Skriva út

Próvtøka í orgulspæli í Vesturkirkjuni mikukvøldið 3. maj kl. 19.30

01.05.2023 Tíðindi
Gudmund 01.05.23

Trý tey seinastu árini hevur Ari Hammer Joensen gingið til orgulspæl á miðnám í Tórshavnar musikkskúla. Nú er hann komin at enda við miðnámslestrinum og fer til próvtøku í orgulspæli mikudagin.

Til próvtøkurnar á miðnám á musikkskúlanum eru sjálvandi bæði lærarar og próvdómarar, sum lurta og meta um tónleikaframførslurnar hjá næmingunum, men eisini øll onnur eru vælkomin at koma og lurta.

Hesi trý árini Ari hevur lisið á miðnám, hevur hann spælt nógv stór verk fyri orgul, og hann hevur tvær ferðir vunnið viðrisløn í klassisku tónleikakappingini Stella Polaris. Seinast fyrr í vár vann hann 1. viðrisløn í sínum aldursbólki, har hann spældi tónleik af Bach og Messiaen. Ari hevur eisini verið á orgulskeiðið fyri ungar gávaðar organistar í kenda orgulbýnum Haarlem í Hollandi og hevur nú staðið upptøkuroynd til orgullesna á Kgl. danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Afturat konsertspæli hevur Ari eisini regluliga spælt til guðstænastur í Vesturkirkjuni og í Argja kirkju. Seinni í vár skal Ari eisini upp til próvtøku í organistútbúgvingini í Musikk-skúlanum.

Mikukvøldið fer Ari at spæla Passacaglia fyri orgul J. S. Bach, Koral í a-mol Cesar Franck og verkið Dieu Parmi Nous av Messiaen. Millum verkini fer hann at spæla ein sálm – partvís í egnari útseting.

Øll eru hjartaliga vælkomin at koma og lurta eftir orgulspælinum hjá Ara.