Skriva út
Prædika til forbønarguðstænastuna fyri atsókt kristin
22.12.2014 Tíðindi
Vesturkirkjan 18.desembur klokkan 20.
Evangeliið hjá Matteusi kapitul 25, v 34-40.
Náði veri við okkum og friður frá Guði, faðir okkara og Harranum, Jesusi Kristi. Amen.
Jesus,
Takk at tú ert her sama við okkum í kvøld. Tala til okkum faðir. Lat okkum kenna tín vilja. Lat okkum gera tín vilja, lat okkum liva í tínum vilja.
Hell kærleikans og einleikans anda út í hjørtu okkara, lat okkum síggja næsta okkara, soleiðis sum tú sær hann. Amen.
“Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: «Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað! v35 Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; v36 eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.» v37 Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? v38 Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? v39 Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?»v40 Og kongurin skal svara og siga við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.”»Amen.
Kendi russiski rithøvundurin Leo Tolstoj sigur frá í eini søgu, um ein skómakara, sum eitur Martin, sum ein dagin fær vitjan av einum særdan hermanni, eini fátækari einkju og svanga barni hennara og eini gamlari, óttafulla konu.
Ígjøgnum dagin hevði Martin hjálpt hesum fólkum á ymiskan hátt, og um kvøldið, tá ið hann situr og ger seg lidnan við arbeiðið, hoyrir hann eina rødd siga: Martin, minnist tú meg? Martin svarar nei, hvør ert tú? Og røddin svarar: “tú hjálpti mær í dag”, og so trínur tann særdi hermaðurin fram, stendur eina løtu frammanfyri skómakaranum og hvørvur so.
Tað var løgið, hugsaði skómakarin, eg hevði gloymt alt um hann, men jú, nú minnist eg.
Aftur hoyrir hann eina rødd, og sær eina kvinnu við einum lítlum barni koma ímóti sær. Hesum báðum hevði hann givið mat fyrr um dagin. Mamman og barnið steðga og smíla uppá hann og hvørva síðani.
Til seinast kemur tann óttafulla konan. og sigur: “Martin minnist tú meg, eg gloymi ikki, at í dag, tá ið eg var so bangin, legði tú tína uggandi hond á økslina á mær”.
Martin helt hetta vera løgið, men meðan hann situr har, minnist hann á nakað, hann hevði lisið í Bíbliuni. Hann tekur Bíbliuna fram, blaðar upp á Matteusar evangeliið og lesur: Eg var svangur og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; v36 eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.»
Fyri meg er hetta ein rørandi og sigandi søga, sum so vakurt lýsir hetta brotið úr Matteusarevangeliinum, har Jesus tosar um, at tað, sum vit gera móti einum av hansara minstu, gera vit ímóti honum.
Í kvøld steðga vit á eina løtu, tankarnir leita út í heim til okkara systrar og brøður í Kristusi, sum verða forfylgd á mest ræðuligan hátt.
Í kvøld vilja vit standa saman um og við teimum forfylgdu kristnu. Vit trúgva á ein livandi og nærverandi Guð, sum hevur lovað at hoyrt bønir okkara. Vit trúgva á ein Guð, sum elskar sín skapning, og sum pínist meir enn vit, við at hoyra og síggja, hvussu menniskju verða pínd, tí tey halda fast við hann. Vit trúgva á ein Guð, sum sigur:” tað, sum tit hava gjørt móti einum av mínum minstu, hava tit gjørt móti mær”.
Heimurin er í dag vorðin so lítil, tí vit fáa tað nýggjast nýggja uttan úr heimið, serverað í stovuna hjá okkum næstan í somu løtu, tað hendir.
Vit hoyra tíðindi fleiri ferðir um dagin, um hvussu stórari neyð, tey kristnu eru í í fleiri londum. Vit síggja tær mest ræðuligu myndirnar á netinum, á fb og aðrastaðni.
Hetta merkir at tað, sum hendir úti í heimi, knappiliga kemur tætt uppá, tí vit verða, um vit vilja ella ikki, konfronterað við tað.
Tann óhugnaligi spurningurin er bara, um vit yvirhøvur steðga á longur, tá ið vit hoyra tíðindini siga frá, hvussu nógv nú eru vorðin dripin og pínd. Eru vit vorðin so von við at hoyra um ræðuleikar, at vit ikki longur geva okkum far um tað? Eru vit vorðin blind og deyv yvirfyri neyðini?
Vit ugga okkum við, at hvat kann eg gera, tað viðkemur jú ikki mær? Ella, hatta er so langt burturi? Vit kunnu ikki bjarga øllum heiminum? Og soleiðis royna vit at betra um okkara ringu samvitsku. Við undanførslum.
Men hava vit nakra umbering fyri ikki at hjálpa?
Í matteusar evangeliinum verður tosað um gerningar, sum als ikki krevja tað stóra av okkum. Eitt glas av vatni til ein, sum er tystur, kunnu vit øll geva. At vitja ein, sum situr í fangahúsi, kunnu vit eisini. At geva einum, sum er nakin klæðir, tað kunnu vit eisini. Hetta eru gerningar, sum als ikki krevja nakað yvirnáttúrligt ella stórt av okkum, men bara at vit hava eygu sum síggja ein tørv, at vit kenna eina neyð fyri teimum, og at vit gera nakað aktivt. At vit geva av okkum sjálvum. At vit hugsa um onnur.
Í kvøld er í hvussu so er ætlanin við hesi guðstænastu, at vit mugu vakna og fáa eyguni upp fyri, tí sum hendir. At vit sum kristin, mugu standa saman, vera ein rødd hjá teimum forfylgdu kristnu úti í heimi.
Í Føroyum hava vit tað gott. Summi mugu stríðast meir enn onnur, fyri at fáa endarnar at røkka saman, men sum heild mugu vit siga, at vit liva í einum landi, har vit hava tað sera gott. Á allan hátt.
Tá ið vit hava tað so gott her, so áttu vit at havt allar møguleikar og yvirskot at hjálpt. Tá ið vit eru so væl stillað, so er tað okkara uppgáva, ikki bara at takka fyri tað, vit hava, men eisini at hjálp, har tørvur er á tí.
Vit møta Guði í næsta okkara. Júst sum Martin í søguni hevði hjálpt nøkrum menniskjum í neyð teirra, so var tað í veruleikanum Guði sjálvum, hann hjálpti. Tað var Guði, hann vísti kærleika.
Um tað er Guð, sum eg møti í mínum næsta, so merkir tað, at um eg ikki steðgi á og hjálpi, tá ið næsti mín hevur tørv á tí, so er tað ikki bara næstan, eg svíki, men Guð sjálvan.
Spurningurin er, um tað ikki er júst av hesi orsøk, at tey kristnu verða forfylgd í dag. Tað er ikki tí, at tey gera nakað galið, tað er ikki tí at tey eru vandamikil, men bara tí, bara tí: at tey trúgva á Jesus.
Óndskapurin sær Jesus í teimum. Tað er Jesus, sum verður forfylgdur. Og tað er Jesus, óndskapurin hatar.
Um nakrar dagar fara vit at halda jól. Vit fara at vera saman við okkara kæru, gleðast og hátíðarhalda tað størstu kærleiksgávuna heimurin nakrantíð hevur sæð. At Jesus kom til okkum. At Guð sjálvur gjørdist menniskja.
Men vit vita eisini, hvat síðani hendi. Jesus var longu sum nýføðingur noyddur at flýggja saman við foreldrunum. Hann varð longu sum nýføðingur forfylgdur, og óndskapurin tók bara til og í dag, so verður Jesus enn forfylgdur ígjøgnum tey líðandi kristnu.
Jesus hevur ávarað okkum um júst hetta. Hann segði: Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara.
Jesus sigur við okkum: Ein tænari er ikki størri enn harri. Hava tey forfylgt mær, so fara tey eisini at forfylgja tykkkum. Forfylging eigur ikki at koma óvart á okkum.Joh 15,20
Tey kristnu hava altíð verið forfylgd.
Allir Jesu lærusveinar vóru dripnir, teir fingu ikki nakað heiðurspláss nakrastaðni. Teir fingu ikki nakra medalju – nei, teir mistu lívið.
Hví? Tí heimurin sá Jesus í teimum.
Hvat tit hava gjørt móti einum av hesum minstu, hava tit gjørt móti mær.
Nyttar tað nakað?
Ja, tað ger. Vit mugu ongantíð steðga á við at gera gott og spyrja, um tað loysir seg. Um tað nyttar nakað? Tað nyttar altíð. Tað er ikki altíð vit síggja ella uppliva broytingina, men trúgvin sær hana. Trúgvin veit, at tá ið vit biðja, fer Guð til arbeiðis.
Las ein dagin um ein prest í Sýria, sum sigur, at tey uppliva nógv undur millum tey kristnu har, og tað ger, at tey píndu kristnu tora at fara í forbøn fyri landinum. Og at tey tora at verða verðandi.
Tá ið Jesus varð føddur inn í henda heim jólanátt, varð eitt ljós tendrað. Eitt ljós, sum skínur í myrkrinum. Myrkrið hatar ljósið. Men myrkrið fær ikki vald á tí. Jesus livdi og vann á tí ónda við tí góða. Hann ofraði alt fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Fyri at kunna bera Jesu ljós víðari krevst at vit brúka tíð saman við Jesusi og lata hann hella sín kærleikans anda út í hjørtum okkara, soleiðis at hansara ljós kann skína ígjøgnum okkum út í ein heim, sum liggur í myrkri.
Bøn okkara er, at Jesus má úthella kærleikans anda í hjørtu okkara, tí bara við at vit fáa hansara kærleika at kenna, bara vit at vit sjálvi fáa opinberað hansara kærleika til okkum og fáa at kenna hvat kristin einleiki kann gera tora vit at standa fyri hansara trónu ein dagin og hoyra hann siga: “alt tað, sum tú gjørdi móti einum av mínum minstu, gjørdi tú ímóti mær”.
Amen.
Latum okkum við apostlunum ynskja hvør øðrum:
At harrans jesu kristi náði kærleiki guðs og samfelag heilaga andans má vera við okkum øllum. Amen.
Ann Dahl Hansen
Onnur tíðindi