frásøgurnar um himmalsferð Krists.
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Seinni opinberaðist hann fyri teimum ellivu, meðan teir sótu til borðs, og hann átalaði teir fyri vantrúgv og hjartans harðleika teirra, at teir ikki høvdu trúð teimum, sum høvdu sæð hann upprisnan. Og hann segði við teir: »Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum! Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur. Og hesi tekin skulu fylgja teimum, sum trúgva: í navni mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka um ormar; og um tey drekka okkurt eiturbland, skal tað ikki saka tey; tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk.« Síðan varð Harrin, eftir tað at hann hevði talað við teir, tikin upp til himmals og hann settist við høgru hond Guds. Men teir fóru út og prædikaðu allar staðir, og Harrin arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum teknunum, sum við fylgdu. (Mark. 16,14-20).
Kristi himmalsferðardagur (nú 30. mai) er fjøruti dagar eftir páskir og tíggju dagar fyri hvítusunnu. Ein tann týðiligasti vitnisburðurin um, hvussu rætt og álítandi, Bíblian greiðir frá, eru frásøgurnar um himmalsferð Krists.
Ein tíð, sum var full av pátrúgv, og sum hevði eina heilt aðra heimsmynd enn okkara, kundi lættliga fingið høvi til at gera nógvan háva burtur úr eini slíkari stórhending, sum himmalsferðini.
Men í evangeliunum verður bara sagt frá, at Jesus var saman við lærisveinunum og talaði við teir, so at teir skiltu, at hetta var síðsta ferðin, teir sóu hann her á fold. Síðan varð hann tikin upp í einum skýggi, sum tók hann burtur úr eygum teirra.
JESU VÆLSIGNANDI HENDUR, sum hann rætti upp, áðrenn hann fór til himmals, vórðu lærisveinarnir ongantíð at gloyma. Henda sjón hevði rist seg so fasta í minni teirra, at einki kundi káma hana burtur.
Í roynd hevði hvør einasti dagur, lærisveinarnir høvdu ferðast saman við Frelsaranum hesi trý árini, hann virkaði her á foldum, verið merktur av hansara vælsignandi hondum. Áður høvdu teir ikki skilt hetta, men nú á skilnaðarstund var hetta teimum greitt.
Tað er so mangt, ein ikki skilir fyrr enn á skilnaðarstund, tá alt er við at fara aftur um sýn. »Føgur er líðin,« segði Gunnar á Líðarenda, tá hann var lýstur útilagin og leit aftur um bak á heimstaðin. Hann hevði ikki varnast hetta áður, men nú á royndarstund opinberaðist fjálgleikin og fagurleikin. »Frítt er Eystfelli frá at fara,« segði Sjúrður við Kellingará.
Ikki heldur hann og hinir Floksmenninir høvdu varnast tryggleikan og heimafjálgnið fyrr enn tann dag, teir løgdu frá landi og skuldu halda kós út í tað ókenda og óvissa.
Og á skilnaðarstund stóðu lærisveinarnir á sama krossvegi. Saman við Jesusi hevði hvør dagur verið fjálgur og ljósur – ein hátíðardagur. Men teir høvdu ikki varnast hetta fyrr enn nú. Og teir høvdu verið tornæmir at læra teir setningar, Jesus hevði sett teimum fyri áðrenn hann tann eina dag skuldi setast í kongsstól sín.
Himmalsferðardagin halda vit til tess at minnast Jesus setast í kongsstól sín. Og hetta er stórur høgtíðsdagur. Eftir at Jesus á uppreisnardegi hevði sigrað á teim máttum, ið liggja sum ok á okkum mannabørnum – synd, deyða og djevli – kann hann nú setast við høgru hond Faðirs síns. Og tað merkir, at honum er givið upp í hendur alt vald – á himli og á jørð, sum trúarjáttanin sigur.
Og her er sanniliga munur á valdi – djevulsins valdi og Jesu ríki. Undir djevulsins valdi liva vit í ótta fyri deyðanum. Við syndaokinum liva vit í ótta fyri dómi Guds, ið er ævig glatan. Og djevulin er fíggindin, sum strembar eftir vanlukku okkara. Men syndarinnar, deyðans og djevulsins vald er brotið. Hetta vald er upp á lænta tíð.
EYÐKENNIÐ FYRI RÍKI JESU síggja vit við teimum teknumn, sum fylgja teimum trúgvandi, og sum bera gleðiboðskapin. Tey skulu reka út illar andar sum tekin um, at djevulin hevur mist vald sítt. Tey skulu tala við nýggjum tungum (1. Kor. 13,1), sum tekin um, at Gud og menniskju tala saman. Tey skulu taka um eiturormar og drekka eiturbland uttan at hetta skaðar tey; eitt tekin um, at í Jesu ríki hevur deyðin mist vald sítt; syndanna roknskapur eru gjørdur upp. Sjúk skulu tey grøða sum tekin um, at í ríki Jesu er eingin sótt og eingin pína. Alt hetta er farið.
Himmalsfarni Harri og frelsari okkara hevur tikið sæti í kongsstóli sínum. Einki kann vika ella kollvelta fullgjørda verk hansara. Einki vandamál er til, ið hann ikki kann greiða bæði í dag og allar komandi dagar.
Lat bert tey klóku háða og spyrja, hvar himmalin er. Svar okkara er: Bert tú, Jesus, ert mær hjá, himin her eg eigi tá.
Ta einfaldu trúgv eiga vit, at hann, sum henda dagin fór heim til faðir sín, nú reiðir stað til okkara. Tann dagur kemur, tá ið hann av náði vil taka okkum til sín, tí at har sum hann er, skulu vit eisini vera. Ein treytaleys náði. »Av náði eru tit frelst« (Ef. 2,8).
Tí er Himmalsferðardagur Krists ein stórur dagur.
Syng so hvør ein mannatunga!
Gleð teg so, hvør kristin tjóð!
Latum upp mót himli runga
lov og tøkk og heiðursljóð.
Fjónaður á foldum gekk,
hægstu dýrd í himli fekk
hann, sum frelsu bar til manna;
prísið honum! Hosianna!
(Mikkjal á Ryggi: Frøi er í himli høga)