Skriva út

Prestavígsla: - Tit eru hirðar hjá tykkara fylgi

23.01.2018 Tíðindi
Prestavígsla: - Tit eru hirðar hjá tykkara fylgi

- Uppgáva tykkara sum hirðar hjá kirkjuliðunum er í roynd og veru avmarkað. Neyðugt er at minnast til, at hjá einum presti er uppgávan ikki allur heimurin, ella alt Føroya land.
- Nei, tykkara uppgáva er tykkara egna prestagjald. Tað er har, ið tit skulu virka við orðsins boðan, og annars vera um kirkjuliðið í umsorgan og røkt.
Nakað soleiðis segði Jógvan Fríðriksson, bispur í heilsan síni til teir báðar nýggjastu prestarnar í Fólkakirkjuni, sum vórðu prestvígdir við hátíðarliga gudstænastu í Dómkirkjuni sunnudagin.
Henda dagin vóru Øssur Kjølbro og Jákup Erlingsson Petersen prestvígdir til tænastur í ávikavist Eiðis prestagjaldi og í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Og tað var í hesum sambandi, at bispur vísti á tað landafrøðiliga arbeiðsøkið hjá prestunum.
- Tit skulu fyrst og fremst hugsa um tykkara egna prestagjald. Tað eru eg sum bispur og Uni Næs sum dómpróstur, ið hava alt Føroya land sum sítt arbeiðsøki, legði Jógvan Fríðriksson dent á.


EITT FYLGI – EIN HIRÐI
Í stuttu heilsan síni til teir báðar nýggju prestarnar tók Jógvan Fríðriksson støði í orðunum í 1. Pætursbrævi 5, 2-3.
Her verður tikið soleiðis til:
”Røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guðs vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum”.
Víst varð á, at í kallinum til prestastarv teirra er henda avmarkingin sett, - at tað eru tey demokratiskt valdu kirkjuráðini, ið hava kallað teir báðar sum prestar í teirra øki.
- Hetta er ein neyðug avmarking, - hetta, at tit eru settir at røkta tað Guds fylgi sum er hjá tykkum. Tit hava ábyrgd av tykkara avmarkaða kirkjuliði og øki, legði bispur dent á.
Hann nevndi sum dømi skipanina í haganum, har hvør hagapartur er sum ein sjálvstøðug eind, við egnum røktingarmanni og seyðamonnum.
Ella sum Fríðriksson segði tað so rámandi:
- Hvørt fylgi hevur sín hirða. Ja, tað er bara hjá fylginum at hesin hirðin er hirði. Skal hann varðveita gleðina í sínum arbeiði, eigur hann ikki at fara yvir um mark at røkta eitt fylgi í øðrum hagaparti.
Og hann helt fram í umrøðu síni av tænastuni hjá prestunum:
- Tit eru heldur ikki settir at vera metingarmenn hjá øðrum fylgjum. Skulu vit meta um dygdina hjá øðrum, so fer tað at skapa órógv, taka orkuna frá viðkomandi og fer at køva gleðina í verkinum.
- Ein annar prestur virkar í sínum øki. Hesin er kallaður av øðrum til júst teirra tænasta. Og tað er tí eingin orsøk til, at ivast um førleikan hjá kirkjuráðunum sum kalla ein mann ella kvinnu til sóknarprest, legði Jógvan Fríðriksson dent á.


TANN GLAÐI BOÐSKAPURIN
Í tænastu síni fer 32 ára gamli Jákup Erlingsson Petersen at virka sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í hálvan fjórða mánað, meðan Bergur Debes Joensen er í farloyvi.
Tann 43 ára gamli Øssur, ið er aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, kemur at verða knýttur at Eiðis prestagjaldi sum óløntur hjálparprestur. Her hevur hann skyldu at halda í minsta lagi fýra gudstænastur um árið, og annars samstarva við sóknarprestin Emil Olsen.
At enda í vígslutalu síni gav bispur eini góð ráð til Øssur og Jákup, tá talan er um at røkta fylgini í teirra prestagjaldi:
- Tit skulu í tænastu tykkara røkta tað fylgi sum er hjá tykkum. Tit skulu ferðast millum menniskju við tí glaða boðskapinum um fyrigev syndanna í trúnni á Jesus Kristus sum Harra og Frelsara.
- Orðini um Jesus eru og vera bestu orð prestsins!

Orð: Snorri Brend