Próstadømisráðið
Fimm fólk hava sæti í ráðnum. Fýra teirra eru vald av kirkjuráðslimunum runt um í landinum. Tann fimti er dómprósturin, ið er føddur limur.
Próstadømisráðið (PR) er tilmælandi myndugleiki og avgerðarmyndugleiki í fíggjarmálum. Alt tað fíggjarliga kervið, ið nemur kirkjurnar og virksemið hjá kirkjuráðunum, er tengt at ráðnum. Fíggjarliga játtanin hjá tí einstøku kirkjuni og allir roknskapir eru virkisøkið hjá PR.
Føroyska fólkakirkjan hevur ein felags kirkjuskatt, ið er hin sami um alt landið. Longu innan 1. juni leggur hvør kirkja sína fíggjarætlan fyri komandi ár. PR metir um hesar ætlanir og finnur ein býtislykil. Eitt ábyrgdarfult, spennandi og krevjandi arbeiði at leggja leistin soleiðis, at føroyska kirkjan virkar fíggjarliga.
PR er bæði viðmælandi og eftirlitsmyndugleiki, tá talan er um bygging og umsiting av kirkjunnar føstu ognum. Til at ráðgeva sær í slíkum fakligum málum velur ráðið ein byggikønan.
PR er tilmælandi myndugleiki mótvegis Føroya Stiftsstjórn. Í fíggjarmálum og tá ið verklig átøk verða framd í ella rundan um eina kirkju, er PR við í arbeiðsgongdini. Ráðið metir um hvørt einstakt mál, um ætlanin er burðardygg.
Fjórða hvørt ár er val til Próstadømisráðið, ið er mannað við dómpróstinum og 4 valdum limum. Hetta valið er stutt eftir, at kirkjuráðsval hevur verið. Á hesum sinni er valdagurin 26. mars 2014.
Vegna valstýrið,
Jógvan Fríðriksson, biskupur