Rætt til góð barnaár
Ólavsøkuaftan umleið kl. 19 komu tey heimaftur væl nøgd. Foreldur og børn høvdu havt eina góða løtu í býnum, sum var væl mannaður við vælhýrdum fólki. Abbin og omman vóru heima og royndu at hugna um fólkið við mati og umsorgan.
Legði til merkis, at tey smáu 3 ár og yngri høvdu eina litfagra ballón í hondini. Seks ommu- og abbabørn glað og væl nøgd. Hava børnini tað gott, so smittar tað góða lagið til tey vaksnu.
Varnaðist eina løtu seinri, at ballónin ikki einans var spæl og skemt. Áskriftin var ásýnlig og álvarsom. “Øll hava rætt til góð barnaár.” Blái Krossur stóð undir áskriftini, og fráhaldsrørslan minti okkum um ólavsøkuna á, at vit mega geva børnunum gætur eisini á eini stevnu, í vertskapi og á ólavsøku.
Børnini hava rætt til góð barnaár, hvønn dag og altíð. Meðan vit í góðum veitslulag hugnaðu okkum hvør á sín hátt og hvør samsvarandi egnari sannføring, var tað skjótt til eina felags niðurstøðu. Eisini børnini hava ein sjálvsagdan rætt til gleði og góðar dagar. Og vit mega í felag taka ábyrgd hvør av øðrum.
Eitt sera gott átak hjá Bláa Krossi og ein kærkomin áminning.
===
Eftir eina góða máltíð nakað seint ólavsøkuaftan, varð farið inn á skrivstovuna. Hugurin reikaði og var kveiktur av ballónum. Tað er fyrstu og einastu ferð, at ein ballón hevur sagt mær stórvegis. Ikki tí, vit hava millum ár og dag keypt tær í stórum tali. Børnini vóru nøgd, og so var tað gott.
Rætt til góð barnaár. Ja, so sanniliga hava børnini eins og øll onnur rætt til góðar dagar. Eisini kirkjan hevur ábyrgd, - eisini fólkakirkjan eigur at geva børnunum innihald í kirkjuni, so tað góða orðið um Jesus verður ein hollur førningur til gleði og lívsgóðsku alt at ellisárum. Børnini í dag skulu sum eldri fólk hava tað gott, tá einaferð í framtíðini um sjeyti ára aldur.
Orðini á ballónini fluttu seg frá Bláa Krossi til kirkjuna. Er tað so í dag í fólkakirkjuni, at øll hava rætt til góð barnaár í kirkjuni? Ella gera vit í tí kirkjuliga landslagnum nóg mikið til tess at lívga um børnini? Sjálvrannsakandi spurningar, og vit mega í felag finna eitt svar nakað skjótt.
Øll hava rætt til góð barnaár í fólkakirkjuni!
Orð: JF
Mynd: ME