Skriva út
Ria Bøgesvang til Rotterdam
31.08.2012 Tíðindi
Føroyska Sjómanskirkjan samstarvar við tær norðurlendsku sjómanskirkjurnar. Serliga væl virkar samstarvið við DSUK, ið er felagsheitið fyri ta donsku sjómans- og útlendigakirkjuna. Í summar var ein norðurlendskur sjómanskirkjufundur hildin í Føroyum. Tað vóru frálíkir dagar til veður, samveru og fakligt innihald.
Siðvenjan hevur verið, at føroyingar gera tænastu í samvinnu við DSUK. Nógv hjálparfólk og nakrir prestar hava virkað við sjómanskirkjurnar um allan heimin í styttri og longri tíðarskeið. Svá er enn á døgum, og komandi sunnudag 2. septeber kl. 12.00, verður Elsuba Maria Bøgesvang send út til tænastu hjá sjómanskirkjuni í Rotterdam. Hon er ættað av Eiði, og Eiðis kirkja verður karmur um hesa hátíðarløtu.
Tað verður Inga Poulsen Dam, forkvinnan í Føroysku Sjómanskirkjuni, sum hevur gudstænastuna saman við Henningi Bøgesvang, ið fyri nógvum árum síðani saman við øðrum tók stig til Føroysku Sjómanskirkjuna. Slagorðið hjá sjómanskirkjunum hevur altíð verið : Har føroyingar sigla/eru, eigur kirkjan at vera!
Vit ynskja Riu Bøgesvang góðar og signaðar dagar í tænastuni okkara sjófólki og ferðandi til gagns og gleði. Vit ynskja henni og øllum Harrans ríku signing.
JF
Onnur tíðindi