Skriva út
Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn
25.01.2018 Tíðindi
Í februar og mars 2018 er val til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn. Valið fer fram á kirkjuráðsfundi, og talt verður upp mikudagin 21. mars 2018.
Fimm fólk hava sæti í ráðnum. Fýra teirra eru vald av kirkjuráðslimunum runt um í landinum. Tann fimti er dómprósturin, ið er føddur limur.
Próstadømisráðið (PR) er tilmælandi myndugleiki og avgerðarmyndugleiki í fíggjarmálum. Alt tað fíggjarliga kervið, ið nemur kirkjurnar og virksemið hjá kirkjuráðunum, er tengt at ráðnum. Fíggjarliga játtanin hjá tí einstøku kirkjuni og allir roknskapir eru virkisøkið hjá PR.
Føroyska fólkakirkjan hevur ein felags kirkjuskatt, ið er hin sami um alt landið. Longu innan 1. juni leggur hvør kirkja sína fíggjarætlan fyri komandi ár. PR metir um hesar ætlanir og finnur ein býtislykil. Eitt ábyrgdarfult, spennandi og krevjandi arbeiði at leggja leistin soleiðis, at føroyska kirkjan vikar fíggjarliga.
PR er bæði viðmælandi og eftirlitsmyndugleiki, tá talan er um bygging og umsiting av kirkjunnar føstu ognum. Til at ráðgeva sær í slíkum fakligum málum velur ráðið ein byggikønan.
PR er tilmælandi myndugleiki mótvegis Føroya Stiftsstjórn. Í fíggjarmálum og tá ið verklig átøk verða framd í ella rundan um eina kirkju, er PR við i arbeiðsgongdini. Ráðið metir um hvørt einstakt mál, um ætlanin er burðardygg.
Sí neyvari kunning um uppstilling, valevni, listar og valið aðrastaðni á forsíðuni á heimasíðuni, ella við at trýsta á her.
JF
Onnur tíðindi