Skriva út

Renna – og takka Gudi fyri farna árið

05.01.2022 Tíðindi
1.jpeg (1)
MYND: Hesi halda seg ikki aftur, men løgdu til brots við at renna frá Vágs kirkju og líka til Porkeris í samband við nýggjárshaldið í Vági.

- At renna millum kirkjurnar í Vági og Porkeri gevur fólki eitt gott høvi at minnast ein kæran, ella at takka fyri lívið, sigur Finn Johannessen, sum er ein av fólkunum handan felagið Hvistan, sum fyrireikarar nýggjársrenningina í Vági.

Orð: Snorri Brend/Myndir: hvistan.fo

VÁGUR: Hjá nøkrum fólkum er tað, at fara í renniskógvarnar og renna sær ein túr á morgni ársins seinasta dag, ein eins stór sjálvfylgja sum tað at busta tenn og fáa sær ein drekkamunn.

Hetta er somuleiðis nakað, sum tey, ið skipa fyri nýggjárshaldinum í Vági, hava kunnað staðfest seinastu mongu árini. Og soleiðis var eisini ársins seinasta dag í fjør.

Henda fríggjamorgunin, 31. desember 2021, hittust einir 30 rennarar - bæði úr oynni og heilt úr norðastu oyggjum okkara - í Vágs kirkju, og løgdu løtu seinni leiðina til vøkru trækirkjuna í Porkeri.

Upplýst verður, at okkurt árið vóru einans fýra luttakarar sum runnu, meðan tað onnur ár hava verið omanfyri 60 rennarar. So hesaferð var talan um eitt miðalár.

- Bert einaferð, hesi seinastu 12 árini, er tað hent, at vit ikki hava kunnað runnið til Porkeris. Tá var sera nógvur vindur og hálka, og tí runnu vit bara her - frá Vágs kirkju og til kirkjugarðin og aftur til kirkjuna.

- Hetta var eisini í fínasta lagi, sigur Finn Johannesen, ið er ein av fyrireikarunum til hesa renningina.

Tað er sjálvandi stuttligt og gevandi at ganga, súkkla, trilla ella renna soleiðis saman við øðrum millum hesar báðar kirkjurnar. Men túrurin kann eisini brúkast til so mangt annað, millum annað at hugsa um ymiskt.

- Vit heittu hesa ferð á rennararnar um at nýta túrin í tøkk fyri árið, ið farið var. Haraftrat kundu tey minnast og takka fyri tey, ið á onkran hátt hava virkað við og rundan um í felagsskapinum í nýggjárshaldinum, men sum ikki eru millum okkara longur.

FRÁ KIRKJU TIL KIRKJU
Eitt av tí, sum Vágur er kendur fyri, eru tey stóru og væl tilrættaløgdu tiltøkini í samband við nýggjárshaldið, sum er á skránni gamlaárskvøld.

Her hava fólk tikið seg saman um eitt tiltak við kyndlagongu, stórum báli, fýrverki og annars tí, ið hoyrir við til eitt slíkt tiltak. Byrjað verður um kvøldið, og hildið verður á til væl út á náttina.

Men langt áðrenn nýggjársbálið verður tendrað, eru tað ein hópur av øðrum fólkum, sum longu hava fingið sær renniskógvarnar á, og hava útint dagsins sunna og góða gerning.

Í 2010 tóku nakrir rennarar í Vági seg saman og valdu at byrja ársins seinasta dag við einum rennitúri. Hetta tóktist hava so stóran áhuga manna millum, at ein slíkur felags rennitúrur er síðani vorðin fastur táttur í Vági.

Finn Johannesen greiðir frá, at íblásturin til túrin kom uttan iva frá øðrum rennarum í Føroyum, ið fara í renniskógvarnar og fara ein túr serligar dagar í árinum.

- Hetta góða hugskotið frættist eisini til Vágs, og her spratt tá tankin her um, hvar ið rennast skuldi.

Avgjørt var at royna teinin millum Vág og Porkeri, har tað frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju og aftur eru íalt 8 kilometrar. Nú er tað Hvistan, sum upprunaliga er eitt rørslufelag, sum skipar fyri túrinum.

FAÐIR, FYLG MÆR HENDA DAG
Hesi seinastu árini síðani 2010 er innihaldið í hesum partinum av nýggjárshaldinum í Vági broytt eitt sindur. Tað sama ger seg galdandi við undirtøkuni.

Í fyrstuni var byrjað at renna við Vágs kirkju, og síðani vendu tey við Porkeris kirkju. Ta einu tíðina var tíðtøka, soleiðis at rennararnir kundu vita, hvussu skjótt tey runnu henda teinin.

- Men vit hava tey seinnu árini skipað soleiðis fyri, at Vágs kirkja er opin og fólk eru savnaði í forkirkjuni og hava skrivað í gestabókina.

- Eftir at klokkan er vorðin 10, verður farið útum, har felagsmyndatøka er á skránni, eins og sálmaørindið ”Faðir, fylg mær henda dag”, ið Mikkjal á Ryggi hevur yrkt, verður sungið, greiðir Finn frá.

Nýggjársnevndin, sum fyriskipar flestu av tiltøkunum gamlaársdag í Vági, hevur seinastu árini bjóðað til morgunmat, har búgvið borð hevur staðið til øll tey vitjandi. Tey, sum taka lut í kirkjurenningini fara vanliga til morgunmatin eftir at tey eru komin á mál.

Hesi seinastu tvey árini hava korona-tilmælini kortini forðað hesum. Tí valdi Hvistan í ár at bjóða kaffi í Miðlatúni, har kunningarstovan og bókasavnið í Vági halda til.

- So her var somuleiðis gott pláss bæði innanfyri og uttanfyri, eins og fólk fingu eitt stutt prát eftir morguntúrin, sigur Finn Johannesen.

Nevnast kann at enda, at slíkar kirkjurenningar eisini hava verið á øðrum støðum kring oyggjarnar, millum annað í Suðurstreymoy og í Norðoyggjum.