Skriva út

Prestafelag Føroya við í norðurlendskum samstarvi

02.10.2012 Tíðindi
Prestafelag Føroya við í norðurlendskum samstarvi

Eftir at Fólkakirkjan varð yvirtikin á ólavsøku í 2007 setti hetta eisini nýgg krøv og avbjóðingar til teir føroysku prestarnar.

Ein av avleiðingunum var m.a., at sjálvstøðugt føroyskt prestafelag varð stovnað í 2008 eftir at felagið hevði verið partur av danska felagnum í mong ár.

Samstarvið við danska prestafelagið er enn gott, og nú er Prestafelag Føroya eisini komið við í tað norðurlendska prestafelagssamstarvið NPS, Nordisk Præsteforenings Samarbejde.

Fundurin varð hesaferð hildin í Tróndheimi í Noregi í endanum av augustmánaði, har ymiskar avbjóðingar, greiðsluevni og trupulleikar vórðu havd á lofti, ið eru í okkara tíð. Nevnast kunnu eitt nú viðurskifti við almennar myndugleikar, pílagrímsgongur, millumtjóða samstarv v.m.

Theodor Eli Dam Olsen, formaður í Prestafelagnum, umboðaði føroysku prestarnar á fundinum.

Eisini varð vitjað á Stiklastøðum, har Ólavur Haraldsson, Ólavur Halgi, fall í 1030.

Bondini eru tøtt millum Norðurlond, hóast útjaðararnir málsliga eru dragnaðir eitt sindur frá skandinavisku málunum. Við á fundinum vóru prestafelag úr Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi. Finnar vóru umboðaðir av bæði finsktmæltum og svensktmæltum prestum.

Næsta ár verður NPS-fundurin hildin í Føroyum í døgunum 10. til. juni.

Theodor Eli Dam Olsen