Skriva út

Requiem hjá Mozart um páskinar

10.04.2019 Tíðindi
Requiem.jpg

Skírisdag og langafríggjadag fara Havnarkórið og Eystanljóð saman við orkestri og solistum at framføra gitna tónaverkið Requiem Kv 626 hjá W.A. Mozart. Fyrra konsertin, verður í Vesturkirkjuni skíriskvøld kl. 20.00 og seinna í Gøtu kirkju, langafríggjadag kl 17.00.
 
Requiem er upprunaliga heiti á romersk-katólsku messuni fyri teimum deyðu, eisini nevnd Missa pro defundis. Tónaskøld hava í øldir skrivað tónleik grundaðan á tekstin úr liðunum í Requiem-messuni. Requiem aeternam dona eis, Domine - Veit teimum æviga hvílu Harri.

Requiem er síðsta verk sum liggur eftir Mozart. Mozart doyði bara 35 ára gamal í 1791 og var hann tá ikki liðugur við Requiem. Kona Mozart heitti tí á ein av næmingunum hjá manninum – Franz Süssmayr – um at skriva verkið liðugt. At Mozart ikki fullførdi sítt Requiem hevur nærum frá byrjan skapt hópin av gitingum og konspiratiónsteorium viðvíkjandi verkinum. Tann kendasta er uttan iva tann, sum verður løgd fram í filmslistarliga meistaraverkinum hjá Milos Forman “Amadeus”.

Solistar eru:

Birita Adela, sopran (Fø)
Carolin Ritter, alt (Tý)
Þorsteinn Freyr, tenor (Ís)
Herfinnur Árnafjall, bass (Fø)

Leif Hansen, stjórnar.