Skriva út

Próstadømisráðið

07.02.2022 Tíðindi
Prestag..jpg

Fólkakirkjan er fólkaræðisliga skipað. Kirkjuráðsval var í november 2021, har limir fólkakirkjunar valdu eitt kirkjuráð at stjórna staðbundnu kirkjuni. Nú er so aftur vál á skránni.

Kirkjuráðslimirnir velja á kirkjuráðsfundi í tíðarskeiðinum 2. – 23. mars 2022 eitt landsfevnandi ráð at taka sær av t.d. fíggjarviðurskiftunum hjá staðbundnu kirkjunum. Atkvøðuseðlarnir skulu vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi 23. mars 2022 kl. 19.00.

Stutt lýsing av Próstadømisráðnum (PR)

Fimm fólk hava sæti í ráðnum. Fýra teirra eru vald av kirkjuráðslimunum runt um í landinum. Tann fimti er dómprósturin, ið er føddur limur.

Próstadømisráðið (PR) er tilmælandi myndugleiki og avgerðarmyndugleiki í fíggjarmálum. Alt tað fíggjarliga kervið, ið nemur kirkjurnar og virksemið hjá kirkjuráðunum, er tengt at ráðnum. Fíggjarliga játtanin hjá tí einstøku kirkjuni og allir roknskapir eru virkisøkið hjá PR.

Fólkakirkjan í Føroyum hevur ein felags kirkjuskatt, ið er hin sami um alt landið. Longu innan 1. juni leggur hvør kirkja sína fíggjarætlan fyri komandi ár. PR metir um hesar ætlanir og finnur ein býtislykil. Eitt ábyrgdarfult, spennandi og krevjandi arbeiði at leggja leistin soleiðis, at føroyska kirkjan virkar fíggjarliga.

PR er bæði viðmælandi og eftirlitsmyndugleiki, tá ið talan er um bygging og umsiting av kirkjunnar føstu ognum. Til at ráðgeva sær í slíkum fakligum málum velur ráðið ein byggikønan.

PR er tilmælandi myndugleiki mótvegis Føroya Stiftsstjórn. Í fíggjarmálum og tá verklig átøk verða framd í ella rundan um eina kirkju, er PR við í arbeiðsgongdini. Ráðið metir um hvørt einstakt mál, um ætlanin er burðardygg.

JF