Skriva út

Pól: - Eg elski at GANGA í kirkju

27.02.2018 Tíðindi
Pól: - Eg elski at GANGA í kirkju

KIRKJUGONGD: - Eg setti mær sum mál at ganga – altso at ganga, bókstavliga sæð - í so nógvar kirkjur her í Norðoyggjum sum gjørligt. Og faktiskt havi eg gingið í fýra ymiskar kirkjur hesar seinastu fýra sunnudagarnar. Seinasta sunnudag stóð so kirkjan á Viðareiði fyri tørni, sigur 46 ára gamli Pól Johannesen úr Klaksvík.

Pól er í starvi sum trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, men dámar væl at brúka frítíð sína í føroysku náttúruni. Og tá hann so kom í hóslag við ein annan Pól – við eftirnavninum: Sundskarð - við sama áhugamáli, kundi tað bert enda við einum langum túri gjøgnum fjøll og dalar - og í kirkju!

Teir báðir náttúruhugaðu menninir hava nógv í felag: Teir eru hálvir Hvannasundsmenn, hava sama fornavn, dáma væl at ganga í náttúruni og eru haraftrat systkinabørn. Sunnudagin høvdu teir avtalað at fara til gongu í kirkju á Viðareiði. Sum sagt, so gjørt.

Teir báðir løgdu til brots frá Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík klokkan 4. Átta tímar seinni og eftir 27 kilometrar gongd, náddu teir báðir til gudstænastuna á Viðareiði sum byrjaði klokkan 12.

- Ja, og so høvdu vit enntá tíð at støkka inn á gólvið hjá fastir okkara, Jonhild Viderø á Viðareiði til eitt hugnaligt prát og ein góðan drekkamunn, greiðir Pól Johannesen (til høgru á myndini) frá.

Hesa seinastu tíðina hevur hann sostatt verið í fýra ymiskum kirkjum – Árnafirði, Hvannasundi, Kunoy og Viðareiði. Og gongst sum ætlað verður farið í ta fimtu kirkjuna nú sunnudagin.

- Hesaferð ætli eg mær 100 prosent at ganga í kirkju. Henda gudstænastan verður í Christianskirkjuni, og hagar átti eg at kunna klára at gingið í øllum veðri, sigur Pól við einum brosi.

10 SUMMARTÚRAR
At kunna megna ein so langan og strævnan gongutúr krevur sjálvandi sín mann. Men tað kemur ikki av ongum, tí Pól hevur seinnu árini gingið nógvar túrar við Norðoya Gongufelagi og ymiskum fjallabólkum.

Ein slíkur túrur varð gjørdur Kristi Himmalsferðardag, tá tey gingu ein átta tímar langan túr á vestara armi á Borðoynni - við Borðoyanes, Miðfjall, Háfjall, Halgafelli og Klakk.

- Tá varð eg spurdur av felagnum, um eg kundi hava eina talu úti í náttúruni um henda serstaka dagin í kirkjuárinum, Kristi Himmalsferðardag, og eg játtaði sjálvandi. Eftir hendan túrin bóðu fleiri í KFUM & K meg um at siga sær frá, tá eg fór í fjøllini.

- Eg havi síðani gjørt mær eina sms-app, har eg havi koyrt fólk uppí. So tá eg geri onkran túr, sendi eg eitt sms út til øll, greiðir Pól frá.

Síðsta summar gjørdu tey 10 summartúrar runt øll fjøllini í Klaksvík, mest summarkvøld. Tey byrja altíð við eini bøn, og hava so eina stutta andakt uppi á fjallinum, har sum tey ætla sær.

Um veturin er dagurin so stuttur, og tí hevur Pól skipað fyri onkrum túri sunnumorgnar. Hann hevur tó valt at gera teir tíðliga um dagin, so fólk eisini kunnu fara í kirkju, sunnudagsskúla ella á møti.

- Tá vit hava gjørt hesar túrarnar sunnumorgnar, hava vit lisið dagsins prædikutekst, so vit eru fyrireikað, tá vit koma í kirkju, sigur Pól.

GÓÐUR ENDI
Tað var tó leygardagin 3. februar í ár, at Pól Johannesen setti sær eitt nýtt og serstakt mál at røkka: Hann vildi royna at ganga frá heimi sínum og til allar kirkjurnar, har tað er landfast í Norðoyggjum.

Sunnudagin 4. februar var tann fyrsti og stytsti túrurin gjørdur til Árnafjarðar, og síðani til Hvannasunds. Sunnudagin eftir varð gingið norður á Skarð, og haðani víðari til Kunoyar, og nú sunnudagin altso til Viðareiðis.

- Hinar túrarnar hava onnur verið við, men tá eg sms'aði til bólkin um henda túrin til Viðareiðis, ja, so var tað bara systkinabarnið, Pól Sundskarð sum bjóðaði seg at koma við. Vit fóru altso frá húsum klokkan 4 (fýra!) um náttina, so tað er væl skilligt at eingin annar kom við, sigur Pól og brosar.

Felags fyri allar túrarnar er, at teir hava verið fantastiskir, tí ein fær nógv góð prát, góðar kaffimunnar úti í náttúruni, eins og ein kemur niðan á, burtur frá larmi, bilum og øðrum, har góðar umstøður eru at hoyra Guds orð boðað.

Hóast henda strævna morguntúrin úr Klaksvík og norður til Viðareiðis, var Pól kortini væl fyri seinni um dagin. Hetta sama vikuskiftið varð annars skipað fyri eini møtirøð í missiónshúsinum á Viðareiði. Og tá møtið byrjaði sunnukvøldið klokkan 18, var Pól eisini við.

- Hetta var ein góður máti at enda ein spennandi dag, sigur Pól Johannesen.

Orð/mynd: Snorri Brend