Skriva út
Prestagjaldini fjølgast
22.03.2013 Tíðindi
Hundrað ár liðin síðan vikið varð frá aldagomlu prestagjaldsskipanini í Føroyum við sjey prestagjaldum og Suðuroyar syðra prestagjald varð stovnað sum tað áttanda í landinum. Fyrsti sóknarprestur í nýggja prestagjaldinum var Axel Fr. Moe
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Tá Streymoyggin er undantikin, sum upprunaliga hevur verið ein sýsla og tvey prestagjald – Norðurstreymoyar og Suðurstreymoyar – so hava hinar sýslurnar frá gamlari tíð samstundis verið eitt prestagjald. Sandoyar sýsla er eitt prestagjald, og tað eru Suðuroyar, Vága, Eysturoyar og Norðoya somuleiðis.
Og prestagjaldini vórðu í 1852 nýtt sum grundarlag, tá Føroyar eftir lógini um Føroya løgting frá 26. mars hetta árið skuldu skipast í valdømi. Hvørt prestagjald gjørdist eitt valdømi, sjey í tali. Ein skipan, sum var í gildi líka til løgtingsvalið í 2008, tá Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi.
Men valdømishugtakið festi ikki røtur fyrr enn mong ár eftir, at Føroya løgting varð endurreist í 1852. Hyggur tú í Løgtingstíðindi frá 1880-árunum, so sært tú í yvirlitinum t.d. báðar løgtingsmenninar í Norðoyum ikki umboða »Norderø Valgkreds«, men »Norderø Præstegæld«.
Sama varð, tá vit í 1872 fingu okkara fyrstu kommunulóg. Kommunurnar vórðu skipaðar eftir teim sjey prestagjaldunum. Og tá kommunurnar so við og við fóru sundur, vórðu sóknirnar nýttar sum grundarlag. Sóknirnar kundu tá umfata eina ella fleiri bygdir, men kirkjan varð hon sum savnaði. Eiði var kirkjubygd, og tá hon í 1894 gjørdist sjálvstøðug kommuna, umfataði henda sóknin bygdirnar eysturoyarmegin fram við Sundalagnum suður til Oyrar.
Ein kommuna kundi tó framvegis – so leingi sundurtøka ikki varð framd – umfata fleiri kirkjusóknir. T.d. umfataði Nes kommuna umframt Nes sókn eisini Gøtu sókn, til 1912, tá Gøta varð skipað sum sjálvstøðug kommuna.
Hvat merkir heitið »prestagjald«? Upprunamerkingin er ein veiting ella eitt gjald til ein prest, men hevur seinni verið nýtt sum merking fyri embætisøkið hjá einum sóknarpresti. Heitið »kall« hevur eisini verið nýtt um umdømið, ið prestaembætið fevnir um. T.d. kundi verða sagt: »Prestur ferðaðist um kallið.«
Samfelagsmenningin kravdi broytingar
Í ár eru liðin hundrað ár síðan vikið varð frá aldagomlu pretagjaldsskipanini í Føroyum við sjey prestagjaldum og Suðuroyar syðra prestagjald varð stovnað sum tað áttanda í landinum.
Í apríl 1913 tekur Axel Frederik Moe við sum fyrsti sóknarprestur í nýstovnaða prestagjaldinum. Prestasætið var við Hvanndalsá í Vági. Í Suðuoyar norðara prestagjaldi varð Gulak Jacobsen sóknarprestur við sæti í gamla prestagarðinum í Leirum, Hvalba. Hann hevði tvey ár frammanundan tikið við sum sóknarprestur í Suðuroyar prestagaldi. Moe hevði annars verið í Føroyum í sjey ár frammanundan og verið hjálparprestur hjá sóknarprestinum í Suðuroy, áðrenn han tók við nýggja kallinum.
Í 1890-árunum byrjar tað stóra kirkjubyggingarskeiðið í Føroyum í nýggjari tíð. Beint eftir trúbótina eru 38 kirkjur í Føroyum; so kemur Havnin aftrat í 1609, Vík í 1857 og Saksun í 1858 sum nýggjar kirkjubygdir; samstundis misti Tjørnuvík heiðurin sum kirkjubygd, tí kirkjan varð flutt til Saksunar. Í 1830-árunum varð sóknarkirkjan í Fugloy flutt av Kirkju til Hattarvíkar. Í 1850-árunum varð gamla sóknarkirkjan í Froðba flutt inn á Tvøroyri. Skopun fær kirkju í 1897 og er nýggj kirkjubygd. Eftir aldaskiftið 1900 komu fleiri nýggjar kirkjubygdir, t.d. Leirvík, Sandvík og Hestur. Í 1926 varð kirkjan í Dímun niðurløgd. Síðan hevur eingin steðgur verið í. Í dag eru 62 kirkjur tilsamans, og 60 av teimum eru í brúki. Gamla kirkjan í Gøtu og kirkjan á Nesi eru ikki longur í føstum brúki, men verða tó framvegis brúktar við serlig høvi. Kirkjuráðini eru eisini 60, eitt við hvørja kirkju.
Fyrr var ein prestur í hvørjum prestagjaldi, stundum við einum hjálparpresti, tá elli og sjúka tóku at boyggja. Seinni vórðu kalskapellánar og búfastir kapellánar settir í fast embæti í nøkrum prestagjaldum. Prestastørvini eru í dag 24 í tali.
Hesin vøkstur í presta- og kirkjutali hevði við sær áneyðir fyri broytingum í gamla bygnaðinum og kann tykjast at vera rættiliga stórur. Men samanborin við vøksturin í bygdatali og tí stóra vøkstri í fólkatalinum er hann tað ikki.
Eysturoyggin var næsta prestagjald, ið varð býtt sundur eftir Suðuroynna. Í 1928 í Nes prestagjald og Fuglafjarðar prestagjald. Í 1947 varð Eiðis prestagjald sett á stovn og í 1974 Sjóvar prestagjald. Á Nesi búði sóknarpresturin framvegis í gamla prestagarðinum. Í Fuglafirði varð nýggjur prestagarður bygdur. Í Eiðis prestagjaldi hevði sóknarpresturin sæti á Eiði, í Sjóvar prestagjaldi á Gjaranesi. Seinni er Glyvra prestagjald komið aftrat við prestabústaði á Glyvrum.
Norðuroyar vórðu í 1934 býttar sundur í tvey prestagjald, Norðoya eystara prestagjald og Norðoya vestara prestagjald. Í eystara prestagjaldinum hevði sóknarpresturin sæti í gamla prestagarðinum í Ónagerði, Viðareiði, í vestara prestagjaldinum í nýggjum prestasæti í Klaksvík. Seks ár frammanundan varð kalskapellánur settur við bústaði í Klaksvík.
Suðurstreymoy varð í 1976 býtt sundur í tvey prestagjald, Suðurstreymoyar eystara prestagjald og Suðurstreymoyar vestara prestagjald. Í fyrstani var varabiskupurin sóknarprestur í eystara prestagjaldinum við embætisbústaði við J. Paturssonargøtu í Havn. Tá hann varð loystur úr sóknarprestaembætinum, varð embætisbústaðurin hjá nýggja sóknarprestinum í Essalág í Eysturbýnum. Í vestara prestagjaldinum varð prestabústaður bygdur við Heygsvegin í Vesturbýnum. Talið á prestum í báðum prestagjaldum er økt síðan sundurbýtið í 1970-árunum, og búgva teir nú ymsastaðni í høvuðsstaðarøkinum.
Síðan aldargamla tíð hava í hvørjum prestagjaldi fleiri kirkjusóknir verið, og presturin ella prestarnir hava skyldu at gera tænastu í øllum kirkjusóknunum í prestagjaldinum. Ein kirkja er í hvørjari sóknini, og sóknin hevur oftast verið nevnd eftir kirkjubygdini. Men undantøkini eru; tað eitur Sjóvar sókn og Sjóvar kirkja og ikki eftir bygdini, á Strondum; helst tí, at bygdarnavnið á Strondum er so ungt – ikki meira enn góð 200 ár. Í Kollafirði eitur sóknin eftir bygdini, Kollafjarðar sókn, men kirkjan eitur Sjóvar kirkja eftir býlinginum við Sjógv.
Tá Suðuroyar prestagjald varð býtt sundur í tvey fyri hundrað árum síðan, varð markið ásett millum Hov og Fámjin.
Í norðara prestagjaldinum eru kirkjurnar á Tvøroyri, í Hvalba, í Sandvík og í Fámjin. Í 1966 varð bygt bønhús í Øravík; tað fekk ikki fulla støðu sum kirkja og kom undir sóknarkirkjuna á Tvøroyri.
Syðra prestagjaldið fekk við sundurbýtingini Vágs, Sumbiar og Porkeris sókn. Í 1943 fekk Hov kirkju og í 1957 Akrar. Hovs kirkja er tann gamla kirkjan á Kirkjukletti í Vági, sum varð flutt hagar, tá ið Vágur í 1939 fekk nýggja kirkju. Kirkjan á Økrum er samstundis skúli.
Í dag eru fjúrtan prestagjald í Føroyum.
Axel Fr. Moe
Fyrsti sóknarpresturin í nýstovnaða Suðuroyar syðra prestagjaldi í 1913, Axel Fr. Moe (1877-1942), var borin í heim í Tved nærindis Svendborg í Danmark, har faðirin Otto Moe var prestur.
Hann hevur sjálvur greitt frá, at hann í lestrartíðini einaferð fór við fiskifari til Føroya meðan hann hevði summarfrí. Henda ferðin rein mikið við sinni hansara. Gloymdi ikki hvussu vanrøktar, hann helt oyggjarnar vera kristiliga sæð. Hann var heimamissiónsmaður og hugsar serstakliga um, at eingir kristiligir fundir vórðu hildnir í Føroyum, borið saman við teir, sum heimamissiónin í Danmark hevði.
Eftir at hava lokið gudfrøðiligt embætisprógv í 1904, fór Axel Fr. Moe til Føroya at vitja Frantz Busch, sóknarprest í Suðuroy, at hvíla seg eftir próvtøkuna. Hetta summarið hjálpti hann eisini Busch presti við arbeiði hansara.
Moe vil tó ikki vera við, at hann hevði havt í kvittanum at verða verandi í Føroyum. Men hetta sama heystið (1904) bar so á, at skipahøvi gavst til Danmarkar, og læt hann sær hetta ikki bjóða fleiri ferðir og fór heimaftur at hitta formannin í donsku heimamissiónini, Frederik Zeuthen próst. Moe spurdi Zeuthen, um teir ikki áttu ein ungan, djarvan mann at senda til Føroya sum trúboðara. Zeuthen bað Moe sjálvan átaka sær uppgávuna. Hann tók av og fór aftur til Føroya og gjørdist her fyrsti heimamissiónstrúboðari.
Fyrstu tíðina búði Moe hjá Busch presti og konuni Marionnu í Leirum, Hvalba. (Marianna var dóttir Jákup Dahl, keypmann og útgerðarmann á Gørðunum, Vági.) Haðani ferðaðist hann so kring oyggjarnar at halda kristiligar fundir. Um veturin var hann tó mest í Havn.
Men fyri at lætta um ferðirnar kring oyggjarnar, fekk Moe sær fastan bústað í Havn í 1905 og fekk innivist í nýstovnaða sjómannaskúlanum hjá Ryving Jensen og Andreas Nielsen, sum skuldi rekast á heimamissiónsgrundarlagi (húsini eru í dag skrivstova hjá skipasmiðjuni Mest).
Komandi árini virkaði Axel Fr. Moe sum trúboðari í Føroyum og viðhvørt eisini sum hjálparprestur í Suðuroy. Hann tekur javnan til orðanna í Kirkjutíðindum, har hann m.a. mælir gentum til at sýta trúlovaðu dreingjum sínum giftarmál, um teir ikki leggja av at drekka brennivín.
Hann fór frá sum prestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi í 1916 og fór aftur til Danmarkar. Hann gjørdist tá sóknarprestur í Lovns og Alstrup í Norðurjútlandi. Frá 1919 til 1942 sóknarprestur í Ærøskøbing á Ærø. Farin frá sum prestur í 1942, flutti Moe til Valby í Keypmannahavn, men fekk ikki drúgt otium her, tí sama árið doyr hann, 65 ára gamal.
Danska Indremissions Tidende skrivar í minningarorðum, at Axel Fr. Moe var heimamissiónsarbeiðinum hollur stuðul og vísir á, at hann ikki bregðaði burtur úr Moe-ættini í so máta. Faðir hansara Otto Moe hevði sæti í stýrinum fyri donsku heimamissiónina, og faðirbróðurin Carl Moe var í mong ár formaður í sama stýri. Báðir bóru teir orð fyri at hava eitt miðvíst stavnhald í gerningi sínum og vóru bersøgnir prædikumenn. Axel Fr. Moe líktist teimum.
Hóast Moe í Føroyum fekk ávísa mótstøðu, so segði hann tey tólv árini, hann var her, teljast millum síni bestu prestaár.
Umframt prestatænastu sína slóðaði hann fyri vanligum vekingarmøtum og missiónsvikum í Føroyum. Og hann stovnaði blákrossfelag bæði í Vági og í Porkeri; í Vági eisini KFUM. Konan Christiane stovnaði í Vági KFUK.
Onnur tíðindi