Skriva út

Prædika í Christianskirkjuni 21. apríl 2019: Páskadagur. Prædikutekstur: Markus 16,1-8.

21.04.2019 Tíðindi
Marjun L..png

"Kristos anastasis", ið merkir "Kristus er upprisin” - ja, av sonnum er hann upprisin" - er páskakvøðan, ið tey "griksk - ortodoksu" kristnu heilsa heilsa hvørjum øðrum við páskamorgun, og við kvøðuni er hitt mest miðsavnandi og avgerandi í kristindóminum longu sagt. Somuleiðis er tað júst henda grikska kvøðan, ið vit hava í sálminum: "Kristus reis frá deyðum", - og heilsanin sigur tað, ið sigast skal: "Kristus er upprisin, ja, av sonnum er hann upprisin". - Her verður páskadagur undirstrikaður á tann hátt, at páskirnar ikki bert snúgva seg um at reisa seg upp úr onkrum tilvildarligum ella um eitt ordastríð viðvíkjandi hesum, antin uppreisn er møgulig ella ikki.

Heldur ikki nýtist okkum at djúphugsa um, hvat møguliga er hinumegin deyða og grøv, men at "Kristus er upprisin" - eigur at verða boðað. Hetta - og einans tað - er boðskapur páskanna.
Páskirnar - eru boðskapurin um hin endaliga sigurin, ið ongan líka hevur yvirhøvur. Tí her snýr tað seg ikki um hin næst - ella triðsíðsta fíggindan, men um hin seinasta og størsta, nevnliga deyðan sjálvan.

Júst tí kann gleðiligi páskaboðskapurin bert skiljast og fatast við ymisku líðingunum og hinum ræduliga krossardeyðanum í huga. Langi fríggjadagur hoyrir við á tann hátt, sum dagurin hevði sorað ynskir, dreymar og vónir lærusveinanna og vinir Kristusar annars. Nú var í besta føri bert ein grøv eftir at leita sær til, ið helst nøkur ár fram hevði megnað at drigið fólk til sín, men sum síðani - fyrr ella seinni - hevði farið í hav gloymskunnar og myrkursins.

Samanberingin vid Langafríggjadag gevur okkum alt fyri eitt eina kenslu av tí ógvusliga og óvæntaða, ið hendi. Stutt kunnu vit siga, at fyri mongum tóktist søgan um Jesus at vera liðug langafríggjadag, men tíbetur kunnu vit í sama andadrátti ásanna, at hon byrjaði av nýggjum páskamorgun, tá id Gud reisti hann úr grøvini, sum sigursharra til dýrdar.

Fríggjadagin hoyrdu vit, hvussu dimmið legdist um alt landið eins og sólarmyrking. Men nú, meðan kvinnurnar sunnumorgun fara út til grøvina, er sólin risin upp. Áður var myrkur, nú er ljós; fyrr var deyði, nú eru boð um lív, og tær tríggjar kvinnurnar: Maria Magdalena, Maria, móðir Jákups og Salóma fingu ikki hesi stóru tíðindi tilvildarliga frá onkrari ivasamari keldu. Nei, inni í grøvini sat sendiboð av himni, ið persónliga gav hesum bilsnu og bangnu kvinnunum boð um, hvat hent var og at bera tíðindini víðari til avnoktaran, Pætur og hinar lærusveinarnar, so hesir kundu vita, hvar teir fóru at hitta hin upprisna í Galileu. - Og Gud havi lov og tøkk fyri, at undirið hendi, nevnliga at boðskapur einglanna til kvinnurnar vann ígjøgnmum ótta og iva teirra, sum tað verður sagt frá og hoyrist enn tann dag í dag tvørtur ígjøgnum ótta, iva og vónloysi okkara.

Boðskapurin um, at Jesus livir, og harvið skulu vit – í trúnni á Hann – eisini liva, um vit so enn doyggja!

Heilt einfalt, so eru páskirnar munurin! Jesus livir. "Kristus er upprisin", har fagnaðar sálmar ljóma - sum í byrjanini í gudstænastuni:

"Kristus reis frá deyðum,
hjálpt eru vit úr neyðum…"(Sálmur 104)

nú eftir prædiku:
"sum vársól rísur yvir fold,
reis Jesus upp úr døkku mold,
til lívs, so ei finst líki;
tí skal, alt meðan verøld stár,
nú eftir vetur koma vár
vid gleði í Guds ríki" (Sálmur 197).

Men ein áhugaverdur spurningur er, hví Markus evangelistur hevur skrivað eitt so sannførandi rit um lív og tænastu Jesusar, men í endanum - við so fáum greiðum og neyvum upplýsingum viðvíkjandi sjálvari uppreisnini - eftir nútídar meti - letur okkum fáa kensluna av onkrum, ið nú er lidugt? Veruleikin er, at okkum tørvar alla ta leiðbeining, vit kunnu fáa til tess at trúgva, at hesin Jesus vard krossfestur, gav upp andan - eins og vit, tá farið verður um sýnina, - men síðani sigraði í gravarhellinum og reis upp til lívs og dýrdar. - Ja, hetta er so kollveltandi og samstundis ótrúligt!

Hesin er dagurin, vit fagna uppreisnini og kunnu frøast um tann gleðibodskapin, ið gjørdist úrslitið av hesum! Hetta er dagurin, har guddómsleikin sigraði á pínu, líðing og deyða. Og møguliga ætlaði Markus evangelistur at lata evangelii sítt steðga her? Kanska átti hetta at verið opin endi vid tí, sum vit við vissu vita um - at lærusveinar Jesusar vóru so ræddir og óttafullir fyri lívi sínum, so ørkymlaðir og skelkaðir um hendingarnar í Jerusalem, at teir flýddu hvør í sína ætt?

Men veruleikin er, at Markus evangelistur visti, at hetta ikki var endin av tilgongdini, tí søgan um Jesus úr Nasareth endaði bert fyribils Langafríggjadag. Hann, id undirvísti, lekti og boðaði Gudsríkið, meðan hann likamliga gekk her á foldum - eins og tignarliga listarøðin "Jesus úr Nasareth" eftir Edvard Fuglø í kirkjukjallaranum so framúr vakurt og talandi avmyndar.

Sannroyndirnar eru, at til tess, at hetta kundi gerast gleðibodskapurin fyri øll - alla mannaættina á jørð, - so áttu hendingarnar at fara fram júst soleidis, sum sagt er frá.

Tí søgan um kristnu trúnna byrjar páskadag - við uppreisn Jesusar frá deyðum.

Hetta var hin einasti, sannførandi mátin, ið kundi fáa teir óttafullu lærusveinarnir at skilja og fata, at Harri og vinur teirra, Jesus av sonnum var tann, sum hann segði seg vera….har "tað ótrúliga" gjørdist veruleiki og satt fyri teimum…við at lata hendingina ella frásøgnina náa inn í lív og hjørtu teirra og broyta teir…til teir eftir hvítusunnuna við halga andans mátti gjørdust heilt og av sonnum sannførdir um at enda søguna sjálvir, ja, við egna lívi teirra úti í heiminum, ið fyrst og fremst var Rómverjaríkið, har teir við sjáldsomum dirvi og djúpari sannføring óttaleysir boðaðu gleðibodskapin um Kristus.

Og í dag - páskadag 2019 - næstan 2000 ár eftir frásagnum Markusar evangelists, eru treytirnar tær somu, har vit eiga at trúgva tí ótrúliga boðskapinum um fyrigeving syndanna í Jesusi Kristi - og harvið enda søguna í egna lívi okkara.

Eitt, kunnu vit øll vera samd um, og tað er, at kollveltandi stórhending fór fram við gravarhellið. Kvinnurnar fóru avstað, sigur teksturin við boðum til lærusveinarnar, og áðenn ein øld var liðdin, var allur táverandi kendi heimurin vorðin broyttur vegna lív, tænastu, deyða og uppreisn Jesusar. Hansara kollveltandi og djúptgangandi fyridømi at elska hvønn annan, hansara boð um beinleiðis samband við Gud Faðirin, hin lekjandi náðin av deyda og uppreisn hansara broytti heimin,…nú er tað upp til okkum - hvønn einstakan at bera boðini víðari!

Men hin stóri og alneyðugi spurningurin er: Hvagar vit leita okkum hjálp og ugga, tá vit gerast ovfarin, verða tikin av bóli ella eru óttafull?

Mong eru tey, ið sjálvi leita egnar leiðir eftir eydnuni og svarum á órøttum støðum. Fleiri eru tey, ið halda, at tað eru ov nógvar avbjóðingar í lívinum, at tað er ov nógv mótgongd, ið farast skal ígjøgnum, áðrenn tey mugu ásanna, at Kristus var ikki at finna, har ein ynskti at møta honum, tí tað er við krossins fót, at hin iðrandi syndarin verður funnin av Jesusi sjálvum.

Latum okkum tí ikki leita á skeivum støðum eftir Jesusi úr Nasareth, hinum krossfesta og upprisna Harra og Frelsara okkara, ið var Fadir sínum lýðin alla tíðina og bað:"Verði vilji tín!" Alt, til tess at kunna verða saman við okkum menniskjum í eini hvørjari støðu – við- og mótgongd - til eina og hvørja tíð. Tessvegna ljóðar í hinum heilaga dópi okkara: "Harrin varðveiti útgang tín og inngang tín frá hesi løtu og inn í ævinleikan".

Gud havi lov og tøkk fyri páskaundrið og gleðibodskapin: Latum okkum tí lyfta høvur okkara, heilsa hvør øðrum "gleðiligar páskir" og fara fram í trúnni - við góðum treysti og dirvi - alt meðan vit lata bjarta ljósið frá páskadegi lýsa klárt inn í gerandisdagar okkara.

Jesus er upprisin! Jesus livir og vil sleppa at ferðast við - tær og mær – frá nú av og inn í ævinleikan!

Gleðiligar páskir øll somul!