Skriva út

Prestur kemur í Ónagerði

13.04.2015 Tíðindi
Prestur kemur í Ónagerði

Á felags kirkjuráðsfundi hin 13. apríl 2015 innstillaðu kirkjuráðini einmælt Jóannes Purkhús sum sóknarprest í Norðoya eystara prestagjaldi.

Komandi sóknarpresturin er ættaður úr Klaksvík og er 27 ára gamal. Hann hevur lisið gudfrøði við lærda háskúlan í Århus.

Ætlanin er, at sóknarpresturin tekur við kallinum longu 1. mai, sum í ár er dýrabiðidagur.

Prestvígsla verður í Christianskirkjuni dýrabiðidag kl. 11,00. Sama dag skipar dómprósturin nýggja sóknarprestin í embætið við gudstænastu í Viðareiðis kirkju kl. 18,00.

Tað er landsstýrismaðurin, ið setur ein komandi sóknarprest í embætið sum tænastumaður.

JF