Skriva út

Prædika 2. jóladag í Argja kirkju - Hanus Pál Jógvansson, stud. theol.

30.12.2019 Tíðindi
Hanus P.jpg

Hetta heilaga evangeliið skrivar Matteus evangelistur og tað ljóðar so í Harrans navni:

Jesus segði: „Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð. Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara; og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir. Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur. Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí. Tann, ið fagnar tykkum, fagnar mær; og tann, ið mær fagnar, fagnar honum, ið meg sendi. Tann, ið fagnar einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa profets løn; og tann, ið fagnar einum rættvísum, av tí at hann er rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur. Og tann, ið gevur einum av hesum smáu bert eina skál av køldum vatni at drekka, av tí at hann er ein lærusveinur, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa løn sína.“ Matt 10,32-42

Heilagi faðir takk fyri títt heilaga orð til okkara í dag. Orð títt er sannleiki, læt tað lýsa okkum vegin til sannleika og til sælu Amen!

Útlegging av tekstinum
Vit hava øll hugnað okkum saman við familju og vinum seinastu dagarnar og notið jólafriðin. Vit hava etið góðan mat saman, spælt spøl, vitjað hvønn annan og givið hvørjum øðrum gávur. Eisini í kirkjuni, hava vit hoyrt hugnaligar og fjálgar søgur. Bæði fyrradagin og í gjár hava vit hoyrt jólaevangeliið lisið, gleðiboðskapin um at Guð valdi at gerast menniskja fyri at frelsa okkum øllum frá syndum okkara. Men nú vakna vit við kaldan dreym, tá vit lesa tekstirnir til í dag, Sankta Stefansdag. Nú er jólahugnin brádliga hvorvin, og vit fáa at síggja, hvat tað veruliga vil siga at vera kristin og fylgja Jesusi!

Í dagsins epistli lesa vit um deyða Stefans. Í Ápostlasøguni stendur, at Stefan var ein av teimum sjey, sum vóru útvaldir til at greiða útbýtingina í fyrstu kristnu samkomuni. Hesir sjey skuldu taka sær av tænastuni við borðini. Í fyrstu kristnu samkomuni ótu tey saman hvønn dag. Sum samkoman vaks, var neyðugt at skipa býtið av matinum, so at øll fingu mettuna. So hetta var eitt álítisstarv, sum Stefan hevði. Men Stefan var meira enn ein borðtænari. Hann boðaði eisini gleðiboðskapin um Jesus Kristus og var fullur av náði og kraft og gjørdi undur og stór tekin millum fólkið. Men mótstøða móti teimum kristnu var byrjað millum jødarnar í Jerusalem, og lygivitnir ákærdu Stefan fyri guðsspottan. Stefan var førdur fyri rættin, og har helt hann eina langa verjurøðu. Í verjurøðuni endurfortaldi hann søgu Ísraels sæddað í ljósinum av Jesusi Kristi og knýtti soleiðis Gamla Testamentið og Nýggja Testamentið saman. Hóast sína verjurøðu verður Stefan dømdur, tikin út um býin og steinaður til deyðis. Áðrenn Stefan doyr, sær hann himmlarnar opnar. Hann sær Guð og Jesus. Og í sínum síðsta andadrátti biðir Stefan teir fyrigeva teimum, sum vóru við at drepa hann.

Soleiðis bleiv Stefan fyrsti kristni pínslavátturin, ið lat lív fyri sína trúgv.

Við lagnu Stefans ganga evangeliiteksturin til í dag og teksturin hjá Jesaja profeti út. Hesir tekstir greiða frá korunum, sum lærusveinar Jesusar skulu vænta sær. Í brotinum áðrenn sjálvan prædikutekstin ávarar Jesus lærusveinarnar um, hvat skal vera teimum í væntu.

Í ørindi 16 sigur hann soleiðis:

“Sí, eg sendi tykkum út eins og seyð mitt ímillum úlvar; verið tí snildir sum ormar og falsleysir sum dúgvur.” (Matt 10,16)

Jesus fortelur víðari fyri lærusveinunum. Menniskju skulu føra lærusveinarnar fyri dómsstevnur og skulu húðfleingja teir í samkomuhúsum; teir skulu vera førdir fyri landshøvdingar og kongar fyri Jesu sakir og teir skulu verða hataðir av øllum fyri Jesu navns skuld. Og í sjálvum prædikutekstinum til í dag sigur Jesus, at hann ikki er komin at bera frið til jarðar, men svørð. Hann vil elva til stríð millum familjur og húsarhald. Gleðiboðskapurin vil soleiðis seta kílar millum lærusveinarnar og heimin.

Jesaja er eins greiður:

“Harrin, drottin, gav mær lærusveinatungu, so at eg skuldi skyna á at styrkja tey maktaðu; á hvørjum morgni hann vekur mítt oyra, at eg má taka eftir eins og lærusveinar gera. Harrin, drottin, opnaði oyra mítt, og eg varð ikki mótræsin og bar meg ikki undan. Teimum, ið slógu meg, beyð eg fram rygg mín, og kjálkar mínar teimum, ið royttu meg í skeggið; eg huldi ikki andlit mítt hvørki fyri spotti ella spýtti. Harrin, drottin, hjálpir mær, tí beit ikki spottið á mær; eg geri andlit mítt sum tinnustein, tí at eg veit, at eg verði ikki til skammar.” (Jes 50, 4-7)

Stefan bleiv førdur fyri dómstól, píndur og dripin. Hann boðaði gleðiboðskapin, sjálvt um summi ikki toldu at hoyra hann. Og eins og Jesaja hjálpti hann teimum, sum liðu neyð, og hóast hann var píndur, gjørdi hann onga mótstøðu, tí spottið beit ikki á hann.

Tá Bíblian var skrivað var tað eitt álvarsmál at lata seg doypa og gerast kristin. Bæði tann rómverska yvirvøldin og jødiskir borgarar forfylgdu teimum kristnu í fleiri umførum. Í teimum mongu fyrstu øldunum av kirkjusøguni settu fólk soleiðis teirra lív í váða, um tey játtaðu sína kristnu trúgv. Tí minnist kristna kirkjan Stefan 2. jóladag. Vit vilja vísa á, at Kristindómurin hevur sett kílar millum fólk og skapt mótstøðu, og ger tað enn. Vit vilja tí æra allar teir pínslaváttar, sum eru deyðir fyri teirra trúgv!

Vit kunnu glaðast um, at vit búgva í einum landi, har vit kunnu møtast til kirkjugongd og møtir uttan at óttast fyri okkara lívi. Men tíanverri er støðan ein onnur hjá nógvum kristnum. Felagsskapurin  Open Doors arbeiðir fyri at hjálpa forfylgdum kristnum. Nýggjastu hagtølini hjá Open Doors frá tíðarskeiðinum 1. november 2017 til 31. oktober 2018 vísa, at:

• yvir 245 milliónir kristin liva í støðum, har tey uppliva harða forfylging
 • 4305 kristin eru deyð fyri teirra trúgv
 • 1847 kirkjur og kristiligir bygningar eru álopin
 • 3150 kristin eru afturhildin uttan rættargang, handtikin, dømd og fongslað

Hetta er ræðandi og skakandi lesnaður. Fleiri kristin doyggja hvørt ár fyri sína trúgv, enn tað eru borgarar í Runavíkar kommunu, føroya triðstørstu kommunu.
Í evangeliitekstinum sigur Jesus, at hann ikki er komin fyri at bera frið til jarðar, men svørð. Tann friður, ið sipa verur til her, er tann friður, sum vit meina við, tá vit siga “fyri friðs skyld”. Ofta tá vit síggja órættvísi og óreiðiligheit, velja vit einki at gera, tí vit ikki tíma at taka avleiðingarnar av eini konfrontatión.

So siga vit, at vit “fyri friðs skyld” ikki vilja gera nakað. Tað er henda líkasæla og konfliktskýggjandi friðin, hetta at vit lata standa til, sum Jesus vil gera upp við.

Vit kunnu ikki sum kristin “fyri friðs skyld” lata eygu okkara aftur, meðan okkara brøður og systrar vera forfylgd og dripin fyri teirra kristnu trúgv. Tað er okkara ábyrgd, sum kirkja at tala at og at gera mótstøðu og stuðla teimum líðandi kristnu! Og allur stuðul ger mun. Jesus minnir okkum á hetta í evangeliitekstinum. Har stendur:

“Og tann, ið gevur einum av hesum smáu bert eina skál av køldum vatni at drekka, av tí at hann er ein lærusveinur, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa løn sína.” (Matt 10, 42)

Dagsins tekstir kunnu tykjast tungir og daprir. Serliga sæddir í ljósinum av jólahugnanum. Vit lesa um teir ræðuleikar, sum Jesu lærusveinar skulu tola og hoyra um, hvussu Stefan fyri sína trúgv var tikin av døgum. Men hóast alt tað tunga og dapra er ein setningur í  epistlinum um Stefan, sum gevur okkum vón:

“Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni, sum æt Saul.” (Áps 7, 58)

Saul, ella Paulus, sum hann seinni bleiv nevndur, verður í byrjanini av Ápostlasøguni lýstur sum ein harðrendur forfylgjari av teimum kristnu. Aftaná at Stefan var steinaður, bað Paulus um loyvi frá jødisku myndugleikunum at fara til Damaskus at handtaka tey kristnu har. Men á vegnum til Damaskus hendi eitt undur. Hann sá eitt bjart ljós og hoyrdi eina rødd kalla á seg:

“Saul, Saul, hví søkir tú at mær?” (Áps 9, 4)

Tað er rødd Jesusar, ið her kallar á Paulus.

Paulus gjørdist blindur av ljósinum - hetta er kanska eitt tekin um, hvussu blindur hann fyrr hevði verið. Paulus læt seg føra til kristna mannin Ánanias í Damaskus, og ikki fyrr enn Ánanias legði hendurnar á hann, fekk hann sjónina aftur, og Paulus varð umvendur og kom til trúgv á Jesus Kristus.

Eftir hetta bleiv Paulus doyptur, og hann gjørdist ein av ídnasatu kristinboðarunum og nokk størsti trúboðarin, sum nakrantíð hevur livað. Hann fór á eina langa ferð kring alt miðalhavsøkið. Hann ferðaðist frá Sýria til Makedonia og Italia, og á ferðini boðaði hann gleðiboðskapin um Jesus Kristus og grundlegði nýggjar samkomur. Tað síðsta vit hoyra um Paulus í Ápostlasøguni er, at hann sat sum fangi í Róm, og traditiónin fortelur, at hann var tikin av døgum undir einari av kristinforfylgingunum hjá Nero keisara. So Paulus endaði sínar dagar eins og Stefan.

Teksturin um Sankta Stefan er sostatt ein vónartekstur fyri forfylgjarar og syndarar sum heild!

Paulus byrjaði sum kristinforfylgjari. Men við Guðs náði  kom hann til trúgv og endaði sínar dagar sum ein av týdningarmestu persónunum í kirkjusøguni. Hann hevur skrivað 13 bøkur í Nýggja Testamenti. Hann grundlegði nýggjar samkomur og neyvan hevur nakað menniskja umvent fleiri fólk til kristindómin enn hann. Paulus lýsir sjálvur hesa broyting í 15. kapitli av Fyrra Korintbrævið:

“Men síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær eins og burði, sum ikki er komin av tíð, tí at eg eri hin ringasti av ápostlunum og eri ikki verdur at verða kallaður ápostul, við tað at eg forfylgdi Guðs kirkjuliði. Men av Guðs náði eri eg tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið til ónýtis; nei, eg havi arbeitt meira enn teir allir, tó ikki eg, men Guðs náði við mær. Annaðhvørt tað so eri eg ella tað eru teir, soleiðis prædika vit, og soleiðis tóku tit við trúnni.” (1. Kor 15, 8-11)

Um Jesus kundi umvenda Paulus og nýta hann sum amboð í kristinboðanini, er enn vón fyri øllum, sum dagin í dag forfylgja kristnum og enn ikki eru frelst. Vit mugu biðja fyri teimum og vóna, at tey eins og Paulus vera blendað í oyðimørkini og koma til trúgv!

Lovprísan
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeindur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir! Amen!

Kirkjubøn

Latið okkum øll biðja!
Harra, vár Guð, himmalski faðir, tú, sum hevur opinberað kærleika tín við at senda son tín, Jesus Krist, í heimin, til tess at øll skulu liva við honum. Vit biðja teg, varðveit kirkja tína her á hesum stað, í landi okkara og um allan heimin. Hell út heilaga anda tín yvir hana, so at hon kann vera boðum tínum lýðin og bera gleðiboðskap tín út til øll fólkasløg. Send alsamt arbeiðsfólk út í akurskurð tín og gev teimum at gleðast við góðan ávøkst. Verj orðsins tænarar tínar fyri øllum freistingum og vandum. Lat teir ikki missa mótið, um illa gongur í hond, men við treysti boða orð títt í áliti á lyfti títt um, at orðið ikki vendir tómt aftur, men skal útinna tað, sum tær líkar. Vit takka tær, tí at tú í heilagu kirkju tíni letur okkum hava samfelag við teg, son tín, Jesus Krist, og hvør annan. Vit biðja teg, gev teimum, sum higar leita, at finna hvílu hjá tær og gleðast um miskunn tína og rættlæti. Vit biðja fyri landi okkara og fólki. Ver við fólki okkara, sum eru í útlondum. Halt verndarhond tína yvir teimum, sum ferðast og starvast á landi, sjógvi og í flogferðslu. Vælsigna og varðveit tey, sum stýra og ráða, lat tey útinna rætt og rættferð í samfelagi okkara. Ver við løgtingið og landsstýri, løgmanni og húsi hansara, drotningini og húsi hennara. Lat gudsótta vera styrki okkara, kærleika og rættsinni vera æru okkara. Men fram um alt lat okkum eiga signing tína, so at vit verða øðrum til signingar og náði tíni til prís og heiðurs. Hoyr okkum í Jesu navni! Amen!

Ápostólska signingin
Latið okkum við Ápostlunum ynskja hvørjum øðrum: Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkkum øllum!