Skriva út
Prestvígsla í Fríðrikskirkjuni
05.02.2015 Tíðindi
Sunnudagin 22. februar verður hátíðardagur í Nes prestagjaldi, nú Ovi Brim tekur við kallinum sum sóknarprestur. Prestagjaldið fevnir um tvær kirkjusóknir, Nes og Gøtu kirkjusókn.
Aloftast verða prestarnir vígdir í Havnar kirkju, dómkirkjuni. Tað er myndarík siðvenja og boðar frá, at prestur verður vígdur til tænastu um alt landið og tænastu í alheimskirkjuni.
Innsetingin t.d. eina viku seinri hevur tað myndevnið, at ein prestur verður sóknarprestur og fær litið upp í hendur at vera hirði og umsjónarmaður í einum ávísum prestagjaldi.
Av tíðar ávum og vegna tess at dómkirkjan verður umvæld, hevur biskupur í hesum føri avgjørt, at hava prestvígslu tann 22. februar kl. 11 í Fríðrikskirkjuni, ið er sóknarkirkjan hjá sóknarprestinum. Sama dag kl. 17 skipar Sonja Klein virkandi dómpróstur tann komandi sóknarprestin í kallið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at prestar verða vígdir í eini kirkju uttan fyri Havnina. Seta vit søguliga markið við yvirtøkuna av fólkakirkjuni, so vórðu bæði Símun Persson Jacobsen og Hanus á Gørðum prestvígdir í Hvalbiar kirkju í august 2007. Hans Jacob Joensen, biskupur, prestvígdi teir til tænastu ávikavist í Suðuroyar norðara og Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Undirritaði tók við sum biskupur 1. desember 2007. Um trettanda dag jóla í 2008 varð Theodor Eli Dam Olsen prestvígdur og innsettur sama sunnudag í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi. Bæði vígslan og innsetingin vóru í Kvívíkar kirkju.
Ovi Brim hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn. Hann er 28 ára gamal og er giftur við Hallgerð Brim, og tey eiga sonin Olaf.
Vit ynskja komandi prestafamiljuni Guðs ríku signing og vóna, at gleðin í tænastu Jesu Krists skapar eydnu í lívi og løtum.
JF
Onnur tíðindi