Skriva út

Prestarnir til Íslands

11.05.2016 Tíðindi
Prestarnir til Íslands

Fríggjadagin 20. mai fara sóknarprestarnir til Íslands. Steðgað verður eitt langt vikuskifti, og farið verður heimaftur mánadagin 23. mai 2016.

Ætlanin við ferðini er at styrkja tey persónligu, sosialu og fakligu atlitini, ið nema kall og embæti prestanna.

Kirkjuliga røktin heima í Føroyum hesar dagarnar verður fyri tað mesta latin teim eldru prestunum í hendi eftir skipaðum viðurskiftum. Afturat teim eldru virka yngri kreftir, ið ikki eru í føstum embæti.

Biskupur er kirkjuliðunum og viðskiftafólki kirkjunnar takksamur fyri jaliga móttøku av líknandi átøkum undanfarin ár. Tó, hetta er á fyrsta sinni, at sóknarprestarnir sum bólkur fara av landinum samstundis.

JF