Skriva út
Rannvá: - Orglið er eitt spesielt ljóðføri
09.10.2017 Tíðindi
KUNOY: ”Hann vinnur, ið treiskur er”, ljóðar eitt gamalt og kent orðatak.
Í hesum liggur, at tað er neyðugt at venja og venja í langa tíð, um ein ætlar sær at gerast góður til eitthvørt – annaðhvørt talan er um ítrótt, tónleik ella annað. Onkutíð er neyðugt at brúka í túsunda av tímum, um ein skal gerast meistari á sínum øki.
Nú er ikki greitt, hvørjar ætlanir ein av ungu tónleikarum okkara hevur á sínum øki – í hesum føri orgulbonkinum í kirkjuni í heimbygdini Kunoy.
- Tað eru næstan seks ár síðani, at eg byrjaði at spæla orgul, greiðir tann bert 15 ára gamla Rannvá Andreassen frá.
- Eg fekk bjóðað at fáa undirvísing hjá Jóhannu Johannesen í Christianskirkjuni. Og ja, - faktist havi eg tímað hetta sera væl.
Hon og vinkonan, tann bert 12 ára gamla bygdargentan Una Michaelsen hava longu roynt seg sum organistar í teirra kirkju: Ein sunnudag herfyri vóru tað tær báðar sum tóku sær av øllum tónleikinum til deknagudstænastuna, har ein annar ungur kunoyingur, Sørin Danielsen var hann ið las lesturin.
Hetta var samstundis fyrstu ferð, at tær báðar, Una og Rannvá spældu einsamallar til eina gudstænastu!
ØÐRVÍSI LJÓÐFØRI
Her á heimasíðuni hava vit áður havt samrøðu um – tað higartil stutta – tónleikalívið hjá teirri 12 ára gomlu Unu.
Meðan hon bert hevði spælt orgul í hálvt triðja ár, so hevur Rannvá spælt í meiri enn tvífalt so langa tíð. Sigast skal tó, at báðar tvær hava verið um 9-10 ára aldur, tá tær fyrstu ferð settust við eitt orgul.
Orgul er neyvan fyrstaval hjá mongum ungum, ið ynskja at útbúgva seg innan tónleikin. Men tað finnast tó undantøk.
- Jú, eg veit, at nógv onnur ung dáma betri at spæla guittara, klaver ella okkurt annað. Mær dámar tó væl at spæla orgul, hóast onkur helt, at tað var eitt sindur spesielt ljóðføri, greiðir Rannvá.
- Men tað er eisini eitt sindur serstakt, at kunna fáa møguleika at spæla til sjálvan sálmasangin undir eini gudstænastu, leggur hon aftrat.
NERVØS
Hóast Rannvá og Una eru ungar, so hava tær fleiri ferðir víst øðrum, hvør dugur er í teimum.
Tær hava spælt til eina skrúvugudstænastu í Christianskirkjuni, har tað vóru minst 180 fólk í kirkju, og stutt eftir – her myndin er tikin - við eina pitsa-gudstænastu í Kunoyar kirkju, har omanfyri 100 fólk í øllum aldrum vóru møtt upp.
Sunnudagin 24. september vóru tær báðar aftur í eldinum, tá tær spældu bæði preludium, postludium og allar sálmarnar við eina deknagudstænastu í heimakirkjuni..
- At byrja við var eg eitt sindur nervøs at spæla. Tað var fyrr, men í dag ger tað ikki so nógv, greiðir hon frá.
Spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at ganga hjá teimum báðum, Unu og Rannvu.
Lítið man tó vera at ivast í, at í framtíðini verður brúk fyri fleiri organistum – eisini tveimum ungum kvinnum úr Kunoy!
Orð og mynd: Snorri Brend
Onnur tíðindi