Skriva út

Poul Sivar: - Ein lestur skal ikki bara hurrast ígjøgnum

29.01.2022 Tíðindi
pso 2.JPG

- Tá tú stendur á kórsgáttini og lesur ein lestur, er avgjørt neyðugt at tú sjálvur ert við í lestrinum. Annars kann vera trupult at fáa fólkið at skilja boðskapin, sigur 66 ára gamli Poul Sivar Olsen, sum bæði er deknur í Svínoy og í Hvannasundi.

Orð/mynd: Snorri Brend.

SVÍNOY: - Tá eg var yngri hoyrdi eg ofta fólk siga við meg: ”Tú, Poul Sivar, tú verður heilt sikkurt prestur, tá tú verður stórur, - ja, deknur, tað verður tú so í øllum førum!” Og tað bleiv eg eisini, sigur hann brosandi.

Í eini aðrari grein her á heimasíðuni hava vit áður greitt frá, hvussu hann sum smádrongur spældi at vera deknur í telefonstøðini, sum var í barnaheimi hansara í heimbygdini Svínoy. Longu sum 4-5 ára gamal dugdi hann allar tær vanligu kirkjubønirnar uttanat, og helt enntá deknagudstænastu fyri teimum, ið bíðaðu eftir telefonboðum.

Tað skuldu kortini ganga nøkur ár, áðrenn heitt var á Poul Sivar um at gerast deknur við Svínoyar kirkju, eina ferðina tá deknurin hevði forfall. Hetta játtaði hann, og er enn í hesi tænastuni, tá hann verður spurdur um tað.

Tá hann vaks upp her var altíð gudstænasta í kirkjuni. Var prestur ikki í oynni, las deknurin dagsins prædiku ístaðin. Poul Sivar hevur tí alt sítt lív hoyrt eitt ótal av lestrum verðið lisnar av trúføstum deknum.

Eitt av tí, sum hann hevur lagt sær í geyma er, hvussu ein lestur verður lisin: Einki við bara at skunda hann ígjøgnum, lesa orð fyri orð skjótt og kanska enntá rætt, og so vóna at kirkjufólkið fekk alt við og skilti poengið hjá honum ella henni, ið hevði skrivað lesturin.

- Men sjálvandi, bæði eg og allir hinir deknarnir í Føroyum eru bara heilt vanlig menniskju, sum gera eina tænastu í kirkjuni. Ongin okkara er fullkomin, men vit gera tó okkara besta, sigur Poul Sivar Olsen.

LANGIR LESTRAR
Í kirkjuárinum eru omanfyri 60 sunnudagar, halgidagar og aðrir dagar, tá gudstænasta kann verða hildin.

Tá prestur er á vitjan í Svínoy, er tað sjálvandi hann, sum stendur fyri gudstænastuni. Men fyrr var tað soleiðis, at var prestur ikki í oynni ein sunnu- ella halgidag var lestur lisin.

Hetta var í mangar mátar eitt álitisstarv, tí tað haraftrat er soleiðis nógvastaðni, at tað kanska bert var tann eini deknurin. Hesin mátti tí vera tøkur og til reiðar at lesa, tá deknagudstænasta var.

Deknarnir standa tó ikki á berum, tá ein lestur skal fyrireikast og lesast, tí fleiri lestrarbøkur eru at velja ímillum – onkrar við týddum lestrum og aðrar, sum eru skrivaðar av føroyingum. Ein av teimum nýggjaru í so máta, er John Myllhamar úr Skálavík, men sum nú er búsitandi í Sandavági.

Nógvum dáma hesar lestrarnar sera væl. Teirra millum er Poul Sivar, tí sum hann sigur:

- Ja, mær dámar væl at brúka hansara lestrar. Har eru nógvir bæði góðir og sera sigandi lestrar. Summir lestrar kunnu vera heldur torskildir og langir, men í hesum førinum hjá Myllhamar eru teir sera hóskandi.

HÓSKA TIL DAGIN
Poul Sivar hevur, sum áður nevnt, bæði lisið lestur í heimbygdini Svínoy og í Hvannasund, har hann nú býr. Hann er tí – um ein kann siga tað so – væl bevandraður í lestrarbókunum.

Fyri hann er tað ikki bara sum at siga tað at skula skriva ein lestur, sum skal kunna siga fólki nakað í dag, í 2022, og eisini tá teir vóru skrivaðir fyri 40 árum, 80 árum síðani ella væl fyrrenn tað.

- Tað er bara so, at í onkrum førum eru lestrarnir ikki so lættir at lesa. Er tað til dømis ein heldur torskildur lestur, og hann ikki verður lisin ordiliga væl, so kann hann vera ringur at fanga hjá kirkjufólkinum.

- Men so vil eg siga, at lestrarnir hjá Myllhamar eru væl skrivaðir og lættir at lesa, soleiðis at fólk skilja tað, leggur hann dent á.

Fyri Poul Sivar hevur tað tí stóran týdning, at fólk skilja tað, sum hann lesur. Tí kagar hann í fleiri lestrarbøkur, áðrenn hann velur lesturin til tann ávísa sunnudagin.

- Eg velji altíð tann lesturin, sum eg haldi hóskar best til dagin.

IKKI BARA ORÐ FYRI ORÐ
Tað hevur sín týdning, at deknurin hevur lisið lesturin væl og virðiliga ígjøgnum áðrenn gudstænastuna. Og tá er líkamikið, um talan er um eina lítið kirkjulið í Svínoy ella í einari av størru kirkjunum.

- Tað hevur hent seg meiri enn so, at eg, tá eg havi lisið dagsins lestur ígjøgnum fyrstu ferð heima við hús, at eg so haldi, at eg heldur finni mær ein annan, tí hesin er so torskildur.

- Men so kann eg lesa hann ígjøgnum einar tvær ella tríggjar ferðir aftrat, og kann so knappliga fanga poengið í tekstinum. Og tá kann tað vísa seg, at hesin lesturin ofta er heilt góður, sigur Poul Sivar við einum brosi.

Ein deknur er bara er eitt vanligt menniskja, sum roynir at útinna sína tænastu eftir besta evni, men tað er tó av størsta týdningi, at hann lesur lestrarnar væl og ger sær ómak, soleiðis at kirkjufólkið skilir boðskapin.

- Nei, tað er ikki bara tað at duga at lesa ein lestur orð fyri orð. Ert tú ikki sjálvur við í lestrinum, so kann vera trupult at fáa fólkið við tær.

- Hinvegin, um tú hevur lisið lesturin fleiri ferðir ígjøgnum, ja, so dugir tú hann eisini betur, og er ikki so bundin at lestrarbókini. Tá kanst tú eisini hyggja upp av og á, fáa eygnasamband við fólkið og síggja, um tey eru við, sigur Poul Sivar Olsen at enda.


Fyrra samrøðan við Poul Sivar Olsen stóð her á heimasíðuni 26. august 2021. Hon kann lesas við at trýsta á hesa leinkjuna: HER