Skriva út
Prestvígsla í dómkirkjuni
25.01.2013 Tíðindi
Sunnudagin hin 27. januar kl. 11,00 verður Maria Jørðdal Niclasen prestvígd í dómkirkjuni. Tað er biskupur, ið vígir unga prestin til tænastu.
Maria er kallað til tænastu eystan Múla, og hon verður innsett í kallið tann 3. februar. Hon kemur at búgva í Ónagerði, og Viðareiðis kirkja verður hennara sóknarkirkja. Tess vegna verður hon innsett í Viðareiðis kirkju, og tað er dómprósturin, ið skipar hana í kallið.
Maria er ættað av Eiði, og hevur lisið gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Miðalaldurin á prestunum er rímiliga lágur. Maria er tann 9. presturin, ið verður vígdur til tænastu í fólkakirkjuni, síðani málsøkið varð yvirtikið á ólavsøku 2007.
Vit eru fegin um støðuna, at embætini í fólkakirkjuni eru væl mannað við ungum dugnaligum prestum, ið koma at læra enn meira í samvinnu við teir eldru og royndu prestarnar. Ein samanrenning av hollari vitan og lívsvísdómi.
JF
Onnur tíðindi