Skriva út

Prestvígsla 11. apríl

23.03.2021 Tíðindi

Søkt var eftir vikari til Suðurstreymoyar vestara prestagjald, nú Heri prestur fór í lestrarfarloyvi. Í gjár, 22. mars, avgjørdu kirkjuráðini at kalla Steintóru Gleðisheygg Joensen í kallið sum virkandi sóknarprestur frá 15. apríl – 31. juli 2021.

Steintóra er ættað úr Vági, og hon hevur lisið gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

Treytað av at landsstýrismaðurin í kirkjumálum gevur loyvi til prestvígslu er tað ætlanin, at komandi presturin verður vígd í Dómkirkjuni sunnudagin 11. apríl kl. 16.00.

Við tað at talan er um eitt vikariat, er tað biskupur, ið er setanar myndugleikin. Ætlanin er, at dómprósturin skipar komandi prestin í kallið við gudstænastuna í Vesturkirkjuni sunnudagin 18. apríl kl. 11.00.

Vit ynskja Steintóru Gleðisheygg Joensen hjartaliga vælkomna til tænastuna í fólkakirkjuni.

JF