Skriva út

Prestar á venjingarlegu í Nesvík

22.07.2021 Tíðindi
Prestar venja.jpeg

Fyrrapartin í dag hittust prestar í Fólkakirkjuni í Nesvík. Ørindini vóru tó ikki konfirmantlega ella fundur um kirkjulig viðurskifti.

Nei, høvið var nevniliga fótbóltsvenjing. Byrjað varð við morgunmati kl. 10.00. Aftaná eina andakt varð farið á vøllin. Dysturin var javnur, og fleiri vístu síni kynstur. Dribblingar hjá Gerhardi, takklingar hjá Jákupi og dundurskot hjá Steintóru. Jú, tað sær lovandi út.

At prestar okkara nú seta hvør øðrum stevnu til fótbóltsvenjing kemst av, at 27. juli kl. 19.00 verður á ovara vølli í Gundadali dystur millum politikkarar og prestar. “Dysturin millum lógkøn og hálshvít” nevnir ólavsøkuskráin tiltakið. Dysturin millum lóg og evangeliið hava onnur nevnt hann.

Tiltakið er ætlað sum eitt vælgerandi tiltak. Í ár verður latin stuðul til verkætlanina “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya. Fleiri fyritøkur hava latið stuðul.

Tiltakið á Ólavsøku er ókeypis.

Trúboðin heppar uppá prestarnir, sum kalla seg Kirkjuliðið.

Kelda: Trúboðin.

Fleiri myndir her: