Skriva út

Reformatiónin 500 ár - tiltøk í døgunum 22. oktober til 01. november

19.10.2017 Tíðindi
Reformatiónin 500 ár -
tiltøk í døgunum 22. oktober til 01. november

Fýra framsýningar

Sunnudagur 22. oktober kl.15.00 í Norðurlandahúsinum.
Framsýningin verður sett í Klingruni og er í fýra pørtum. Hanna Jensen, løgtingskvinna og forkvinna í mentanannevndini hjá løgtinginum, setir framsýningina og cellokvartet úr Musikkskúlanum spælir.

1.
Framsýning av Bíblium
.
Hetta eru Bíbliur, sum eru givnar út síðani reformatiónina – heilt fram til okkara dagar. Eisini eru nakrar postillur og katekismur og ein Isagoge hjá Peder Palladius frá 1573, sum varð prentað í Wittenberg. Philip Melancthon hevur skrivað fororðini. Tað var Peder Palladius sum innsetti fyrsta biskupin í Føroyum, Jens Gregersøn Riber 1. apríl 1540. Alt tilfarið er úr Bíbliusavninum hjá Peturi Martin Petersen í Fuglafirði

Mánadagin 23.okt., hósdagin 26. okt. og fríggjadagin 27. okt. kl.17.00-18.00 greiða Elsa Funding og Petur Martin frá um Bíbliuframsýningina.
Stað: Norðurlandahúsið – Forhøllin.

2.
Framsýning av kirkjuklæðum.
Í 2012 var ein stór framsýning av kirkjuklæðum í føroysku kirkjunum í Hoyvíkar kirkju. Á framsýningini í Norðurlandahúsinum er eitt úrval av altardúkum, messuaklum og tær tríggjar biskupskápurnar. Tilfarið frá 2012 er nú savnað í bók, sum Paulina Eliasen, lærari á Húsarahaldsskúla Føroya og Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík hevur lagt til rættis. Bókin kemur út til jóla. Eisini er ein serlig framsýning av motivinum, Jerikorósan, sum m.a. er at finna í tí elstu biskupskápuni hjá Føroya biskupi.

Mikudagin 25. okt. og fríggjadagin 27. okt. 16.00 – 17.00 greiðir Paulina Eliasen frá framsýningini og nýggju bókini um Føroysk kirkjuklæði. Møguleiki er at seta seg fyri bókina fyri serkostnað.
Stað: Norðurlandahúsið – Kringlan.

3.
Framsýning av myndum úr bókini “Gomlu prestagarðarnir.”

Hetta er bók, sum júst er útkomin við tekningum eftir I. P. Gregoriussen og ymiskum greinskrivarum.

Í tíðarskeiðinum 1995 – 1999 gav I. P. Gregoriussen, arkitektur, og forlagið í Støplum fýra bøkur út um kirkjurnar í Føroyum. Ætlanin hjá I. P. Gregoriussen var altíð eisini at gera eina bók um teir 7 gomlu prestagarðarnar í Føroyum. Á framsýningini eru myndir úr bókini.

Mikudagin 25. oktober og hósdagin 26. oktober kl. 15.00 – 16.00 greiðir I. P. Gregoriussen frá um bókina “Gomlu prestagarðarnir”. Møguleiki er at ognað sær bókina fyri serkostnað.
Stað: Norðurlandahúsið – Dansistovan.

4.
Framsýning av frímerki.

2. oktober 2017 gav Posta út eitt frímerki í sambandi við Reformatiónin 500 ár. Tað er Anker Eli Petersen, listamaður, sum hevur teknað frímerki. Á sjónvarpsskugga greiðir listamaðurin frá, hvussu frímerkið var til.
Stað: Norðurlandahúsið – Forhøllin.

Allar fýra framsýningarnar í Norðurlandahúsinum eru ókeypis.

Sí slóð NLH:


Sálmar í nýggjum hami

Konsert týsdagin 24. oktober kl. 20.00.
Ein einføld, men hugvekjandi heildaruppliving við íblástri úr kirkjuligari liturgi í eini samanrenning av ljósi, ljóði og upplestri tulka ymiskir sangarar og tónleikarar frítt sálmar úr Sálmabókini:

Annika Hoydal, Teitur Lassen, Jón Aldará, Niels Midjord, Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Greta Svabo Bech tulka sálmar.

Tónleikarar: Torleik Mortensen, Andrias Tykjær Restorff,
Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvald Højgaard

Ljóð: Theodor Kapnas

Pallseting og upplestur: Annfinnur Heinesen
Atgongumerki kr. 200,-
Stað: Norðurlandahúsið – høllin.


Fagnaðarkonsert
Fagnaðarkonsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. oktober kl. 16.00 og kl. 19.00 við Føroya Symfoniorkestri og kóri.

Konsertskrá
Beethoven: Coriolan Ouvertura
Mendelssohn: Reformation symphony
Kári Bæk: Nýskrivað verk fyri kór og orkestur við Sálminum úr ref. symf: Vár Guð føst og haldgóð borg
Vaughn Williams: 100 Words Psalm
Dirgentur: Bernharður Wilkinson.
Stað: Norðurlandahúsið – høllin.


Kirkjuhurðin og tær 95 tesurnar ella avlátssetningarnir.
Frá mánadegnum 23. oktober til mikudagin 25. oktober stendur ein hurð í gongugøtuni í Havn við teimum 95 tesunum ella avlátssetningunum. Høvi er eisini umvegis sms skipanina at koma við uppskotum um hóskandi nýggjar tesur, sum hava nakað at siga í okkara tíð. Hesar nýggju tesurnar verða eisini hongdar á hurðina.

Frá hósdegnum 26. okt. til mikudagin 1. novermber stendur hurðin í forhøllini í Norðurlandahúsinum.
Stað: Gongugøtan í Havn og Norðurlandahúsið – forhøllin.


Sunnudgur 29. oktober
Skipað verður fyri reformatiónsgudstænastum.
Stað: Kirkjurnar kring landið.


Týsdagur 31. oktober
Fagnaðargudstænasta í Havnar kirkju kl. 20.00. Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar. Eftir gudstænastuna eru øll boðin til ein drekkamunn á Hotel Hafnia.
Kl.19.30 er undansending í útvarpinum í KVF, har Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, greiðir frá reformatiónskantatuni hjá J. S. Bach yvir sálmin hjá Martini Luther “Vár Guð er føst og haldgóð borg.”
Stað: Havnar kirkja – dómkirkjan.


Lutherfilmurin í Havnar Bio
Mánadagin 23. okt., mikudagin 25. okt. kl.19.00 og fríggjadagin 27. okt. kl. 18.00 verður Lutherfilmurin frá 2003 sýndur í Havnar Bio kl. 18.00

Atgongugjald kr. 50,00.
Stað: Havnar Bio